Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagin skrivaði 16 ára gamli toftamaðurin Andrias Edmundsson undir tvey ára sáttmála við enska felag­ ið Sunderland, sum dag­liga spælir í næstbestu ensku deildini. Andrias Edmunds­ son verður knýttur at ung­ dóms­deildini hjá Sunder­ land, har ætlanin við at fáa føroyska leikaran er, at hann eina­ferð skal nýtast á besta liðnum hjá felagnum. Andrias Edmundsson verður sostatt tann triði í røð­ini av trimum Ed­ munds­son beiggjum, ið hava megnað at spælt seg til ein fulltíðar sáttmála uttanlands. Eldru brøðurnir, Jóan Símun og Hákun Edmundsson, hava eisini báðir áður skrivað undir fulltíðar sáttmálar við út­ lendsk feløg. Komið í lag gjøgnum spanskan umboðsmann Merkis­vert við skiftinum hjá Andriasi Edmundsson er tó, at avtalan er komin í lag gjøgnum spanskan umboðs­ mann og ikki før­oyskan, ið annars er meira vanligt fyri føroyskar leikarar. Andrias Edmundsson sigur, at skiftið er komið í lag gjøgnum ein fyrrverandi liðfelaga í B68. -Skiftið er komið í lag gjøgnum ein spanióla, sum eg havi spælt saman við í B68, ið kallast Pedro. Hann hevði viðmælt meg til ein spanskan umboðsmann. Umboðs­maðurin – Quique, ið hann kallast - fekk send­ andi dystir frá U-17 EM enda­spælinum, og helt eg kundi koma uppaftur longur. Gjøgn­um hann er sambandið við Sunderland komið, og eftir at Sunderland hevði sæð video við dystum av mær, bjóð­aðu teir mær yvir til royndar­venjing. Har gekk so mikið væl, at teir bjóðaðu mær ein ungdómssáttmála, sigur Andrias Edmundsson. Sær stórar møguleikar við skiftinum 16 ára gamli Andrias Ed­ munds­son, sum fyrr í sum­ m­ar varð liðugur við fólka­ skúlan heima í Før­oy­um, flyt­ir beinavegin yvir til Ong­lands, har hann byrjar í nýggja felagnum. Andrias Ed­munds­son sum sjálv­ andi sær stórar ítrótt­ar­ligar møgu­leik­ar við skiftinum, sær eisini aðrar møgu­leikar fyri at menna seg. - Fyrst og fremst síggi eg stórar møguleikar við at menna meg sum fót­bólts­ spælara við at skifta yvir til Onglands. Harafturat komi eg eisini at menna meg við at læra eina nýggja mentan at kenna, og at læra enska málið uppaftur betur. So eg gleði meg ógvuliga nógv til ta komandi tíðina, sigur Andrias Edmundsson. Móttøkan hevur verið góð At enda sigur Andrias Ed­ munds­son, at hann hevur fingið eitt sera gott inntrykk av nýggja felagnum hjá sær og bert hevur gott at bera felagnum, har hann fyrst hevur royndarvant og síðani hevur hildið til síðani sátt­ máli var undirskrivaður í farnu viku. - Eg eri fallin væl til bæði inn­an og uttanfyri vøllin, har við­leikararnir og venjararnir hava tikið sera væl ímóti mær. So móttøkan hjá mær í Sunderland hevur verið ógvu­liga góð, sigur ungi tofta­maðurin at enda. FÓTBÓLTUR 16 ára gamli Andrias Edmundsson, sum fríggjadagin skrivaði tvey ára sáttmála við enska felagið Sunderland, sigur, at sambandið við Sunderland er komið í lag gjøgnum fyrrverandi liðfelaga hjá sær í B68 ANDRIAS SÆR STÓRAR MØGULEIKAR VIÐ SKIFTINUM Andrias Edmundsson og mamman Ann Poulsen