hósdagur 24. august 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017
SOSIALURIN 98
10
Útlendingar í Føroyum
MORTAN ØSTERØ
Mikudagin varð skipað fyri seminari
í Smæruni, har Norðurlendska
netverkið fyri vaksnamannalæru
og Útlendingastovan varpaðu ljós
á avbjóðingar hjá útlendingunum,
sum flyta til Føroyar. Endamálið
við seminarinum var at savna
tilflytarar, myndugleikar, granskarar,
undirvísarar, áhugapartar og aðrar
ábyrgdarhavarar at kjakast um, hvussu
ein inklusjón í føroyska samfelagið
og arbeiðsmarknaðin kann skipast á
bestan hátt.
Sambært fyrireikarunum koma nógv av
tilflytarunum higar við nýggjari vitan
og royndum, men fáa ikki høvi at royna
hesi í verki. Millum fótonglarnar eru
føroyska málið, umframt, at føroyska
samfelagið bert í heilt fáum førum
hevur havt dirvið at seta fólk í hóskandi
størv samsvarandi teirra førleikum.
Føroyska samfelagið telist helst
millum mest einsháttaðu samfeløg
í heiminum, tá ið hugt verður at
fólkasamansetingini. Sambært uppgerð
hjá Hagstovuni hava 97 prosent
av fólkinum í Føroyum danskan
ríkisborgararætt, og altso bara trý
prosent hava annan tjóðskap. Sama
søgan ger seg galdandi, um hugt verður
eftir føðilondunum hjá fólkinum í
Føroyum. Nógv flestu fólkini eru
nevniliga fødd í norðurlondum.
43.877 fólk fødd í Føroyum, 3.799 í
Danmark, 247 í Íslandi, 187 í Noregi, 160 í
Grønlandi, 84 í Svøríki og 11 í Finnlandi.
Tilsamans eru tey 48,365 fólk, ið svarar
til 97 prosent av teimum, sum búgva í
Føroyum.
Alsamt fleiri útlendingar
Seinastu árini hevur tú verið eitt
vaksandi tal av fólki, sum hava fingið
játta arbeiðs- og uppihaldsloyvi í
Føroyum. Seinastu trý árini hava
áleið 300 útlendingar um árið fingið
antin arbeiðs- ella uppihaldsloyvi.
Høvuðsorsøkin er, at føroyska
arbeiðsloysi hevur verið niðanfyri 3,5
prosent, ið merkir at ES borgarar ikki
nýtast at vera faklærdir fyri at fáa
arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Við hesum í huga, er løgið, at tað ikki eru
fleiri ítøkilig arbeiðsmarknaðartilboð
til útlendingarnir, sum koma higar.
Fleiri av útlendingunum hava
gjørt vart við, at teir ikki fáa svar
á sínar starvsumsóknir, umframt,
at teir hava trupult við at fáa síni
formligu førleikaprógv viðurkend í
Føroyum. Tað liggur í kortunum hjá
Útlendingastovuni at orða eitt tilmæli
til landsstýri, um at fremja ábøtur á
økinum.
Í fleiri ár hava ætlanir verið um fáa
útlendingamál á føroyskar hendur, tó
hevur gingið ógvuliga seint við at fáa
neyðugu undirtøkuna fyri málinum.
Sitandi samgonga hevur eisini staðfest
í samgonguskjalinum, at útlendingamál
skulu yvirtakast hetta samgonguskeiði.
Føroyar í fólkatølum
49.864 fólk
43.877 fødd í
Føroyum
47.836 fødd í ríkisfelagsskapinum
48.430 eru danskir ríkisborgarar
Altso eru tað 97 prosent av
fólkinum í Føroyum hava danskan
ríkisborgararætt, meðan bert 3 prosent
hava annan enn danskan tjóðskap.
Kelda: Hagstovan
Føroyar
í fólkatølum
NEYÐUGT VI
SKIPAÐUM
VIÐU RSKIFT