hósdagur 24. august 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017
SOSIALURIN 98
5
5-10 m/s
nlh.fo
Mánadag– fríggjadag
kl. 9.00–17.00
Leygardag
kl. 10.00–17.00
Sunnudag
kl. 14.00–17.00
UPPLATINGARTÍÐIR
SCENER UR ETT ÄKTENSKAP
Fríggjadagin 29. og leygardagin 30. september
Tey hava verið gift í 10 ár. Tvey børn, summar hús og
sunnudagsdøgurða. Tey hava verið gift í 20 ár. Tey hava verið
gift í 30 ár. Seks sjón leikarar. Seks tættir úr einum hjúnabandi.
Og dreymurin úr lívlangan kærleika. Nýggj, viðurkend pallseting
av kendu sjónvarpsrøðini hjá Ingmar Bergman.
SVENSKT VÍSUKVØLD
Hósdagin 28. september
Kendir føroyskir sangarar tulka svenskar vísur eftir Evert Taube,
Cornelis Vreeswijk, Bjørn Afzelius og mong onnur.
SVENSKUR JAZZUR OG POPPUR
Sunnudagin 24. september
Konsert við Katarina (kend úr the Real Group) og Svante Henryson,
sum syngja og spæla svenskan og altjóða tónleik, og Svante
Henryson Kvartett, sum spæla nýggjan og vælsvingandi jazz.
FØROYA SYMFONIORKESTUR
VIÐ SVANTE HENRYSON
Leygardagin 23. september
Vinnarin av Tónlistavirðisløn Norður landa ráðsins 2015, sello-leikarin
og tónaskaldið Svante Henryson, spælir egið verk saman við Føroya
Symfoni orkestri. Á skránni verður eisini tónleikur eftir svensku
tóna skøldini Andreu Tarrodi og Franz Berwald.
RYDH/SÖRENSON
23. september– 5. november
Rydh/Sörenson arbeiða við at skapa fyribils, staðkend verk í
náttúruni. Eitt projekt, tey kalla Environmental Ephemerals. Tað at
skapa nakað, sum er stokkut og fyribils, letur upp fyri eini serligari
sjarmu og fyri heimspekiligum møguleikum.
Land í eygsjón:
HEJA SVERIGE!
TIL BØRNINI
Scener ur ett äktenskap
Papper
Rydh/Sörenson
Træverkstovan hjá Emil í Lønnibergi
23.–30. september
PAPPER – EIN UNDURFULLUR BARNALEIKUR
Mikudagin 27. september
Papper tekur støði í hugflogi barnanna. Úr pappíri skapast
sveimandi fuglar, flákrandi firvaldar, ein hábærslig skjald bøka og
óteljandi aðrar verur. Pappírið verður rukkað, boygt, snúrað og
skrætt, og verurnar umskapast, hvørva og koma aftur til lívs.
Hóskandi fyri øll úr 4 árum og uppeftir.
TJULAHOP TJULAHEY
Leygardagin 30. september
Pippi, Emil, Ronja og Jensina Olsen við bólki syngja og spæla
sangir, sum eru kendir úr filmum, sangleikum og øðrum verkum,
sum byggja á søgurnar hjá Astrid Lindgren.
TRÆVERKSTOVAN HJÁ EMIL Í LØNNIBERGI
23.–30. september
Óskikkilig børn kunnu sendast inn í skúrin hjá Emil í Lønnibergi,
har tey sleppa at skapa eina lítla veru úr træ.
Fullfíggjað skrá fyri Land í eygsjón: Heja Sverige! verður kunngjørd á nlh.fo