Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. august 2017 · Nr. 97 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Poula og Frank Jönsson til minnis Av tí at Birna við familju býr í Sveis, og Ingerð, sum nú býr í Íslandi, ikki eru har, er eing- in inni. Eg kom sum 16 ára gomul til Poulu og Frank at passa Inga, meðan foreldrini vóru til arbeiðis. Eg var so væl nøgd, tímdi so væl og hevði tað so gott. Har var gott at vera, hugna ligt, fjálgt og deiligt. Fitt ari fólk enn Poulu og Frank skal man leita leingi eft ir, so eg var heppin. Og at passa Inga dámdi mær so sera væl. Og so øll hini, sum komu á leiðina, Siggaomma og Villiabbi, Albinabbi og Jen sina omma, fastrar, most- ir, systkinabørn, og so eisini abba beiggjar og abbasystrar og øll onnur, bæði familja og vin fók, øll hesi fólkini, sum góvu so nógv gott frá sær, var, saman við tí, sum eg eis- ini fekk heimanífrá, ein góð bar last hjá mær at hava. Eg varð ein partur av teimum í tvey og eitt hálvt ár, áðrenn eg fann út av, at nú var tíð at fara at gera okkurt annað. Hjá teimum lærdi eg nógv, sum eg tók við mær, tá eg sjálv fekk heim og familju. Tú smekk aði ikki bara eina mynd upp á veggin, tey kundu standa heilar dagar fyri at vita, hvar myndin skuldi hanga, og hvussu langt upp ella niður hon skuldi fara. Til føðingardagar var sjokuláta – eg kendi bara kaka og lag køkur við budingi og svisk um, men tær fekk man ikki har; har vóru tær sam an lagd ar við makrónum, sum vóru dippaðar við onkr- um góð um, við perum í blikk- um og heima gjørdum van- ilju kremi og nógvar aðrar góð ar og spennandi køkur og føð ing ar dags kringla, sum Frank hevði bak að, ikki at gloyma. So sótu tey øll hesu fittu og spenn andi fólk ini um ov- ala borð ið við hvít um dúki, vøkr um farvu rík um ser vi ett- um og ótu hesar spennandi havn ar køk ur nar, með an Poula sták að ist við hvít um, væl stívað um miðju fyri klæði, væl bundið um miðjuna við stórari sloyfu aft an, með an øll hesi við ym isk ari bak- grund sótu og prát aðu, ikki so nógv um fisk og skip, men um aðr ar spenn andi lívs roynd ir og upp liv ing ar, og annað sum eg ikki hevði hoyrt so nógv um – fyri hesa bygd ar gentu, var alt hetta ann ar leið is og nýtt, tað vil so vera. Tað var ein onnur verð eg var kom in í . Tað plagdu vit báð ar Poula mangan at tosa um. Eg tók alt hetta til mín, alt hetta nýggja, og mær dámdi tað. Tað vóru eisini aðrar góð- ar løt ur, sum tá Frank tók gitt ar an, setti seg upp á borð- ið og sang fyri mær og Poulu við sín ari fantastisku rødd, “Green, green grass of home” og Beauti ful brown eyes” tá hann sang um tey brúnu eyg uni, var tað til Poulu, sum hann var so góður við, og hon við hann. Tann 1. mars 1967 kom Birna, mín kæra guddóttir. Hesi 4 fólkini hugnaðu sær og høvdu tað so gott saman í hes um fjálga heim inum á Heyg num Mikla, har Frank gjørdi alt tað handa liga og Poula tað húsliga, og tað dugdu tey so avbera væl, sam stund is sum tey arb- eiddu úti og høvdu álitis- størv. Har var altíð hugnaligt at koma. Tú merkti hugnan, áðr enn tú læt úthurðina upp. Eg kom framvegis nógv inn til tey. Millum hesi bæði hús- ini vóru tøtt vinabond knýtt í samfull 55 ár. Sorg sleppur eingin und- an, og heldur ikki tey, at missa sítt barn og sín einasta beiggja, einki kann vera verri. Tey royndu at fóta sær aft ur, haldi, at tey ongan tíð blivu tey somu. Men tað hjálpti væl, tá Ingerð kom sum ein frelsandi eingil, og hon var líka til teirra deyða ein eing il hjá ommu og abba sín um. Somu leið is vóru Christi an og Frank ein stór gleði fyri tey bæði. Poula varð illa sjúk og strídd ist eina tíð, og tá so hon doyði 3. okt. 2015 við øll- um sínum kæru rundan um seg, tók sjúkan hjá Frank, sum hann so leingi hevði stríðst við, yvirhond, og aðr- ar sjúk ur komu afturat, og so longs ulin eftur Poulu. Hann ork aði ikki meira. Miku- kvøld ið tann 9. aug. legði hann brádliga eyguni saman, með an Ingerð sat og helt í hond ina, Birna var ovsein, tí verri. Góða Birna, Ingerð, Mathi- as, Christian og Frank, fari at biðja Jesus Pápa verða hjá tykk um. Tit hava góð minn- ir um mammu og pápa, ver- for eldur og ommu og abba tykk ara, tey elskaðu tykkum yvir alt. Góðu Poula og Frank. Takk fyri alt Nicolina v/ familju Nú eru tey farin um sýn, tey bæði í tí fitta, hugnaliga húsinum á Heygnum Mikla LÝSINGARTORGIÐ Arbeiði Grava og planera Grava, drena, plan era, urtagard, gøtir v.m. Toyota Avensis sedan til sølu. 224910 Málara arbeiði Vit átaka okkum alt málara arbeiði og arbeiða um alt landi. Ring ella skriva til okkum á malarin.fo@hotmail. com og bið eitt tilboð. 253766 Bingo Gott Bingo hjá EB-Streymi Gott bingo verður við Margáir mánakvøldið 28-08-2017 kl. 19. Øll hjartaliga vælkomin. EB-Streymur Býli í Føroyum Íbúð ynskist til leigu Friðaligt tilkomið par søkir íbúð í Eysturoy ella Streymoy. Roykja og drekka ikki. Gjalda til tíðina. 529056 Íbúð ynskist til leigu Friðaligt tilkomið par søkir íbúð í Eysturoy ella Streymoy. Roykja og drekka ikki. Gjalda til tíðina. 529056 Kamar ynskist Eg eri ung kvinna, ið eri byrja á HF í Klaksvík. Í hesum sambandi ynski eg kamar til leigu. Vinarliga ring 254727 Íbúð ynskist til leigu Par ynskir íbúð í megin- økinum. Roykja og drekka ikki. Gjalda til tíðina. tlf 529056 Fundir Frá HØFT Limir í HØFT hittast aftur 4.september kl. 19 á Seglloftinum. Nýggir limir eru vælkomnir! Astma/Allergifelag Føroya Aðalfundur felagsins verður í Kaffihúsinum í Vágsbotni mikudagin 23.08.2017. Skrá sambært lógum felagsins. So fyrst og fremst www.in.fo