Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 s i g u r i n málverjan hjá teim­ um betri, sigur Sonni Larsen. Júst tann dystin brendu okkara fleiri stórar møgu­ leik­ar frá millum annað vengr­un­um. Kunnu gera nakað við tað U21 landsliðsvenjarin leggur stóran dent á, at tað er ikki tekniskt og taktiskt, at før­ oyska liðið er aftanfyri hini. Tað er kropsligi parturin og tann mentali. -Næsti ferð hesir skulu spæla móti stórum tjóðum, so vit teir hvat skal til. Vón­andi hava teir tá vant stryki og við royndunum úr Algeria, vita teir eisini at tað ber til og tí trúgva upp á tað, sigur Sonni Larsen og leggur aftur­at: -Lykilin er at s p æ l a okkara s p æ l , s u m passar til o k k u m . Vit kunnu ikki gera spælararnar hægri, men vit kunnu venja meiri styrki og trúgva upp á tað. Vit hava lyft okkum, men eru enn aftanfyri. Skulu vit longur upp, skulu vit lyfta okkum nøkur prosent. Krops­ligur parturin hevur størri týdn­ing í dag enn hann kanska hevur verið, sigur U21 lands­liðs­venjarin. Tí vónar hann, at spælar­ ar­nir halda fram við at venja nógv. At teir sum fara av landi­num blíva enn betri og at royndirnar av at hava spælt móti teimum heilt stóru ger, at teir vita hvat skal til. Tvey pluss tvey skal geva fimm Sonni Larsen vendur fleiri ferð­ ir aftur til, at um tvey pluss tvey gevur fýra, so hava vit ongan kjans. Í hes­um liggur, at okkara spæl­ar­ar - ein til ein – eftir øllum van­lig­um umstøðum hava verri for­treytir. Tí er lykilin at f á a s p æ l i ð a t snúgva seg um okkara styrkir og hartil fáa eina eind at geva størri virðið enn einstaklingar hvør sær. Tað gjørdu fyrireikingarnar held­ur Sonni Larsen fyri. - Fyrireikingarnar og venj­ing­arsamarbeiði er tað eg eri mest stoltur av. Vit hava ein fyrimun av at verða tætt saman. Geografiskt og sosialt. Vit skulu halda fast í at vit eru ein lítið tjóð, men skulu halda fast í at vit eru ein familja, sigur Sonni Lar­ sen. Tað er í slíkum førum, at tvey pluss tvey kann geva meiri enn fýra. Tí spæl­arar­ nir kenna sínar við­spælarar, kenna taktikkin og eru sinn­ aðir at stríðast fyri hvørjum ørð­um. - Vit vaktu ein tjóðar­ kenslu, tí vit spæla saman og gera tað í mun til tað, sum vit duga best. Eg má verða erligur og siga, at høvðus­orsøkin er at vit spæla sum eitt lið. Vit eru ikki betri ein til ein í flestu førum, men vit vinna tí samlað sæð eru vit betri. Tað sæst eisini, at tá vit ikki klára tað sum eitt nú móti Svøríki. Tá tapa vit. Vit eru best, tá tvey pluss tvey gevur fimm, sigur Sonni Lar­sen. Føroyskur hondbóltur hev­ur ein spennandi framtíð. Nú er at vóna, at allir partar lyfta í felag. trondur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR FAKTA: Land Hædd Vekt BMI Altjóða dystir Danmark 194,3 94,7 25,1 14,6 Kroatia 189,8 87,4 24,3 14,6 Frakland 189,8 98,6 27,4 (einki) Týskland 194,4 90,9 24,1 27,1 Føroyar 184,6 83,6 24,5 14,6 Sonni sigur: Eg havði ikki væntað, at Pætur Mikkjalson skuldi blíva okkara fyrsti málskjútti í HM, men hann hevur betrað seg nógv og prógvar at tað ber til at blíva betri. Hann vandi sum ein svakur og lærdi at spæla í álopsstøðu. Hann prógvar hvussu nógv tí kanst flyta teg upp á stutta tíð. Sonni sigur: Sonni sigur: Tað er ótrúliga týdningarmikið at loyva ymiskum týpum av spælarum. Vit høvdu ikki klára okkum so væl við eitt nú einum heilum hópi av Jónasi G. Djurhuus. Sonni sigur: Størsta løtan er sigurin á Suðurkorea. Vit høvdu kempað fyri tí og tað riggaði. Eg rann inn á vøllin og klemmaði Inga og rópti bara, at vit hava vunnið á Suðurkorea. Hvør hevði trúð, at vit fóru at vinna á nummar 11 við seinasta HM. Tað prógvaði bara, at vit eru á stigi við teir og at vit hava eina bjarta framtíð. Sonni sigur: Vit kunnu ikki gera so nógv við hæddina, men kunnu gera okkurt. Vit kunnu gera íløgur í spælarar, sum hava útlit at blíva høgir og geva teimum góð­ar upplivingar. Í yngri árum kunnu teir eitt nú hava trupulleikar við motorikki­num, men tað er ein møguleiki at geva teim­um fleiri góðar upplivingar, so tey ikki fella frá. Vit eru kanska ov skjót at seta stóru børnini út, tá tey ikki fáa motorikkin at rigga. Eitt dømi er, at tá tú gert sprelliman. Tað tekur væl longur tíð hjá einum stórum barni at gera tað enn einum minni barni. Tá skal afturmeldingini ikki gangan út upp á títt­leik­an, men heldur at tað verður gjørt rætt. Tað ger, tey fáa eina betri uppliving. Ein týskari kom yvir til okkum og segði, at vit hava sett Føroyar á altjóðahondbóltskortið av avrikinum í Algeria. Hetta er ikki bara stórt í Føroyum, men eisini aðrastaðni. Tú kanst siga tað sama um kvinnurnar, sum nú skulu spæla móti millum annað Svøríki. Ítróttarskúlar geva næmingunum nakað at verða felags um, og at tað er í ordan at vera seriøsur. Tað er týdningmariki at skapa felagsskapir, har tað er í ordan at vera ítróttaráhugaður og ein gleði at verða høgur og stórur.