mánadagur 21. august 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Fótbóltslandsliðið
mangl
ar týðandi spælarar, nú
tveir undankappingardyst
ir skulu spælast. Føroyar
spæla um mánaðarskiftið
ímóti Portugal og Andorra,
og tað verður uttan fleiri av
stuðulsspælarunum.
Seinastu árini hevur mið
vøllurin á landsliðnum ofta
verður mannaður við Fróða
Benjaminsen, Halli Hansson
og Brandi Olsen, men eingin
teirra er tøkur til dystin ímóti
Portugal. Fróði verður tøkur
til dystin móti Andorra.
Aðrir spælarar eru heldur
ikki tøkir av ymiskum orsøk
um – fyrst og fremst orsaka
av skaðum, men eisini or
saka av skúla ella arbeiði.
Sonni
Ragnar
Nattestad,
Johan
Troest
Davidsen,
Finnur Justinussen, Páll A.
Klettskarð og Bárður Hansen
vóru ikki upp á tal til lands
liðið hesaferð.
Nógvir góðir miðverjar
Lars Olsen hevur stórar av
bjóðingar at manna mið
verjuna og miðvøllin, og
landsliðsvenjarin umhugsar
at spæla við trimum mið
verjum
á
útivølli
ímóti
Portugal.
– Tað er ein spennandi
tanki. Vit mangla fleiri verju
spælarar hesaferð, men vit
hava tíbetur nógvar góðar
miðverjarar í Føroyum, og
tí fara vit at manna eina
sterka miðverju, sigur Atli
Gregersen, liðformaður á
landsliðnum.
– Tá ið nýggir spælarar
koma inn, so eru nakrar auto
matismur burtur á liðnum,
men vit fáa fyrireikað okkum
á venjingarleguni upp undir
dystirnar, og tí skal tað nokk
fara at ganga, sigur hann.
Avbjóðingin á miðvølli
num kann loysast á ymiskan
hátt. Róaldur Jakobsen er
tøkur aftur til landsliðið,
Sølvi Vatnhamar, sum hevur
spælt í síðuni á landsliðnum,
kann flytast inn á sentrala
miðvøllin, og síðani eru
spælarar sum Eli Falkvard
Nielsen, Karl Løkin og Pól
Johannus Justinussen eisini
upp á tal til liðið.
Føroyar spæla á útivølli
ímóti Portugal 31. august og
á heimavølli ímóti Andorra 3.
september.
Tað vóru ikki hissini nøvn, sum manglaðu
í, tá føroyska A-landsliðið bleiv úttikið til
landsdystirnar móti Portugal og Andorra um
mánaðarskiftið. Sonni Ragnar Nattestad,
Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson
og Finnur Justinussen eru ikki tøkir vegna
skaða, meðan menn sum Bárður J. Hansen
og Jóhan Troest Davidsen hava givið avboð,
umframt at Fróði Benjaminsen ikki verður
við í Portugal.
Tí verður tað ein nýggj samanseting á
miðjuni, tá vit renna á vøllin í Portugal móti
evropameistarunum. Lars Olsen boðaði frá
á tíðindafundinum, at hann umhugsar at
spæla við trimum miðverjum í tí dystinum,
fyri at verja uppfyri stóra trýstinum, sum vit
helst koma undir. Tað er fyrstu ferð síðani
Allan Simonsen var landsliðsvenjari, at vit
gera tað.
Tað er mín vón, at fleiri spælarar traðka
til. Vit minnast øll tá eitt nú Brandur
Hendriksson Olsen og Sølvi Vatnhamar
vunnu síni pláss á liðnum. Annar ungur og
hin ongantíð ordiliga fingið møguleikan.
Vónandi finna tveir líknandi spælarar til
komandi dystirnar. Nú er brúk fyri øllum
kreftum og hetta er møguleikin at vísa, at vit
ikki ræðast at spæla móti eitt nú Portugal.
Tórður Thomsen
Málverjin hjá B36 hevur dummað seg. Ongin
ivi um tað. Hann ger mangan nøkur eitt
sindur løgin ting og eitt av teimum er at
øsa seg á vøllinum, men eg haldi eisini at
revsingin hjá honum er hørð. Eitt bíligt reytt
kort, sum merkir at hann situr uttanfyri í
steypafinaluni.
Hendingin er býtt og tað er ikki uppgávan
hjá dómarunum at verja spælararnar
meir enn neyðugt, men eg plagi at venda
aftur til orðini hjá fyrrverandi Sky Sports
viðmerkjaranum, Andy Gray. Hann helt
fyri, at um tú kanst lata spælaran vera á
vøllinum, so ger. Eg helt tað var støðan í
Gøtu í gjár. Tórður Thomsen hevur sjálvur
skyldina av at hann kemur í trupulleikar,
men revsingin við at hann skal sita uttanfyri
til steypafinaluna er ov hørð. Fótbóltur er
ikki altíð rættvísur og tað mugu vit liva við,
men onkuntíð kunnu vit geva eina hjálpandi
hond.
Góða eydnu í steypafinaluni til B36 og NSÍ
Landsliðið og
revsingin hjá
Tórði Thomsen
Landsliðið hevur stórar avbjóðingar til
landsdystirnar ímóti Portugal og Andorra
TRÍGGIR Í MIÐVERJUNA
– OG NÝGGJUR MIÐVØLLUR
Landsliðsvenjarin broytir taktikkin til dystin ímóti Portugal og má manna fleiri pláss í verju og á miðvøllinum av nýggjum
MÁLMENN
Gunnar Nielsen, FH
Teitur Gestsson, HB
Símun Rógvi Hansen, NSÍ
VERJUSPÆLARAR
Jónas Tór Næs, ÍBV
Viljormur Davidsen, Vejle
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Bryne
Hørður Askham, KÍ
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, B36
MIÐVALLARSPÆLARAR
Kaj Leo Johannesen, ÍBV
Gilli Rólantsson, Brann
René Shaki Joensen, Grindavík,
Fróði Benjaminssen, Víkingur
(ikki við í Portugal)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Pól Johannus Justinussen, NSÍ
Eli Falkvard Nielsen, B36
Karl Løkin, NSÍ
Róaldur Jakobsen, B36
ÁLOPSSPÆLARAR
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, OB
Hesir eru úttiknir til landsliðið
Hesir 22 spælarar eru úttiknir til a-landsliðið til dystin ímóti Portugal og Androrra