týsdagur 22. august 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 23. august 2017 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Hevði væntað mær meira
Tilboðið frá Atlantsflogi er neyðugt
Heðin Mortensen
býráðslimur
Nú skjótt átta mánaðir eru
farnir, síðani nýggjur meiri
luti tók við í Tórshavnar bý
ráð, má tíverri staðfestast, at
talan hevur verið um eitt aft
urstig fyri og annað eftir. Rok
og ósemjur hava myndað
kommununa bæði úteftir
og inneftir, og ótryggleiki
og rok millum borgarar er
úrslitið. Nýhugsan er púrt
eingin!
Málini, sum eru farin eft
ir liðini, hava verið nógv í
tali. Fyrst var tað ætlanin
hjá NCC at gera ein skúrbý
við Velbastaðvegin til 40
arbeiðsfólk, sum bleiv slept,
tá mótmæli komu. So var
tað innkoyringsvegurin til
Havnina, ið brádliga ikki
kundi brúkast, og í staðin
skuldi tunnil borast fyri 300
milliónir krónur, men eisini
tann ætlanin bleiv slept, og
nú skal so aftur gerast vegur.
Síðani
bleiv
sáttmáli
gjørdur við tunnilsfelagið og
NCC um grót úr Eysturoy
artunlinum, men hesin sátt
máli er ongantíð samtyktur
av býráðnum – og hartil
roynir núverandi meiriluti
at skylda upp á gamla meiri
lutan, hóast núverandi bý
ráðsleiðsla eigur hetta mál
við høvd og gørnum!
Virða ikki bygdirnar
Oman á tað heila, hava tær
syrgt fyri, at alt hetta grótið
úr Eysturoyartunlinum skal
koyrast inn á Sund, har fjør
an verður oyðiløgd fyri at
rúma eini grótrúgvu, eingin
ætlan annars er fyri. Ei und
ur í, at kaldbaksfólk ilskast
og kenna seg illa viðfarin,
tí býráðið hevur slett ikki
viljað hoyrt tey og teirra
mótmæli.
So var tað Nólsoyarsigl
ingin, har eitt eyka gjald
brádliga mátti leggjast á
Strandferðsluna mitt í árin
um, so tað var um reppið at
kostað nólsoyingum ein túr.
Sjálvandi var alt á gosi, og tí
betur kom so ein loysn, har
kommunan bakkaði, so túr
urin ikki verður mistur kort
ini. Men rumblið kundu vit
gott verið fyriuttan!
Heldur ikki fólkið í Hesti
er sloppið undan, tí har
blómar býráðið við síni líka
sælu, nú brúk er fyri øktum
túratali, so ungfólk kunnu
trívast í oynni. Tá nú hes
in
býráðsmeirilutin
skal
kopiera alt, sum vit gjørdu í
gamla meirilutanum, mátti
verið upplagt at hildið fram
við arbeiðinum at samráðast
við Strandferðsluna um ein
morguntúr aftrat.
Óseriøsitetur
Sjálvandi er neyðugt hjá ein
um nýggjum meiriluta at
markera seg – og kanska ikki
minst, tá tú tekur við eftir
ein so serstakliga virknan
meiriluta, sum í 12 ár hevur
fingið eina rúgvu av skafti.
Tað, sum ørkymlar mest, er
at talan alla somlu tíðina er
um heita luft, tí einki hevur
verið lagt fyri býráðið av tí,
ið verður sent upp. Her snýr
alt seg bara um at flyta fokus
og einki annað.
At býráðið brádliga vil
hava gongd á íbúðarbygging
og ætlar, at arbeiðarafeløg,
bankar
og
onnur
skulu
fíggja, er eitt sindur løgið,
tí tað er í grundini nakað,
borgarstjórin og meirilutin
einki hevur við at gera. Og so
oman á tað heila at krevja, at
íbúðarbygging skal fremjast
eftir einum ári, er tað reina
tvætl.
Annika Olsen var sjálv
landsstýriskvinna, tá eldra
økið varð smoygt niður yvir
høvdið á kommununum, so
tað hevði klætt henni at víst
eitt sindur størri eyðmýkt,
tá hon nú sum borgarstjóri
úttalar seg um júst hetta øki.
At sleingja um seg við leys
um tankum um at byggja
fleiri ellis- og røktarheim er
beinleiðis óseriøst, tá hetta
ongastaðni er viðgjørt í bý
ráðnum yvirhøvur!
Havnin sovnar
Men hvat hevur so býráðs
leiðslan gjørt? Hvat er komið
burturúr? Nei, ikki tað stóra,
má tíverri ásannast, tí hesar
fyrstu skjótt átta mánaðirnar
av hesum skeiðnum hevur
verið rok um eina rúgvu av
málum,
samstundis
sum
einki innihald hevur verið í
nøkrum.
Henda býráðssamgongan
setti sær annars høg mál, og
tær vóru ikki so lítið bragd
ligar, tá tær løgdu samgongu
avtaluna fram. Men veruligu
uppgávurnar verða slett ikki
loystar og úrslit eru púrt
eingi! Tvørturímóti hevur
talan bara verið um nakrar
ússaligar royndir at kopi
era undanfarna býráð, sam
stundis sum bara tað er sett
í gongd, sum undanfarna bý
ráð longu hevði avgreitt.
Hetta er bæði synd og
skomm fyri okkara høvuðs
stað, tí alt hetta keglið í ger
andisdegnum, fjølmiðlum og
á heimasíðuni hjá býráðnum
gagnar ongum. Havnin eigur
at lyfta seg upp um sovorðið,
og eg má tíverri staðfesta,
at eg hevði veruliga væntað
mær meira enn hetta!
Meðan vit bíða, noyðast
borgararnir at klóra sær í
nakkanum og spyrja seg
sjálvar, um býráðið er til fyri
teirra ella sína egnu skyld, tí
eingin kann liva við, at Havn
in spakuliga verður rurað í
svøvn.
Sjúrður Skaale
Undir øsingini farnu dagar
nar hava fleiri spurt hvørji
fólkini eru, sum hava fingið
nýggja kortið frá Atlantsflog.
Í Degi & Viku í kvøld kom
so eitt navn á - mítt.
So eg skal stutt forklára
hví eg havi sagt ja takk – og
hví eg ikki bara haldi tað, At
lantsflog ger, vera rætt, men
eisini neyðugt.
At fáa ókeypis rundstykki
hevur ongan týdning. Og eg
drekki ikki í flúgvaranum.
At fáa tvey kuffert við hevur
heldur ongan týdning – eg
havi aldrin nakað kuffert.
Giti at hetta heldur ikki
hevur týdning fyri hini, sum
hava fingið kortið.
Tað sum HEVUR ein
vissan týdning er, at eg við
nýggja
kortinum
sleppi
undan køini í lufthavnini
Kastrup. At sleppa undan
henni hevur ongan sum
helst týdning fyri tann, sum
ferðast eina ella tvær ferðir
um árið. Null. Men hjá mær
kemur tað væl við, tí um
várið og heystið flúgvi eg
ofta heim eina ferð um vik
una.
Sum er nú má eg altíð fara
í øgiliga góðari tíð av kont
órinum á Christiansborg, tí
eg veit aldrin hvussu long
henda góða bíðirøð er. Nú
kann eg arbeiðsdagurin ár
kontórinum vera út ímóti
einum tíma longur.
Hetta er kanska ein luk
ustrupulleiki, sum verður
loystur – men hann verður
loystur. Og eg sigi ja takk.
Gagnar øllum
Eg flúgvi bara við Atlants
flog, og tað haldi eg eisini, at
teir flestu "frequent flyers"
helst vilja.
Men nógv hava eitt Euro
bonus kort frá SAS, sum ger,
at tey sleppa undan hesi
góðu bíðirøð, hava atgongd
til eina lounge – osv.
Nu fær mann ikki longur
Eurobonus poeng við at
flúgva við Atlantsflog, tí fe
lagið er koyrt úr skipanini.
Tvs. at vissi tey, sum hava
nevndu
rættindini,
vilja
varðveita tey - so mugu tey
skifta frá Atlantsflog til SAS.
Og so missir Atlantsflog
altso nakrar sera lukrativar
kundar. Kundar, sum í mong
um førum koyra millum 50
og 100.000 krónur inn í fe
lagið árliga.
Og tað gongur út yvir øll.
Tí jú fleiri tey eru, sum flúgva
ofta við dýrum ferðaseðlum
– jú fleiri kunnu eisini flúgva
við bíligum ferðaseðlum.
Við nýggja skipanini kann
Atlantsflog bjóða tað sama
sum SAS. Tað merkir, at fleiri
"frequent flyers" framvegis
fara at velja Atlantsflog - og
inntøkurnar
frá
teimum
gagna øllum.
Kapping
Tá SAS kom søgdu nógv –
sum rætt er at kapping er
góð. Og kappingin er á øllum
frontum – hon er eisini um
teir kundarnar, sum flúgva
oftast og rinda mest fyri sín
ar ferðaseðlar.
SAS dyrgir eftir hesum
kundum. Sjálvandi. Vissi At
lantsflog ikki sleppur at vera
við í hesi kappingin, so tapa
teir hana. Sjálvandi. Og so
missir felagið inntøkur. Eg
veit ikki hvørjum tað skuldi
gagnað.
At kortið skal eita "Merk
ið" er kanska óheppið. Men
tað verður broytt, skilst. At
kortið skal geva ókeypis
mat og drekka er eisini púra
óneyðugt. Men tað eru smá
ting. Tað avgerandi er, at At
lantsflog má kunna bjóða
"frequent flyers" tað sama
sum kappingarneytin.
Ikki neyðugt
Eg kenni meg ikki sum tað
"luksusdýr" og tann "VIPara",
sum mong hava umrøtt okk
um, sum hava fingið nýggja
kortið. Men tað ger geran
disdagin eitt sindur lættari
– og tað ger freistingina at
fara frá føroyska felagnum
minni.
Men tann dag eg ikki eru
fólkatingsmaður meir, havi
eg ongan sum helst tørv á
hasum kortinum longur. Og
vissi tann, sum tá fer at sita
á fólkatingi, fer at flúgva líka
ofta sum eg, so unni eg hon
um ella henni hjartaliga at
fáa hetta kortið.
Veruligu uppgávurnar verða slett ikki loystar av meirilutanum í Tórshavnar býráð, sum bara
hevur gjørt nakrar ússaligar royndir at kopiera undanfarna býráð, tí nýhugsan er eingin!
Jú fleiri ið flúgva ofta og dýrt, jú fleiri kunnu flúgva bíliga