Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017 SOSIALURIN 98 3 EYÐUN KLAKSTEIN Føroyski útflutningurin veksur støðugt. Fyrra hálvár útfluttu Føroyar fyri 4,2 milliardir krónur. Tað eru 319 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør. Nógv tann størsti vøksturin er í útflutningi av alilaksi. Fyrra hálvár fór útflutingurin av laksi upp um tvær milliardir krónur. Útflutta nøgdin var 12 prosent størri enn somu tíð í fjør, men virðið á nøgdini var 25 prosent hægri. Gyltu tíðirnar í alivinnuni síggjast aftur í úrslitunum hjá alifyritøkunum. Eitt nú hevði Bakkafrost næstan 800 milliónir krónur í avlopi fyrra hálvár. Tað er meira útflutt av sild og makreli, meðan tað er minni útflutt av svartkjafti. Samlað fyri hesi fiskasløg er útflutningurin vaksin í virði og minkaður í nøgd. EYÐUN KLAKSTEIN Stóra strondin í Barcelona býi er sera væl umtókt sum ferðamál. Nógvir føroyingar munnu millum ár og dag hava ligið á strondini og notið heitu strálurnar frá sólini. Tá kann vera freistandi at keypa okkurt kalt leskandi frá mongu fólkunum, sum ganga á strondini og royna at selja ferðafólki mojito, øl, tvíflísar og annað. Men sambært sponsku løgregluni skulu ferðafólk halda seg langt frá hesum vørum, tí tær eru í nógvum førum ikki egnaðar at eta og kunnu í ringasta føri føra til sjúku. Blaðið El País skrivar, at kanningar av mati og drykkum vísa, at alt ov nógva colibaktieriur eru í vørunum. Í fleiri mojito-drykkum, sum eru seldir á strondini í Barcelona, hevur talið á colibakterium verið á 720 – sambært ES lóggávu skal talið verða undir 10. Líknandi tøl hava eisini verið í kanningum av tvíflísum. Tað eru serliga vørururnar hjá gøtuseljarum, sum ólógliga selja sínar vóru, ið eru skitnar við lortabakterium. Stórur partur av hesum fólkum hava hvørki umstøður ella førleikar at handfara mat og drykkjuvørur, og ofta verða vørurnar tilgjørdar á skitnum gøtuhornum ella í sandinum. El País skrivar, at í juni og juli mánaði hevur løgreglan í Barcelona lagt hald á 133.622 drykkir og givið ólógligum gøtuseljarum bøtur fyri samanlagt 75.000 krónur. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Vit minnast Poul Schlüter fyri Páska pakkan, Poul Nyrup fyri Pinsapakkan, Lars Løkke fyri Bankapakka 1 og Helle Thorning fyri Bankapakka 2. Vit fara at minnast fólkatingslimin Sjúrð Skaale fyri Matpakkan Betri hevur kært Fíggjarmálaráðið til Løgtingsins Umboðsmann. Trúboðarin Zacharias Zachariassen andaðist 82 ára gamal. Franskt felag hevur keypt Maersk Oil fyri 47 milliardir krónur. 58 ára gamal breti verður funnin deyður í haganum við Gjógv. Talan er um vanlukku. KÍ tapir 9-0 ímóti Stjarnan í Champions League hjá kvinnum. Ragnar Joensen er farin úr starvi sum tekniskur stjóri Marine Harvest. Fyrra hálvár var føroyski útflutningurin 4,2 milliardir krónur. »Merkið« MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur var rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyrra hálvár Tað skapti umfatandi kjak, tá ið In.fo kundi bera tíðindini um serliga ”Merkið” hjá Atlantsflogi, sum var ætlað teimum bestu viðskiftafólkunum. Við ”Merkinum” fáa fólk ókeypis mat og drekka umborð, umframt at tey fáa aðrar fyrimunr í sambandi við ferðir. Hetta setti veruliga eld í kjakið, og atfinningarnar vóru nógvar og harðar. Summi hildu tó, at her var einki at tosa um, tí hetta er ein vanlig skipan hjá øllum flogfeløgum. Atlantsflog avgjørdi tó, at broyta navnið á serliga kortinum, so at tað ikki eitur tað sama sum føroyska flaggið. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Sæð á Facebook: Kanska skulu tey, sum sigla mest við Smyril, eisini faa gratis mat og drekka. Lot til andøvsgul 3-8 m/s av eystri. Turt og sólglottar – serliga seinnapartin. Hitin verður millum 10 og 13 stig. Um nattina turt og klárt veður, hitin millum 6 og 10 stig. Lot til andøvsgul 3-8 m/s av landsynningi. Turt og sólglottar. Hitin verður millum 10 og 13 stig. Um náttina 5-10 m/s av landsynningi, meira skyggjað og regn. Hitin millum 8 og 11 stig. Gul til stívt andøvsgul 5-10 m/s av landsynningi og regn. Út á dagin fer vindurin í útsynning, og tað verður klárari í veðrinum – tó onkur æl. Hitin millum 10 og 13 stig. 3-8 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s YÐUN KLAKSTEIN virðið á nøgdini var 25 pr Útfluttu laks fyri meira enn tvær milliardir YÐUN KLAKSTEIN Lortabakteriur í mati og drykkum Um orðið sigur Sprotin: 7 fáni, flagg, hermerki, bannari, Merkið føroyska flaggið t givið bøtur nur. 4,2 milliardir krónur. Visti tú? at talið á kvinnum í Føroyum, sum fáa fosturtøku, er ein triðingur av tí, sum talið var í 1980’unum BARCELONA: 795 GULLEGG Tað er líkavið, at trøini vaksa inn í himmalin í alivinnuni