Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 23. august 2017 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Øllum tykkum, sum heiðraðu okkum á gullbrúdleypsdegnum 29. apríl, takka vit hjartaliga. Eisini takk fyri alla hjálp, vit fingu, tit øll gjørdu okkum dagin ógloymandi. Jona og Rubeck Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Albin Simonsen Vestmanna f. 17.06.1925 d. 06.01.2017 andaðist og var jarðaður. Tøkk til tykkum á Grønanesheiminum fyri hjálp og umsorgan, tøkk til Agnar Nielsen fyri vøkur og troystarrík orð, bæði á Grønanesheiminum og í kirkjuni. Tøkk fyri sangin, tá kistan kom í kirkjuna. Tøkk til prest, Marjun í Kálvalíð, fyri góð og troystarrík orð, til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávur til Grønanesheimið, og tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Elisa Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vísti samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma Borglyn Margreth Nielsen, Sumba F. 16-07-1925 d. 27-04-2017 Andaðist og varð jarðað Takk til tykkum á Hamragarði, sum passaðu og vóru um hana. Takk til Dánjal Johan Lisberg, Hannebeth Joensen og Sumbiarkórið fyri løtuna á Hamragarði og Kirkjuni. Takk til Patrik prest, kirkjutænarar, sangarar og øllum tykkum sum góðu eina hjálpandi hánd. Takk fyri peningargávu til kirkjuna. Takk til tykkum øll sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Tummas, Johannes, Sanna og Sólvá Tøkk Okur takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið mamma okra Edna Bech, Sevmýri Tvøroyri Fødd: 29. feb. 1940 Deyð: 10. mai. 2017 doyði og varð jarðað. Hjartans takk tykur á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri hjálpsemi og umsorgan tykra fyri henni og okum, ið stóðu henni nær. Takk tykur heilsuhjálparar, ið vóru um hana heima. Takk Jónsvein prestur fyri vøkur og troystargóð orð. Takk sangarar og kirkjutænarar. Takk tykur øll, ið hjálptu til í ervinum. Takk fyri kransar, blómur og gávur til Missiónshúsið. Takk tykur øll, ið vístu okum samkenslu og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Fyri tey avvarandi Kari Ann, Tórun og Olaf B h S ý i T Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara kæra elskaða mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma Jancy Biskopstø f. 15.03.1922 d. 01.05.2017 andaðist og varð jarðað. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Heiminum við Vágna fyri at tit vóru so góð við og hjálptu mammu so væl tey seinastu árini, hon búði har. Familjunnar vegna Óli, Elsa Thomina, Jórun og Hallur Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg á mínum 90 ára føðingardegi. Sanna Moretensen Tøkk Av hjarta tøkk til tykkum øll, sum á ymsan hátt gleddu meg á mínum 50 ára føðingardegi. Eingin gloymdur, men eina serlig tøkk til tykkum, sum gjørdu tað so hugnaligt á verkstaðnum Vón. Kærastu heilsur Tórur í Puntabyrgi