Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD FM í frælsum ítrótti hevur verið um vikuskiftið, og har vórðu tvey nýggj føroysk met sett Pætur Albinus FM í frælsum ítrótti hevur verið á Tórsbreyt um viku­ skiftið. Luttakaratalið hevur verið á góðari leið, og tær allar­flestu greinarnar vórðu væl mannaðar, soleiðis at kapp­ast varð um øll trý heiðurs­merkini. Einasti tein­urin, har eingin luttakari var, var á 5.000 metrum hjá kvinn­um. Rebekka Fuglø (Treysti), sum hevur verið í góðari venj­ing í summar og fyri smá­um tveimum vikum setti nýtt føroyskt met á 800 metrum, var aftur væl upp­ løgd hetta vikuskiftið og setti enn eitt nýtt føroyskt met – hesa­ferð á 400 metrum. Hon rann teinin við tíðini 59,15 sekund, sum var ein lítil betring av gamla metinum, sum hon sjálv átti við tíðini 59,17 sekund. Ta metið setti hon í FM fyri tveimum árum síðani, tá ið hon samstundis gjørd­ist fyrsta føroyska kvinn­an undir minuttin á hes­um teininum. Eitt annað føroyskt met varð sett í FM hesaferð, og tað átti Teresa F. Bláhamar (Bragdið). Teresa, sum er fødd í 2001, setti metið í hæddar­lopi, har hon betraði um sítt egna met við einum senti­metri. Gamla metið var 154 sentimetrar, og tað nýggja metið er nú 155 senti­ metrar. Eisini Tórur Mortensen var um reppið at seta nýtt før­oyskt met og samstundis gerast fyri føroyingur undir 23 sekund á 200 metrum, men tíðin 22,72 sekund kundi ikki verða góðtikin sum met, tí at vindurin var ov nógvur, nevni­liga +2,7. Ein av teimum blaðungu, sum var við í FM á fyrsta sin­ni, framdi eisini góð úrs­lit. Talan er um 16 ára gomlu Sunnivu Bogadóttir, sum vann FM-gull bæði í spjót­kasti og í kúluvarpi. Hon útmerkaði seg serliga í spjótkasti, har kast henn­ara upp á 35,82 metrar ikki einans hevði verið nokk til at sloppið við til oyggja­leikir­ nar, men eisini hevði verið nóg mikið til at vunnið bronsu á oyggjaleikunum í Got­landi í summar. Finaluna í kúluvarpi vann hon við einum kasti, ið rakk 7,82 metrar. Hetta var einans fimm sentimetrar longri enn silvur­vinnarin, Edna Maria Debes, kastaði. albinus@sosialurin.fo TVEY NÝGGJ MET Pætur Albinus Summarleikirnir fyri les­ andi, Universiade, verða í hesum døgum hildn­ir í Taipei, Taiwan. Hetta er 29. ferð, at sum­mar­leikirnir verða fyriskipaðir. Fyrstu­ ferð var í 1959. Kappingin er tann næst­størsta í heimi­ num aftaná OL, og í alt verður kapp­ast í 21 ymisk­ um ítróttar­grein­um. 7.639 íðkarar eru við í ár, og ímillum teirra er ein føroyingur. Tað er fimleikarin Bogi Berg. Treytin fyri at kunna luttaka í kappingini er, at íðkarin er lesandi á uni­ versiteti ella líknandi hægri skúla. Bogi Berg er undir lesn­ aði í Danmark, har hann eisini íðkar fimleik við GymAalborg. Hann var við før­oyska landsliðnum á oyggja­leikunum í Gotlandi, men í Universiade umboðar hann Danmark. Hann sigur, at tað er øðr­ vísi at kappast í reyðum heldur enn bláum og hvít­ um, men at tað hinvegin er stórt at sleppa at umboða kongaríkið í einari slíkari stórari kapping. Bogi hevur kappast á gólvi, og her eydnaðist tað honum at vinna seg fram­ um seinasta triðingin av luttakarunum. Málið var at enda í ovaru helvtini, men hóast úrslitið ikki var í tráð við málsetningin, so kann hann fegnast um, at hann var tann besti á danska landsliðnum á gólvinum. Vit frætta frá Boga, at talan er um eina risa stóra uppliving, sum hann og liðfelagarnir fáa í Tai­wan, har teir hava úr at gera við at stilla upp til mynda­tøku saman við áskoðar­um, ið halda seg møta ítrótt­ar­ stjørnum. Tað gera tey eisini í mun, tí ímillum luttakararnar er eitt nú OL-gullvinnarin frá í fjør, Oleg Verniaiev úr Ukreina. Universiade heldur fram til 30. august, tá ið enda­ hátíðin eisini verður. Bogi Berg skal umframt kapp­ ing­ina á gólvinum eisini BOGI TIL OL FYRI LESANDI Føroyski fimleikarin, Bogi Berg, er ein av útivið 8.000 luttakarum í heimsins næststørsta ítróttartiltaki, Universiade, eisini kent sum OL fyri lesandi