hósdagur 24. august 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017
SOSIALURIN 98
11
Sambært norðurlendskari
millumtjóðaavtalu, er frítt hjá
norðurlendskum ríkisborgarum at búseta
seg og virka í øðrum norðurlondum.
Í høvuðsheitum kunnu ikki-norðurlendskir
útlendingar í Føroyum bólkast undir
»familjusamanføring« ella »mobila
arbeiðsmegi«. Skulu hesi ogna sær danskan
ríkisborgararætt, skulu tey fyrst hava
verið búsitandi í danska kongaríkinum
í sjey til níggju ár, áðrenn tey yvirhøvur
kunnu søkja um ríkisborgararættin.
Tey, sum verða familjusamanførd við
einum føroyingi ella donskum ríkisborgara,
skulu á hvørjum ári endurnýggja sítt
uppihaldsloyvi í Føroyum í minst eitt trý
ára skeið. Hesi árini, skal viðkomandi vera
førur fyri at skjalprógva sín hjúnastøðu,
fyri at varðveita uppihaldsloyvi. Á fjórða
ári kann søkjast um permanent uppihald.
Til tess at fáa danskan ríkisborgararætt,
skal umsøkjarin frásiga sær sín
upprunatjóðskap. Viðgerðin av umsóknini
tekur vanliga hálvtannað til tvey ár.
Fakta
5.987 fødd aðrastaðni enn í Føroyum
3.799 eru fødd í Danmark
187 fødd í Noregi
160 fødd í Grønlandi
84 fødd í Svøríki
47 fødd í Íslandi
11 fødd í Finnlandi
Asia topp 5:
181 eru fødd á Filipsoyggjum
128 í Teilandi
64 í India
56 í Suðurkorea
32 í Kina.
EVROPA
125 eru fødd í Stórabretlandi
90 í Rumenia
74 í Póllandi
50 í Serbia og Montenegro
29 í Russlandi
Kelda: Hagstovan
Útlendingar
í Føroyum
Visti tú?
Fólk verða ikki
skrásett eftir tjóð-
skapi í ALS, men bert
sum búsitandi í
Føroyum
Útle
í Før
Visti tú?
Arbeiðsloysið í
Føroyum er áleið
2.2 prosent
Ð
UM
Familjusamanføring: 80 %
kvinnur, 20 % menn
Arbeiðsuppihaldsloyvi: 75 %
menn, 25 % kvinnur
Árliga hava áleið 300 útlendingar
fingið fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi
seinastu trý árini.
Tá ið arbeiðsloysi er lægri enn 3,5 %
í 90 dagar, nýtast ES borgarar ikki
at vera faklærdir fyri at fáa arbeiðs-
og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Fer arbeiðsloysi uppum 3,5 % í 90 dagar,
verður aftur krav um faklærd fólk.
Keldur: Fólkatingið, Útlendingastovan, Hagstovan
Hvat søkja
tey um?