Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað sigur Tórður Thomsen, málverji hjá B36, um reyða kortið í dystinum móti Víkingi, sum merkir at hann má sita uttanfyri í steypafinaluni móti NSÍ leygardagin. – Tað er ikki reytt kort, sigur Tórður Thomsen Tórður Thomsen: Tróndur Arge Tað var hendingaríkt og dramatiskt, tá Vík­ing­ur í gjár vann 4-2 á B36 í odda­ dystinum í lands­kapp­ing­ini. Í tveim­um førum var Tórður Thom­sen íblandaður. Fyrru ferðina í samband við at Víkingur javnaði til 1-1 upp á bortsspark. Málverjin bjarg­ aði fyrstu royndini, men dóm­arin segði at sparkið skuldi takast umaftur og tá skor­aði Víkingur. Í seinna førinum vóru Tórður Thomsen og Sølvi Vatn­hamar í hornatøkum. Tað kostaði málverjanum bein­leiðis reytt kort og lut­ tøkuna í steypafinaluna. Høvðuspersónurin var sjón­ liga vónbrotin eftir dystin. Nú sigur hann sína hugsan um støðurnar. -Ikki reytt kort Serliga seinna hendingin viðvíkjandi reyða kortinum fær avleiðingar fyri Tórð Thom­sen. Beinleiðis reytt kort merkir, at spælarin skal sita yvir komandi dyst í føroyskum fótbólti. Í hes­um førinum merkir tað, at tað er sjálv steypafinalan. Mál­ verjin heldur ikki, at talan er um reytt kort. - Vit keglast eitt sindur og eitt lítið skump í part. Tað er tað sum hendi. Tað er ikki nær námind reytt kort. Lars Muller (dómari, blað­m) sigur við meg, at linju­verjin sigur, at eg havi givið Sølva Vatnhamar ein alboga í andlitið, men tað er als ikki í tráð við sannleikan, greið­ ir Tórður Thomsen frá og leggur afturat: -Hatta er so langt frá reyð­um kortið, sum tað kann verða. Vit smáskumpast og so skumpi eg hann á ovara part av bringuni og mín tummil rakar hann á síðu­ na á hálsinum, men tað er als ikki til eitt reytt kort. Sølvi er klókari enn eg, hann tekur eitt fet aftur og held­ ur seg fyri bringuna. Men eg síggi eisini at Sølvi Vatn­ hamar angrar tað. Eg hoyri hann sigur við dómaran at tað ikki er reytt, men eg haldi ikki, at dómarin hoyr­ir tað, áðrenn hann gev­ur mær kortið, tí hann enn tosar við linjuverjan gjøgn­um oyrasnigilin. Eg síggi eisini, at Sølvi er síðsti mað­ur úr brotssteiginum, tí hann tosar við Lars Muller. Vónandi hevur hann greitt dómaranum frá, hvat veruliga hendir ímill­um okkum, sigur Tórður Thom­sen. Umspark Hin støðan íkemur, tá Tórður Thomsen flott bjargar brots­sparki­num hjá Hanusi Jacob­sen, men linjuverjin metir, at málverjin ikki stendur á strikuni. -Hatta er nokk brotsspark og eg taki mær góða tíð fyri at órógva skjúttan. So bjargi eg og allir siga gott tikið og fegnast, men tá hevur linju­verjin flaggið á lofti. Eg spyrji hví hann flaggar. Hann sigur, at eg stóð aldrin á linjuni. Eg spyrji hví hann ikki sigur tað við meg áðrenn skotið, men fái bara at vita at tað burdi eg vitað sjálvur, tí eg havi spælt fótbólt í nógv ár, greiðir Tórður Thomsen frá og leggur afturat: -Eg veit at eg ikki plagi at gera tað, men veit ikki um eg gjørdi tað har, sigur málverjin. Sjón­banda­ myndirnar hjá Kring­varpi­ num og 3-2 sendingini geva ábendingar um, at talan er um lítið lógarbrot og at Tórð­ ur Thomsen hevur annan f ó t i n frammanfyri strikuna. Tað er heldur óvanligt at slíkt verður dømt, men linjuverjin er vísur í síni sak, tí hann flytur seg ongan­tíð frá linjuni, eftir at brotssparkið er tikið. Dóm­arin hyggur bara at spælarunum á 16 metrinum. Størsta vónbrotið Tórður Thomsen er ótrúliga vón­brotin eftir dystin, nú tað er greitt at hann ikki skal spæla í steypafinaluni. -Hetta er størsta vón­brot­ ið í míni fótbóltstíð. Soleiðis kennist tað hvørtfall nú. Eg var serliga spentur til dyst­in í dag og harvið eisini tendr­ að­ur. Tað er ein partur av spæli­num og tú skalt tola at fáa eitt sindur omanfyri teg, men hetta var avbera hart dømt og tí kennist tað eisini avbera hart fyri meg, tí eg elski at spæla fótbólt og sjálv­andi vil eg spæla eina steypa­finalu, sigur málverjin hjá B36. -Í dag angri eg, at eg var so tendraður. Tí eg gekk og kjakaðist við nógvar Vík­ ingar í dag. Hetta er ein ræðulig kensla, sigur Tórð­ ur Thomsen, sum er sjón­ liga skelkaður av reyða korti­num, tá tað kemur úr lumman­um. - Tá dómarin kemur renn­ andi ímóti okkum, vænti eg, at hann fer at biðja okk­um sissa okkum og verði ótrú­ liga kløkkur, tá eg síggi reyða kortið, sigur Tórður Thom­ sen at enda. trondur@sosialurin.fo SØLVI VATNHAMAR SIGUR VIÐ KVF: Vit keglast eitt sindur og so kemur ein armur upp í andlitið. Eg haldi at Tórður Thomsen dummar seg og eg eri eitt sindur harmur um, at hann missur eina steypafinalu upp á grund av hasum, og tað meini eg. LARS MULLER Á RÁS2: Regulin sigur, at tú hevur loyvi at flyta teg á strikuni, men ikki framum strikuna tá skotið fellur. Uppgávan hjá hjálpardómaranum er at hyggja, um málverjin stendur á strikuni til skotið er fallið. Í hesum førinum ger hann vart við at málverjin er farin av strikuni, áðrenn skotið er fallið. Tá sigur reglan at brotssparkið skal takast umaftur. Eg havi ikki nakran orsøk at ivast um avgerðina hjá hjálpardómaranum. Hatta er uppgávan hjá honum og tað ivist eg slett ikki í. EITT STÓRT VÓNBROT