Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. august 2017 · Nr. 97 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 RAKSTRARÚRSLITIÐ VAR 795 MILLIÓNIR FYRRA HÁLVÁR BAKKAFROST – Allar deildir á nýggja laksavirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum eru nú farnar undir virksemi. Sjey virkir eru latin aftur, og samlaða virksemið, sum virkini høvdu frammanundan, er sameint í eina eind. Eykakostnaðir eru í byrjunartíðarskeiðinum, men samlaða íløgan í nýggja virkið fer væntandi at spara Bakkafrost 70-90 milliónir krónur um árið, sum fer at síggjast so við og við frá 2017 Eirikur Lindenskov Rakstrarúrslitið hjá Bakka- frost samtakinum fyri fyrra hálv ár 2017 var 795 milliónir krón ur. Úrslitið aftan á skatt fyrra hálvár var 477 milliónir krón ur. Nógva virksemið í øðr- um ársfjórðingi 2017 gav Bakka frost samtakinum eitt gott rakstr ar úr slit í hes um ársfjórðing in um. Úr slit ini hjá alideild ini og fram leiðsl- uni av fiska mjøli, lýsi og fóðri vóru góð, men lið ug- vøru fram leiðsl an gav hall, tí um støð ur nar við høg um prís um á rá vør uni vóru fram veg is tor før ar. Tað skrivar felagið í frá- boð an í sambandi við, at úr- slit ið fyri annan ársfjórðing verð ur lagt fram í hesum døg um. – Nógv virksemi var í øll um trim um virk sem is- økj u n um hjá Bakka frost í øðr um árs fjórð ingi í ár. Rá- vøru keyp ið hjá Havs brún var methøgt í árs fjórð ing in- um við 163,1 túsund tonsum av fiski. Alideildin tók 18,4 tús und tons í kruvd ari vekt í árs fjórð ing in um, sum er met høg tøkunøgd. Lið ug- vøru deild in framleiddi 5,3 tús und tons í kruvdari vekt í árs fjórð ing inum. Trýstið á arb eiðs markn að in er stórt í Før oy um í løt uni, og hetta kann koma at ávirka virk- sem ið. – Bakkafrost strembar eft ir at ala ein burð ar dygg an há góðsku laks, har dent ur verð ur lagd ur á djóra væl- ferð og atlit at um hvørv in- um. Í mai 2017 fekk ali øk ið A-71 Funn ings fjørður ASC góð kenn ing, og Bakkafrost mið ar ímóti, at øll aliøkini hjá fe lag num hava ASC góð- kenn ing í 2020, sig ur Reg in Jac ob sen, stjóri. Rakstrarúrslitið hjá Bakka frost sam tak in um fyri ann an árs fjórð ing 2017 var 459 milli ónir krón ur sam an bo r ið við 307 milli ón ir krón ur fyri ann an árs fjórð- ing 2016. Ali deil d in hevði eitt rakstr ar úr slit á 489 milliónir krónur sam an bor ið við 358 milliónir krón ur ann an árs- fjórð ing í fjør. Lið ug vøru- fram leiðsl an gav eitt rakstr- ar hall á 54 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstrarhall á 68 milli ónir krónur fyri sama árs fjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiska- mjøli, lýsi og fóðri á Havs- brún var 48 milliónir krón ur sam an bor ið við 45 milli ónir krón ur fyri annan árs fjórð- ing í fjør. Í øðrum ársfjórðingi 2017 læt Bakka frost fulltíðar starvs fólk unu m frá 2016, ið enn eru í starvi í felag num, bonus partabrøv svar andi til 2% av lønini í 2016. Saml að læt Bakkafrost starvs fólk- un u m 19,6 túsund partabrøv, sum svaraði til eitt virði á 4,7 milli ón ir krónur. Nettoskuldin hjá Bakka- frost var 560 milliónir krón ur við endan av øðrum árs fjórð- ingi 2017, og felagið hevði 719 milli ónir krónur í ótroytt- um kredittum. Solvensurin hjá Bakkafrost var 64% við end an av øðrum ársfjórðingi 2017. Vænta 10 prosent størri útboð Laksamarknaðurin hevur sein asta árið verið merktur av lækk andi útboði. Høv uðs- or søk i r nar hava verið algu- vøkst ur í Kili og lívfrøðiligar av bjóð ingar í Noregi. Neiliga ávirkanin á út boð- ið av laksi orsakað av algu- vøkstr in um í Kili helt áfram í fyrra hálvári 2017. Útboðið av laksi væntast at venda frá ein um falli í fyrra hálvári 2017 til eina øking á áleið 8-10% í øðrum hálvári 2017. Sein astu forsøgnirnar vænta ein vøkstur á 2% í 2017 í mun til eina lækking á 6% í 2016. Bakkafrost væntar at taka 53.500 tons av laksi í 2017. Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2017 verður vænt andi um 11,5 milliónir smolt. Tøkumeting og út set- ing av smolti eru altíð tengd- ar at ávísari óvissu, m.a. lív- frøði ligu gongdini. Lívfrøðiligi váðin størstur Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum, men lív frøði ligi váðin er størsti vá ð in hjá Bakkafrost. Stað- fest ing in av ILA á aliøkinum Hvanna sund Norður vísir týdn ing in av eini góðari ali- skip an, har sjúku fyribyrging og tilbúgving verða raðfestar sera høgt. Tøkan av fiskinum á Hvanna sundi Norður var liðug 12. apríl 2017, og økið er nú í hvíld arskeiði. Bakka- frost setir áhald andi lív- frøði liga váðan í mið dep il in og hevur gjørt fleiri nýggjar íløg ur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan. Niðurberjing av laksalús krev ur nógva orku og er partur av lívfrøðiliga váð- an um. Bakkafrost miðar eft ir alsamt at minka – og sum frálíður sleppa undan – nýtslu av kemiskum evnum í við gerð móti laksalús. Helingur til liðugtvørur Málið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av ali fram- leiðsl uni verða seld sum lið- u g vøra til fastar prísir. Sølu- av talur fyri liðugvørur verða gjørd ar fyri eitt tíðarskeið mill um seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av lið ug- vør um fyri umleið 58% av vænt aðu tøkuni av laksi hjá fe lag num fyri restina av 2017. Hetta svarar til eina væntaða sølu í sáttmálum á umleið 40% fyri alt árið 2017. Økt framleiðsla av mjøli, lýsi og fóðuri Útlitini fyri framleiðsluna av fiska mjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Til- mæl ið fyri 2017 hjá ICES av svart kjafti er 1.342 túsund tons samanborið við 776 tús und tons fyri 2016. Sam- stund is eru tilmælini fyri sild og makrel eisini økt. Mett verð ur, at útlitini fyri fram- leiðsl una av fiskamjøli og lýsi eru góð, og sannlíkindi eru, at framleiðslan økist kom andi ár orsakað av hægri kvot um. Samlaða sølan av laksa- fóðri verður mett til 85.000 tons í 2017. Nýggja virkið spara nógvar pengar Í juni 2016 kunngjørdi Bakka- frost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløg ur nar verða 2,2 milli ard- ir krónur, íroknað við líka- halds íløg ur. Endamálið við íløgu ætl- an ini er framhaldandi at hava eina av mest kostn að- ar til vit aðu virðisketunum í ali vinn uni, at fremja burð- ar dygg an vøkstur, økja um smidleikan og lækka lív- frøði liga váðan, so fram tíð ar tørv ir hjá kund un um verða nøkt aðir. Allar deildir á nýggja laksa virkinum á Glyvrum eru nú farnar undir virksemi. Sjey virkir eru latin aftur, og samlaða virksemið, sum virk ini høvdu framm an und- an, er sameint í eina eind. Eykakostnaðir eru í byrj un- ar tíðarskeiðinum, men saml- aða íløgan í nýggja virk ið fer væntandi at spara Bakka- frost 70-90 milliónir krónur um árið, sum fer at síggjast so við og við frá 2017. Fakta um Bakkafrost: • Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. • Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. • Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. • Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. • Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.