Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 07 VESTUR – REGIN DAVIDSEN Innsatsurin er í lagi, og menn kempa fyri hvørjum øðrum. Tíverri gongur bara illa at umseta teir mongu kjansirnar til mál NSÍ – JAN B. ANTHONIUSSEN Ein bedrøviligur fyrri hálvleikur, men vit vístu góðan moral og vilja, og hálaðu ein sigur í land í seinna hálvleiki. Sterkt pressað! Góðir! TB/FCS/ROYN – JANUS KJÆRBO Gud vælsigni heglini á Búa hjá Íslendarinum! Nú hyggja okur uppeftir aftur! SUĐRINGAR  ÍF – SÆBJØRN LEITI Var ikki har surði í dag men hoyrdi at tað uppi Borði at suringar vunnu, hart at vera aftast Koyr á ÍF EB/STREYMUR – RÓGVI DAM Hattar var ikki mál tá NSÍ skoraði til 3-2 men Dømt er dømt, nú standa Suðuringar fyri tørni sum vit skullu vinna á. Saman standa vit sterk. B36 – LISSI MOURITSEN Dramatikkur fyri allar pengarnar ! Onnur helvtin glaðari enn hin ! Einaferð og altíð ..... FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Eftir sjey feit umfør varð tað soltið hjá B36, sum noyddist úr Sarpugerði við ongum. Tað var stórt vónbrot, tí árstalsfelagið var tvær ferðir á odda, og tað sveið eyka, at málverjin fram ímóti dystarenda varð rikin av vølli og harvið er leikbannaður í steypafinaluni leygar­kvøld­ ið. Víkingur er framvegis fremsta boð upp á FM vinn­ ara, og kappingin lík­ist sær sjálvari, sum hon hevur sæð út síðani sum­mar­steðgin so­ leið­is at skilja, at NSÍ og KÍ eru á heiðurs­merkja­pláss­ un­um. Trivaligi 3-0 sigurin á 07 Vest­ur var tann fjórði á rað hjá HB, sum nú av álvara er við í kappingini um fjórða pláss­ið. Tað eru fimm stig fram til B36 og fjórða plássið, og tað er møguleiki fyri, at fjarstøðan kann minka upp­ aftur meiri hóskvøldið, tá ið NSÍ og B36 fara at halda frí, meðan hini liðini fara at spæla í tjúgunda umfari. Støðan hjá 07 Vestur er ótryggari eftir tapið í Gundadali. Tað kemst av, at Suðringar vunnu lykla­upp­ gerð­ina á heimavølli ímóti ÍF 1-0. Harvið lyftu Suðringar seg fram á sætta pláss. NSÍ var í tungum sjógvi Tað var ikki meistarasnitt yvir NSÍ spælinum í fyrra hálv­leiki. EB/Streymur legði seg framum bæði 1-0 og 2-0, áðr­enn heimaliðið við Løkin dygst undan steðginum mink­aði um munin. - Okkara avrik var gott í fyrra hálvleiki, og síðsta kort­er­ið undan steðginum skor­aðu vit tvey mál. Ari Mohr Olsen eftir fínt ein­ mans­av­rik og Ragnar B. Daniel­sen við brotssparki. Brølar­in hjá okkum var, at NSÍ í evstu løtu fyri hálvleik mink­aði um munin. Tá áttu vit at verið meiri avgjørdir í verjupartinum, sigur EB/ Streyma venjarin Heðin Ask­ ham, og hann heldur fram: - Fyrstu løtuna eftir steðg­ in vóru vit undir pressi, men tað kendist vera linkað, tá ið teir javnaðu, og so var tað keðiliga sigursmálið. Eg síggi á mínum monnum, at bólt­ urin ongantíð var innan­fyri strikuna, og hjálpar­dóm­ar­in mundi vera samdur við teir, tí tað var ikki hann, men dóm­arin, ið ikki stóð serliga væl plaseraður, sum dømdi mál. Í NSÍ leguni var lættin stór­ur: -Í fyrra hálvleiki var av­ rik­ið hjá okkum ikki gott, men tíbetur megnaðu vit at svara aftur, tá ið Klæmint A. Olsen umsetti brotsspark til mál. Vit fingu væl betri fatur á spælinum í sein­na hálvleiki, men tað var ikki fyrrenn tað restaði eitt korter, at vit javnaðu og lítla løtu sein­ni skor­ aðu sigurs­málið. Sig­urin var sera týdn­ingarmikil fyri okkara møguleika í FM stríðnum, sigur NSÍ mál­verjin Símun Rógvi Hansen. Pól Jóhannus Justinussen javnaði, og eftir klumpspæl var tað Klæmint A. Olsen, sum skoraði sigursmálið. Sím­un Rógvi Hansen dugir ikki at siga, um bólturin var innan­fyri strikuna: -Tað var ómøguligt hjá mær at síggja, men eg gangi út frá, at bólturin var inn­ an­fyri ella har á leið, var viðmerkingin hjá NSÍ mál­ verja­num. KÍ klóraði seg upp á turt Inntil tað bara restaði ein lítil løta, sá tað út til, at KÍ skuldi fara at Skála við ong­ um. Michal Przybylski, sum í summar hevur verið burt­ ur frá fótbólti orsaka av at loyvini ikki hava verið í lagi, men nú var tøkur aft­ur, legði eftir stórt korter heima­liðið framum eftir fínt ein­mans­ av­rik í vinstru. So gekk tað fyri seg eftir treytun­um hjá heimaliðnum, sum kortini mist alt í evstu løtu: -Hetta er stórt vónbrot. Lið­ið var væl skipað, og vit gjørdu nógv rætt, men síðstu lítlu løtuna vóru vit ikki nóg av­gjørdir í verjuspælinum, tí tá vunnu teir onkrar góðar støð­ur, sum so kostaðu okk­ um alt, staðfestir Skála venj­arin Pauli Poulsen. Í KÍ leguni var lættin sera stórur. Beinanvegin eftir steðgin varð Páll A. Klett­skarð, sum hevur verið skaða­plág­aður, skiftur inn, og tá ið tað restaði eitt kort­ er, varð Hjalgrím Elttør sett­ ur á vøllin. S t ó r i maðurin á KÍ liðnum varð Ísak Simonsen, sum skor­aði bæði málini. Hann hevði ikki skorað í bestu deild­ini síðani níggjunda juni í 2014. Stýrimaðurin á mið­ 19. umfar í Effo-deildini FM kandidatarnir stríddu seg úr vánaligum støðum og upp á turt aftur, HB tók seg nærri europeiskum plássi, og Suðringar lyftu seg fleiri pláss fram TAÐ LEYP EINKI AV HJÁ NSÍ OG KÍ