Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017 SOSIALURIN 98 6 PERSÓNSSØGA HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO F áur maður hevur fingið eins nógv við grind sein- astu árini sum Karl Jo- han sen. Í sínum yrki sum sýslu maður í Norðoyggjum er tað nevniliga hansara skylda at tryggja, at alt gongur rætt fyri seg í sam svar galdandi lóg og reglur, tá ein grind verður hildin til, og er sýslu maðurin sostatt altíð til stað- ar undir einum drápi. Karl Johansen hevur starvast sum sýslumaður í Norðoyggjum síð an 2010, men sum hann sjálvur greið ir frá, so hevur hann fingist við grind longri enn tað. – Síðan miðskeiðis í nítiárunum hava eg fingist nógv við grind. Tað byrj aði tá Karsten Hansen, ið var støð leiðari í Klaksvík, fór í farloyvi frá 1996-1998. Síðan hevur tað verið eg, ið meira ella minni hava fingist við grindina í Norðoyggjum, greiðir Karl Johansen frá. Í summar hevur sýslumaðurin í Norð oyggj um havt nokk um at vera, tí ikki minni enn fimm ferðir í ár hava boð verið eftir Karl Jo- han sen, tá norð oy ing ar hava rópt grinda boð. Fýra ferð ir í Hvanna- sundi og eina ferð í nýggju hval- vágni Borð oy arvík. Øgilig broyting Tað er nógv broytt til tað betra hesi árini, ið Karl Johansen hevur fing- ist við grindadráp, og er tað serliga ein um bólki at takka, sambært sýslu manninum. – Tað hevur verið ein øgilig broyt ing til tað betra í samband við grindadráp, síðan eg byrjaði síðst í nítiárunum og fram til í dag, Og eg haldi føroyingar skulu takka teimum, ið hava mótmælt grinda- drápi fyri tí, sigur Karl Johansen. Við tí meinar sýslumaðurin, at tað var ikki fyrr enn felagsskapir sum Greenpeace byrjaðu at finnast at før oyska grindadrápinum, at føroyingar byrjaðu at hyggja inn- eftir og gera broytingar, ið hava gjørt alt kring grindadráp betri. – Serliga er tað Jústines Olsen, djóra lækni, ið hevur gjørt eitt megn ar arbeiði. Hann fór undir at kanna, um tað ikki var ein betri hátt ur at avlíva hval enn tann vit høvdu. Hann granskaði gjøgnum rætti liga langa tíð og fann bæði betri háttir at fáa fatur á hvalinum, tá hann skal dragast inn, og ein betri hátt at avlíva teir, sigur Karl Jo han sen. Gomlu amboðini farin í søguna Serliga eru tað tvey amboð, ið Karl Jo hansen fegnast um, og sum hann met ir hevur gjørt tað munandi lætt ari at drepa grind. – Ein ella annar kom við geniala hug skotinum at gera ein krók, ið man setur niður í blástrið, so hval- ur in ikki varð særdur. Tað var tað fyrsta framstigið, og so kom mønustingarin, greiðir Karl Johan- sen frá og heldur fram. – Kristian Glerfoss framleiddi teir fyrstu, ið blivu royndarkoyrdir. Jústi nes Olsen og eg fingu hvør sín. Teir blivu síðan koyrdir runt landið, og so fekk man ein ella annan, ið var vanur at vera í grind og at skera á háls, at royna teir. Teir fingu beinanvegin eina góða mót- tøku. Fólk vóru faktiskt rætti liga bils in yvir hvussu væl teir virkaðu, sig ur Karl Johansen. So væl eydnaðist tað, at tá ið grindalógin seinast varð dag førd, so bleiv mønustingarin lóg ar kravd- ur, soleiðis at tað í dag ikki longur er loyvt at avlíva hval á annan hátta enn við mønustingara. Og í hug anum hjá Karl Johansen er tal- an um eitt veruligt frambrot. – Vit brúka slett ikki tey gomlu grindaamboðini longur. Hval - váknið bleiv avtikið fyri nógv um árum síðan, síðan er sókn ar ong ul in farin í søguna og nú verður grinda- knív urin bara brúktur til at skera á háls eftir, at hvalurin er avlívaður. Nú blíva hvalirnir nógv skjótari og meira humant avlívaðir, sigur Karl Jo han sen. Borðoyarvík ein bati Tað er tó ikki bara drápsháttirnir, ið eru broyttir seinnu árini. Sunnu- dagin var ein søgulig hending, tá av gjørt varð at halda eina grind til í Borð oy ar vík. Tað er ikki hent áður. Tað er nevniliga ikki fyrr enn fyri nøkrum fáum árum síðan, tá grinda lógin seinast varð dagførd, at Fiski málaráðið, eftir áheitan frá grindaformonnunum í Klaks vík, Klaksvíkar kommunu og sýslu- mann in um, valdu at útnevna Borð- oy ar vík sum fyribils hvalvág. Tá ein grind so bleiv funnin utt an fyri Borðoyarvík, ið hevði kós inn móti víkini, var tað lætt at taka avgerðina um at halda hana til í nýggju hvalvágni. – Eldri menn siga, at teir hava roynt at rikið eina grind inn á Borð oy ar vík fyrr, men at grindin ikki fekst á land har. Men eftir, at komm un an gjørdi ein bátahyl í Borð oy ar vík, har nógv túsund tons av gróti bleiv koyrt á sjógv, og allur sand ur in og smá steinarnir skolaðu heim eftir, eru botnviðurskiftini broytt heilt nógv. Tí ynsktu vit at gera eina roynd, og tað eydnaðist heilt væl, sigur Karl Johansen. Sum hvalvág metir Karl Jo han- sen, at Borðoyarvík ikki á nakr an hátt er verri enn Klaksvík, tvørt ur- - Tað hevur verið ein øgilig broyting til tað betra í samband við grindadráp, síðan eg byrjaði síðst í nítiárunum og fram til í dag. Og eg haldi føroyingar skulu takka teimum, ið hava mótmælt grindadrápi fyri tí. Tað sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum FØROYINGAR EIGA TAKKA MÓTMÆ LIS- FÓLKUNUM