Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TAÐ ER NIÐUR OG UPP OG NIÐUR FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað verður leygardagin fjúrt­ anda oktober, at punktum verð­ur sett í landskappingini í næstbestu deildini. Henda dagin skal AB spæla í Klaksvík, og tá fara argja­menn at fáa steypið, sum einki felag leggur í at vin­na ov ofta. Henda dagin eig­ur B68 heimavøll ímóti teim­um næstbestu hjá ÍF. Eftir hesa oyggjauppgerðina fara teir næstbestu í Fugla­ firði niður í triði bestu deild­ ina, meðan teir bestu hjá B68 flyta upp í bestu deildina. Argjamenn og toftamenn fara í 2018 at avloysa besta liðið hjá ÍF í bestu deildini. Í løtuni sær tað út til, at hitt liðið í bestu deildini, sum ikki fer at halda fram í frems­tu røð næsta ár, verður 07 Vest­ ur. Tað er mangt, sum bend­ir á, at steðgurin hjá 07 Vestur í bestu deildini í hesum um­ fari­num verður eitt ár. Lagið er, at tað eru somu lið, sum flyta upp og flyta niður og so uppaftur. B68 var í bestsu deildini í 2016, í næstbestu deildini í 2015, í bestu deildini í 2014 og í næst­bestu deildini í 2013. Tað eru fyrst og fremst dreing­ir í lokalu økjunum, sum syrgja fyri, at AB og B68 vinna sær uppflyting úr næstbestu deildini. Um tað gongur, sum tað plagar, so verður eftir kappingarlok leitað eftir spælarum, sum verða roknaðir at styrkja liðið, so vánirnar verða betri at standa seg í bestu deild­ini. Tá ið niðurflytingin so aftur er veruleiki, vera tað aftur teir lokalu, sum fáa møgu­ leikan av nýggjum at lyfta . Felags fyri AB og B68 er, at tað á liðnum í ár eru fleiri í nýggjum ættarliði, sum ikki hava so nógvar royndir í bestu deildini. Hjá teim­um er tað spennandi og menn­andi at stríðast fyri at vinna uppflyting, og gongdin higartil hevur víst, at í løtuni er eingin ivi um, at tað eru AB og B68, sum eiga bestu liðini í næstbestu deildini. Teprir sigrar Toppliðið AB vann 1-0 á heima­vølli ímóti Víkingi, sum er á fjórða plássi, og B68 vann 2-0 á heimavølli ímóti KÍ. Á Argjum varð einasta mál­ið skorað, tá ið tað rest­ aðu ellivu minuttir. Mál­ skjút­t­i var miðvallarin Bárð­ ur Olsen. Heimasigurin á Svanga­ skarði hevði við sær, at B68 nú er næstfremst, og at tað nú eru fimm stig frá B68 og aftur til fjórða plássið, sum toftamenn skulu detta aftur á, um uppflytingin skal gleppa teimum av hondum. Sveinur Justinussen legði B68 framum seks minuttir und­an steðginum, og Otto Reinert Petersen staðfesti heima­sigurin, tá ið tað rest­ aðu tríggir minuttir, og KÍ legði nógv fyri í royndini at javna. Sama støða Í botninum var lyklauppgerð á Vágseiði millum Suðringar og B36, sum kappast fyri at sleppa undan níggjunda plássi. Úrslitið var 2-2, eftir at heima­liðið var frammanfyri, og B36 so javnaði og legði seg framum. Ari Kroslá Poulsen legði heimaliðið framum, Gilli Samuel­sen javnaði í fyrra hálv­leiki. Hugin Samuelsen legði B36 framum, tá ið tað rest­aðu seks minuttir, og minutt­in eftir javnaði Poul Inga­son til 2-2. Giza Hoyvík og HB spæl­ du málleysan javnleik. Har­ við er støðan óbroytt í kapp­ ing­ini um at sleppa undan níggj­unda plássinum. ÍF hevur framvegis einki stig vunnið. Leygardagin fóru fuglfirðingar full­mann­ að­ir úr Runavík við 7-0 tapi. Veteran­urin Christian Høgni Jacob­sen skoraði trý mál fyri NSÍ. 1. deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 AB 19 13 4 2 55 15 +40 43 2 B68 19 12 2 5 40 25 +15 38 3 KÍ II 19 11 3 5 51 25 +26 36 4 NSÍ II 19 10 3 6 51 27 +24 33 5 Víkingur II 19 9 4 6 35 25 +10 31 6 HB II 19 7 5 7 47 39 +8 26 7 Giza Hoyvík 19 5 6 8 32 34 -2 21 8 B36 II 19 5 5 9 66 42 +24 20 9 TB/FCS/Royn II 19 6 2 11 33 51 -18 20 10 ÍF II 19 0 0 19 8 135 -127 0 Átta umfar undan kappingarloki er tað mest sum avgjørt, at AB og B68 enn einaferð fáa møguleikan at royna seg í bestu deildini NSÍ-ÍF 7-0 (2-0) 1-0: Bogi Løkin 17. 2-0: Hans Marius Davidsen 41. 3-0: sjálvmál 51. 4-0: Christian Høgni Jacobsen 59. 5-0: Christian Høgni Jacobsen 63. 6-0: Steffan Løkin br 67. 7-0: Christian Høgni Jacobsen br 90. Reytt kort: Jógvan Højgaard, NSÍ, 80. (beinleiðis reytt) og Tórði Traðará, ÍF, 95. (beinleiðis reytt) B68-KÍ 2-0 (1-0) 1-0: Sveinur Justinussen 39. 2-0: Otto Reinert Petersen 87. Reytt kort: Jann Ingi Petersen, B68, 92. (tvey gul) Giza Hoyvík-AB 0-0 AB-Víkingur 1-0 (0-0) 1-0: Bárður Olsen 79. Suðringar-B36 2-2 (1-1) 1-0: Ari Krosslá Poulsen 13. 1-1: Gilli Samuelsen 42. 1-2: Hugin Samuelsen br 84. 2-2: Poul Ingason 85. Máltindurin Aksel B. Danielsen KÍ 15 Bjarki Nielsen AB 12 Gilli Samuelsen B36 11 Hans Marius Davidsen NSÍ 11 Jóannes K. Danielsen KÍ 11 Tjúgunda umfar Mikudagin 23. august ÍF-KÍ Víkingur-B68 NSÍ-Suðringar HB-AB B36-Giza Hoyvík Jóannes Hansen Meðan KÍ kvinnurnar eru í Kroatia, har tær fyrireika seg til fyrstu royndina í ár­sins útgávu, sum verður í morgin, vóru tveir dyst­ir í fimtanda umfari í kvinnu­kapp­ingini heima á landi í gjár. EBS/Skála var á Svanga­ skarði, har setningurin var at vinna og við stórsigri at skarva av muninum í málum, sum er millum KÍ og EBS/Skála. Tá ið hálvur tími var farin, var EBS/Skála framman­fyri 3-0, og tað lá í luftini, at talan kundi fara at verða um stórsigur. Úrslitið var 7-2. B68 mink­aði undan steðginum um munin til 1-3, og EBS/ Skála skoraði ikki fjórða mál­ið, fyrrenn eitt korter undan leikloki. Birna Johan­ne­sen skoraði trý av EBS/Skála málunum. Í Gundadali vann HB granna­uppgerðina ímóti B36 5-0. Bara eitt mál varð skor­að í fyrra hálvleiki, og støð­an var 2-0, inntil tað rest­aði eitt korter. KÍ í Kroatia Fríggjamorgunin fóru KÍ kvinnurnar úr Vágum við kós ímóti Kroatia, har tær næstu vikuna skulu spæla í innleiðandi um­fari í europeisku meistara­kapp­ ingini. Fyrsti dysturin verður í morgin, tá ið mótstøðuliðið verður íslendska meistara­ lið­ið Stjarnan úr Reykjavík. -Vit spældu ímóti teim­ um fyri tveimum árum síðani, og tá taptu vit 4-0. Tað er einki loyndarmál, at ís­lendskur kvinnufótbóltur er á hægri støði, enn vit eru, og vit vónaðu, at tað í luta­ kasti­num fór at laga seg so­leið­is, at Stjarnan og vit ikki endaðu í bólki saman. Men vit fara at gera okkara besta, sigur KÍ veteranurin Malena Josephsen. Hvat er málið? -Vit vóna, at tað skal eydn­ast at vinna í hvussu so er ein dyst. Tað halda vit vera eitt realistiskt mál. Fyrsti dysturin verður í morgin klokkan 14 ímóti íslendska meistaraliðnum Stjarn­an úr Reykjavík. Næs­ ti dysturin verður um eina viku – fríggjakvøldið 25. august klokkan 18.15 – ímóti kroat­iska meistaraliðnum Osi­jek. Síðsti dysturin verð­ ur annan mánadag – tann 28. august klokkan 15.00. Tá verður mótstøðuliðið Istatov, sum er make­donsk­ ur meistaraliðið. KÍ stríðist á Balkan B68-EBS/Skála 2-7 (1-4) 0-1: Birna Johannesen 10. 0-2: Heidi Sevdal 16. 0-3: sjálvmál 32. 1-3: Laila Pætursdóttir 35. 1-4: Heidi Sevdal 38. 1-5: Lea Lisberg 75. 1-6: Birna Johannesen 80. 1-7: Birna Johannesen 87. 2-7: Dania Olsen 88. B36-HB 0-5 (0-1) 0-1: Elin Maria Isaksen 40. 0-2: Elin Maria Isaksen 62. 0-3: Sólrun Thomsen 74. 0-4: Julia Naomi Mortensen 82. 0-5: Milja Simonsen 90.