týsdagur 22. august 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. august 2017 · Nr. 97
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TAMARHALD
Á LÚSINI OG
EFFEKTIVUR
RAKSTUR
Tænastuskipið Martin hevur munað sera væl í stríðnum ímóti laksalús
Árni Gregersen
Talan var um eina risastóra
íløgu, tá ið leiðslan á Bakka
frost fyri nøkrum árum
síðani legði framtíðar út
byggingarnar fram fyri al
menninginum.
Grundtankin var, at øll
framleiðsla av laksi skuldi
flytast av smærru virkjunum
til eitt nýtt, stórt virkið á
Glyvrum.
Íløgurnar vóru risastórar,
men nú er alt virksemi uttan
smoltframleiðslan og alingin
flutt á virkið á Glyvrum. Ikki
alt virkar optimalt enn, men
tær justeringar, sum skulu
gerast verða gjørdar hvønn
dag og framleiðslan gerst
meira og meira effektiv.
Júst hendan umleggingin
av virkseminum er ein av
orsøkunum
til,
at
hetta
hálvárið sum er farið er tað
besta hjá fyritøkuni higartil.
Sjálvandi eru eisini faktor
ar á alheimsmarknaðinum,
sum ávirka prísin. Laksa
eftirspurningurin er stórur
og nøgdin á heimsmarknað
inum hevur verið víkjandi
seinastu seks ársfjóðringar
nar.
– Men nú tykjast fram
leiðararnir í Kili at vera
komnir fyri seg aftur og tað
ger, at útboðið av laksi er
vaksandi á marknaðinum.
Onki er at ivast í, at hetta fer
at ávirka prísirnar og gera at
teir lækka, sigur Regin Jacob
sen, stjóri á Bakkafrost.
Høgir prísir
Føroyska alivinnan hevur
seinastu árini notið gott av
stóra eftirspurninginum eft
ir laksi. Prísirnir hava veirð
methøgir og liggja í løtuni á
umleið 69 krónum fyri hvørt
kilo.
Alivinnan er vælvitandi
um, at hetta ikki fer at halda
fram
og
greinarar,
sum
dagliga arbeiða vð laksa
marknaðinum,
meta,
at
prísirnir fara at leggja seg
á eitt munandi lægri støði –
kanska umleið 55 krónur fyri
hvørt kilo.
Men
føroyskur
laksur
hevur ein fyrimun á altjóða
marknaðinum:
– Ja, vit vita, at føroyskur
laksur verðuir nógv eftir
spurdur. Hann er góður og
hann hevur fingið fóður,
sum eru úr sjónum, so okk
ara laksur inniheldur tað,
sum nútímans brúkarin spyr
eftir, sigur Regin Jacobsen.
Hann veit sjálvandi ikki
at siga um hendan góðskan
er nóg nógv til at halda prís
inum á føroyskum laksi eitt
indur hægri enn á øðrum
laksi.
– Tað eru nógvar forteytir
ella parametur, sum gera seg
galdandi, tá ið keyparar velja
hvat teir keypa og hvat teir
keypa vyri. Vit skulu effekt
ivisera og gera okkara fram
leiðslu so kappignarføra sum
møguligt á øllum økjum, sig
ur Regin Jacobsen.
Lúsaplágan
Sjálvt um hetta hálvárið er
metgott, so er fyritøkan ikki
sloppin undan avbjóðingum.
Í vár var ILA staðfest í
Hvannasundi Norður aliøk
inum. Har var neyðugt at
taka fiskin ov tíðliga, men
hetta var neyðugt at gera
fyri at tryggja, at sjúkan ikki
spjaddi seg.
Liðugt var at taka fiskin
miðskeiðis í apríl, og nú ligg
ur øki stilt.
Ein onnur avbjóðing hev
ur verið laksalúsin. Hon hev
ur plágað ómetaliga nógv,
men nú sær út til at tamar
hald er á støðuni.
Serliga
tænastuskipið
Martin hevur arbeitt hart
alt summar og tí er eydnaast
at minka ómetaliga nógv
um lúsapláguna. Frá at hava
havt ávíst tal av lýs í 100 ali
ringum, so er hetta nú bert í
fimm ringum.
– Tað at veðrið hevur ver
ið so gott í summar hevur
gjørt, at tað hevur borið til
at arbeitt allan sólarringin.
Samstundis hava vit fingið
broytt eitt sindur umborð á
Martin, so tað nú virkar sum
tað skal, tá ið vit arbeiða við
avlúsingini, sigur Regin Jac
obsen.
Liðugtvøran
Framvegis er tað ikki heilt
eydnast at fáa rakstur í søl
una av liðugtvøruni, men so
hvørt sum arbeiðið á nýggja
virkinum gerst meira effek
tivt, so gerst úrslitið eisini
betri.
Liðugtvøran hevur enn
nakað av trupulleikum, men
tað hongur fyrst og fremst
saman við at prísurin á rá
vøruni er so høgur.
– Men vit hava betrað úr
slitið við nógvum milljónum,
so tað sær rættuliga gott út,
sigur Regin Jacobsen.
Hann leggur afturat, at
virkið
framhaldandi
skal
gerast meira effektivt og at
stýringin av útreiðslunum
má vera neyv, tí kappingin á
laksamarknaðinum harðnar.
– Vit mugu syrgja fyri at
vera fremst, mált á øllum
parametrum, sigur Regin
Jacobsen, stjóri.
BAKKAFROST
Kili framleiðir aftur við fullari ferð, so alt bendir á, at
laksaprírnir fara at lækka nakað komandi tíðina
Regin Jacobsen, stjóri, stendur á odda fyri risafyritøkuni á Glyvrum