Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 25. august 2017 Verður semja ikki funnin um stjórn­ ar­skip­anina nú, so mugu gloyma hetta málið og koma víðari Í dag er freistin úti hjá okkum øllum at gera við­merkingar til uppskotið hjá løgmanni um eina nýggja stjórnarskipan, sum varð lagt al­ment til hoyringar á ólavsøku. Av Løgmansskrivstovuni verður sagt, at tað næsta verður at taka støðu til, um upp­skot­ið skal til­lagast við støði í teimum við­merk­ing­um frá ein­stak­ling­um, stovnum og á­huga­fel­ags­skap­um, sum eru komnar. Málið um stjórnarskipanina er ikki nýtt. Hó­ast hetta arbeiðið byrjaði um aldamótið und­ir fullveldislandsstýrinum, so er hetta í veru­leika­num tað sama, sum vit hava verið ó­samd um í øllum førum síðani jólafundin í 1888 – og síðani vit fingu floksbýti á tingi við løg­tings­val­ið í 1906 var tað júst spurningurin um viðurskiftini við Danmark, sum skil­ mark­aði før­oyskan politikk – sum ikki var mill­um høgra og vinstra, men millum sjálv­ stýri og samband. Árni 1906 til 1928 høvdu føroyingar bara Sam­bandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin at velja í millum. Og føroyingar valdu altíð fleiri sam­bandsmenn á ting – uttan í 1918, tá kvinn­ ur­nar fyri fyrstu ferð sluppu á løg­tings­val. Vit kenna øll søguna um stríðið í før­oysk­ um pol­itikki – um heimastýrislógina og tað, sum er hent síðani. Hóast stríð og ósemja hevur merkt politikkin, tá um ríkisrættarligu støðuna ræð­ur, so tyktist ein semja at hómast, eftir at høgt flúgvandi fullveldisrembingarnar um alda­mót­ið aftur fingu jørðforbindilsi. Um ein løg­maður megnar at fáa semju um tað, sum vit í veruleikanum eru samd um hes­um við­ur­skif­tum viðvíkjandi, so er tað eitt bragd. Og tað er júst tað, sum eis­ini kann gerast snávingarsteinurin hjá Aks­eli V. Johannesen. Tí stóru andstøðuflokkarnir hava longu dyrkað ósemjuna. Sum um tað bara ikki skal enda við eini semju – og so­leiðis, at Aksel V. Johannesen fær tann fjøð­urin í hattin. Men allar súður eru ikki syftar. Kanska ting­fólk verða hampuligari, tá málið fer í nevnd. Men verður málið skotið niður nú, so skulu vit bara jarða allar politiskar ætlanir um at lýsa okkara sjálvsavgerðarrætt. Tað er spill av tíð at kjakst meira um málið, um vit ikki finna semja um hetta nú. So mugu vit heldur brúka tíð upp á atgongd okkara til ES og tann stóra marknaðin, sum har er. Vælumtókti einmansleikurin »Verjurøða Holu­ búgv­ans«, sum leikbólkurin Teatur Grugg sýndi í vár, verður nú tikin uppaftur. Tal­an verður í fyrsta lagi um tríggjar sýn­ing­ar í Dansifrøi í Tórshavn: Mikudagin 6. september, fríggjadagin 8. sep­tem­ber og sunnudagin 10. september. Allar dagarnar klokkan 20. Tað er amerikumaðurin Rob Becker, ið hev­ur skrivað leikin, sum hevur gingið 20 ár á Broad­ way, er týddur til 49 ymisk mál og er sýndur í 14 ymiskum londum – Før­oyar eru numm­ar 15! Og eins og úti í heimi, hava føroysku á­skoð­ ar­ar­nir tik­ið væl í­mót­i hesi skemtiligu, bein­ raknu, hugvekjandi, rør­andi og við­kom­andi lý­s­i­ng av mununum millum menn og kvinnur, skriv­ar Grugg í tíð­ind­a­skrivi. Maðurin á pallinum er troyttur av alla­tíð­ina at hoyra um, hvussu strævnir, býttir og ó­tol­andi menn eru. Hann setir sær fyri at leita heilt aftur til uppruna menniskjans fyri at royna at finna útav og greiða frá hesum fyri­brigdi. – Leikbólkurin Grugg hevur fingið fleiri á­heit­anir frá fólki, ið ikki sóu leikin í vár, um at taka hann uppaftur, og tá møguleiki var at sleppa inn í stásiligu hølini hjá Dansifrøi í Havn, var tað eitt upplagt høvi, at geva føroysku áskoðarunum hetta tilboð, skrivar leikbólkurin. Mugu ikki brúka meira tíð upp á hetta Holubúgvin aftur á pall Teatur Grugg: Les eisini blaðið á telefonini Arbeiðsgevarar eru jaliga sinnaðir... Síða 15 Hallur flytur heimaftur síða 21 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Fremsta málið hjá samgonguni er at fáa Gud burtur úr almenna rúminum Um fólk ikki vistu tað, so hevur Bill Just­in­us­ sen útlagt veruliga endamálið hjá sam­gong­ uni. Poul Michelsen, Høgni Hoydal, Aksel V. Jo­ hanne­sen og ikki minst Sonja Jógvansdóttir, vilja hava Gud burtur úr almenna rúminum: – Onki er fiskivinnan ella pen­sjóns­skip­ an­in ella stjórn­ar­skip­an­in høvuðsmálini hjá hes­um 17, sum hava tikið ræðið í Før­oy­um. Held­ur er tað sekulariseringin av sam­fel­ag­ num, sum er høvuðsmálið. Tað fara tey sjálvandi ikki at siga alment. Ei held­ur varð tað skrivað í samgonguskjalið. Men har­fyri er sjón fyri søgn, at tey við øll­um hugs­andi amboðum og við øllum hugs­andi snild­um fara beinhart eftir hjarta­málu­num hjá nr. 17 og hjá Framsókn: at flyta Guð burt­ ur úr almenna rúminum til frama fyri menn­ iskj­a­ligt sjálvsøkni. Soleiðis skrivar Bill Justinussen á Face­ book. Og hann heldur fram: – Fyrst hjúnabandið og nú sjálvsagdi rætt­ ur­in hjá øllum til lív. Annað var ikki vænt­andi. – Skulu vit varðveita land okkara við tí næstra­kærleika og samfelagssinni, sum er lagt so djúpt í flestu føroyingar, mugu hesi fólkini í samgonguni steðgast ongantíð ov skjótt. Og ólukkurnar, sum tey longu hava volt, mugu sum frægast rættast aftur. Altso: Skulu vit trúgva Bill Justinussen, sum sambært sær sjálvum stendur várharra nógv nærri enn Aksel, Poul, Høgni og Sonja – so er alt samgonguskjalið eitt bluffnummar. Tjóðveldisfólk, javnaðarfólk og serliga fram­ sókn­arfólk fyri ikki at tala um Sonju Jógv­ ans­dóttir trúgva slett ikki upp á Gud. Og tað ringasta av øllum, tey royna alt tey kunna at forða øllum øðrum at trúgva upp á Gud. Gamalt er, at tað tú sigur um onnur ert tú sjálvur. Um Bill Justinussen veruliga heldur, at hann stendur nærri Gudi enn onnur, so skulu vit líka minna hann á, at tað – tíbetur – verður ikki Bill Justinussen, sum velur á evsta degi. Ella sum skrivað stendur: »Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd.« Gud forbarme seg fyri ein hugs­un­ar­hátt­ ur, sum Bill Justinussen hevur um onnur fólk! Tað er bæði ógudiligt og ókristiligt – og lit­ið virðiligt av einum manni, sum nýtir hvørt høvi at breggja sær av, hvussu lýðin hann sjálvur er Gudi. Aksel, Høgni, Poul og Sonja vilja avnokta Gud Sjálvútnevnda gudsbarnið Bill Justinussen sigur, at samgongan vil avnokta Gud