Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 23. august 2017 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI FORKUNNUG MATSTOVA Í RIBARHÚSI ÚS Føroyskur og íslendskur kokkur fara at gera norðurlendskan mat við íblástri úr lokalum rávørum – Magakanningar vístu, at sera nógv er til at smáari nebbasild, serliga á grynri sjógvi enn 150 metrum Vilmund Jacobsen Í samband við ment an ar- dag arnar í Fuglafjarðar komm unu, har mangt og hvat er á skrá, verður forkunnug norðurlendsk mat stova í Ribarhúsi 1., 2. og 3. september við íslendsku Fanney Dóru Sigurðsjónsdóttir og kenda føroyska kokkinum, Leif Sør en sen. Tað er føroyski kokk- ur in, sum hevur bjóðað ís lendsku kvinnuni og kokk inum heim til Føroya. Trý kvøld á rað fara tey bæði at standa fyri forv itnisligari mat stovu í Ribar húsi og Pidd asa- handli, har tey fara at bjóða fimm rættaða mat skrá við íblástri úr lok- al um rávørum. Fanney Dóra Sig- urðs jónsdóttir er við á íslendska kokka lands lið- num. Hon hevur starv ast á Slippinum á Vest mann- oyggj um, og í løtuni starv ast hon á nýggju og væl um tóktu Matbarrini í Reykja vík. Meðan mentanardagar eru, verður matstovan í Ri bar húsi skipað soleiðis, at allir gestirnir møta sam- stund is, og síðan koyrir fimm rættað matskrá – fríggja kvøldið 1. september og leyg ar kvøldið 2. sept ember klokkan 19 og sunnu kvøldið 3. september klokk an 18. Leygarkvøldið 2. sept- emb er fer matstovan í Ri- bar húsi eisini at bjóða ein norð urlendskan frokost- platt, sum tað verður rópt. Hetta tilboð verður tó bert leygardagin 2. sept- ember frá klokkan 12– 16. Úr Fuglafirði verður sagt, at fimm rættaða mat skráin kann bíleggjast á mentanardagar@fugla- fjordur.fo, men høvi verð- ur ikki at bíleggja borð til norðurlendska fro kost- plattin frammanundan. Vilmund Jacobsen Magnus Heinason hevur gjørt fyrra partin av árligu yv ir lits trolingini á føroyska land grunn inum um summ- ar ið, og nú eru teir á seinna túr in um. Á fyrra túrinum vórðu 136 av 200 hálum tikin, og serliga varð lagt til merkis, at nógv var til at smáari hýsu. Talan er serliga um hýsu, sum ligg- ur um 20 sentimetrar í longd og sum er eitt ára gomul. Henda fyrra túrin fór Magn us Heinason av Havn- ini hóskvøldið 3. august, og byrj að varð eyst an fyri á Sand oy ar banka. Eisini tóku teir støðir nær landi eyst an- fyri. Hin 9. august vóru teir á Havnini og landaðu. Síðan loystu teir aftur og fóru út at gera støðirnar lidnar eystan fyri – av Suðuroyarbanka, norð ur á Fugloyartungu, á Norð hav inum og vestur úr Myki nesi. – Vit gjørdu nærum allan Mýl ings grunnin lidnan um- framt støð ir nar á djúpum norð an fyri. Hesaferð landaði Magnus Heina son í Havn mikudagin 16. august. Lagt verður aftrat, at til- sam ans á túrinum vórðu 143 hál tikin, harav 136 vórðu góð kend, og veðrið var sera gott allan túrin. Meira av toski Á Havstovuni siga tey, at meira var at fáa av toski í ár í mun til somu tíð í fjør – og nak að tað sama sum í 2015. – Vit fingu væl minni av upsa, men tríggjar ferðir so nógva hýsu enn somu tíð í fjør. Hetta var serliga smá hýsa. Eitt annað áhuga vert úrslit frá yv ir lits trol ing- unum var tað, sum maga- kann ing arnar vístu. – Magakanningarnar vístu nevniliga, at sera nógv er til at smáari nebbasild, ser liga á grynri sjógvi enn 150 metrar, siga tey á Hav- stov uni, nú fyrri partur av yv ir lits trolingunum í heyst eru lidnar. Íslendska Fanney Dóra Sigurðsjónsdóttir og kendi føroyski kokkurin, Leif Sørensen Fýra borgarstjórar stinga høvdini saman Tá mentanardagar verða í Fugla fjarðar kommunu í døg unum 31. august til 3. september, fara fýra borg ar- stjór ar í land nyrð ings part in- um av Føroyum at hug leiða um felags stev, felags sam- leika og mentan. Borgarstjórarnir, Sonni á Horni, Torbjørn Jacobsen, Jó han Christi an sen og Jógv- an Skorheim, fara at hug- leiða um framtíðarútlit og menn ing – sæð út frá einum ment an arligum sjónarhorni. Yvirskriftin til tiltakið er: Sam an hvør sær. – Øllum kunnugt hevur júst landnyrðingsparturin av Føroyum hópin av al- tjóða virkjum, sum bjóða av í heims høpi og nærum øll rá- vøra, sum kemur upp á land í Føroyum, kemur upp her í øk inum. Úr Fuglafirði verður sagt, at sjálv setanin av mentanardøgunum verð- ur hóskvøldið 31. aug ust klokkan 18 við Ment an- ar húsið, og eftir setanina verð ur eisini forvitnislig av- dúk ing. – Vitan, vinna og mentan – hvør sær trý økir, men um vit samla økini og leggja áherðslu á at finna felags stev, hvat megna vit tá? eru spurn ingar, sum tey seta sær í Fuglafirði. Nógv hýsa og nebbasild er á landgrunninum Enn er onkur stórur toskur eftir. Hesin vigar 21 kilo og er 124 sentimetrar langur Myndir: Rósing Lydersen