mánadagur 21. august 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
So leingi tvey pluss tvey gevur fýra, so hava Føroyar ongan
kjans. Vit skulu hava tvey pluss tvey at geva, sigur Sonni
Larsen, U21 landsliðsvenjari. Hann setur í hesi greinini orð
á avbjóðingina hjá einum føroyskum landsliðið í hondbólti
Tróndur Arge
Rótin til góðu gongdina til
HM endaspælið í Algeria er
eisini partvís rótin til hví
við ikki koma enn longri.
Tað er nú ein mánaði síðani,
at føroyska U21 landsliðið í
manshondbólti bergtók alt
Føroyar og partar av hond
bóltsheiminum við sínum
avrikum til HM endaspælið
í Algeria.
Síðani hava spælarar og
øll rundanum liðið og før
oyskan hondbólt sólað sær í
góðu avrikunum, men nú er
tíðin eisini komin at hyggja
longur fram og greina hvat
fór fram.
Sonni Larsen, U21 lands
liðsvenjari,
hevur
funnið
fram tvey lyklatøl, har før
oyska liðið er eftirbátur í
mun til fleiri av stóru mót
støðuliðunum.
Hædd og vekt
Tølini finna vit í bólkinum
hædd og vekt. Í mun til fýra
av teimum stóru, so eru
okkara spælarar í miðal áleið
10 sentimetrar minni enn
spælararnir hjá toppinum í
heiminum. (Sí talvu, blaðm)
Eisini sæst aftur á vektini, at
spælararnir hjá hinum lið
num í miðal viga meiri enn
okkara spælarar.
Hyggja vit at tølunum, so
síggja vit at fýra tey fremstu
til HM endaspælið, Dan
mark, Kroatia, Týskland og
Frakland hava munin í hædd
og vekt.
Føroysku
spælararnir
eru í miðal 184,6 sentimetrar
høgir, meðan spælararnir hjá
Danmark og Týsklandi eru
yvir 194 sentimetrar høgir.
Hyggja vit eftir vektini,
sæst eisini at spælararnir hjá
eitt nú Fraklandi viga í miðal
98,6 kilo. Tað eru 15 kilo fleiri
enn føroyska miðaltalið. Tá
skal eisini viðmerkjast, at tal
an er um vøddar, tí teir vóru
allir væl trenaðir.
Avleiðingin er lágt
bjargingarprosent
Eftir HM-endaspælið vísti
ÍtróttarSosialurin á ymisk
tøl frá kappingini, sum vísti
hvussu føroysku spælararnir
høvdu klárað seg. Sæð í mun
til londini, sum vit royndu at
koppa var ein greiður mun
ur á. Málverjarnir hjá teim
um høvdu eitt hægri bjarg
ingarprosent, enn okkara.
Tað er ikki tí, at okkara eru
verri enn teirra heldur Sonni
Larsen, men vísur til miðal
tølini í hædd og vekt.
-Allir
fraklendingarnir
eru hægri og viga meiri enn
okkara. Hóast okkara tóku í
miðal tvey kilo upp á, so viga
fraklendingarnir væl meiri
enn okkara og hava betri
avsett. Tað ger, at teir koma
lættari til skot og stórar
møguleikar. Tað er okkara
málverjum tað er galið
við, sigur Sonni Larsen.
Hann vísur eisini, at
fraklendingar í miðal
brúka
minni
orku
at koma til skot enn
okkara. Eisini brúka
okkara nógva orku at
verja, tí teirra eru størri
og sterkari. Hann vísur
á eitt dømi móti Týsk
landi.
-Teir hava ein striku
spælara, sum er bæði størri
og sterkari enn okkara
Helgi Hoydal, men av tí at
Helgi Hoydal spælir upp til
sítt besta, so spælir hann
væl móti Týsklandi, men tá
hevur hann spælt “max”. Tá
vit so spæla dagin eftir, tá
hevur týski strikuspælarin
meiri
orku
enn
Helgi
Hoydal, sigur Sonni Larsen
og leggur afturat:
- Alt endar á strykini.
Tað eru ikki málverjarnir
sum hava skyldina. Tað
er
stryki,
stryki
og aftur styrki, sigur U21
landsliðsvenjarin og vísur til
dystin móti Suðurkorea, sum
Føroyar vunnu við einum
máli.
- Hví tosa vit um bjarg
ingar móti Suðurkorea. Tað
er tí vit fáa gjørt tað, sum vit
skulu í verjustøðu sum ein
eind. Tá vita vit hvar skotini
koma og hvar teir kunnu
sleppa í gjøgnum, sigur
Sonni Larsen.
Spælararnir hjá Suður
korea vóru heldur ikki størri
enn okkara.
Skulu eisini trúgva
upp á tað
Sonni Larsen vísur eisini til
statistikkin, sum vísur at
o k k a r a
vengur
í
nøkrum støðum hava verri
arbeiðisumstøður. Ein partur
av forkláringini er, at okkara
spælarar koma ikki í líka
góðar støður, sum vengurnir
hjá hinum, men onkuntíð
er tað eisini ein mental
avbjóðing.
-Tá okkara bakkur er
minni enn bakkurin hjá
mótstøðuliðnum,
so
eru
sannlíkindini eisini fyri at
møguleikin hjá vonginum,
sum skal spælast upp av
bakkinum, verður minni.
Men móti millum annað
Fraklandi er tað eisini týdn
ingarmikið, at vit trúgva upp
á støðuna. Ongin væntaði, at
vit kundu vinna og onkurs
vegna – uttan at tað er ein
kritikkur av vengrunum – so
ger manglandi trúgvin upp á
HM í Algeria:
Sonni sigur:
Samrøðan um HM
endaspælið og av
bjóðingarnar hjá
hondbóltinum í fram
tíðini fevndi um fleiri
evni. Her er nakað av
tí, sum Sonni Larsen
eisini kom inn á í
samrøðuni
TØLINI SUM
FELLA OKKUM
HONDBÓLTUR
Sonni sigur:
Hondbóltssambandið er við og
vit eru á veg at blíva betri. HSF
er meiri aktivt og tað er neyðugt,
men tað krevur eisini tað koma
fleiri pengar til, so vit kunnu
styrkja bygnaðin aftanfyri
HSF. Tað vildi merkt, at eitt nú
at spælararnir ikki skulu gera
sínar egnu troyggur og so víðari.
Um vit klára at fáa eina millión
krónur inn, so kundu vit skapa
nógv betri umstøður fyri at
rokkið málinum.
Sonni sigur:
Styrkin er alt avgerandi og tað er ein
falt at betra. Tekniskt og taktist eru
vit væl við, men viðvíkjandi styrki og
sinninum skulu vit blíva betri. Ongin
hevði væntað at vit spæla upp ímóti
Fraklandi og Týskalndi. Næstu ferð,
so hava vit fyrimunin at vit vita hvat
skal til. Vónandi fáa hesir spælar
arnir eisini møguleikan at spæla í
vaksnamannahondbólti, og at teir
tá hava lagt tvey ár av kropsligar
venjing aftur. Landsliðið hjá okkum
kann blíva ordiliga gott og vit kunnu
vera við, men vit kunnu bara gera
tað um vit vilja. Vit vita hvat skal til.