hósdagur 24. august 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017
SOSIALURIN 98
12
TEMA: Útlendingar í Føroyum
TØRVUR
Á STØRRI
OPINLEIKA
MORTAN ØSTERØ
MORTAN@SOSIALURIN.FO
H
vussu eitur tú? Hvørji
eru foreldrini hjá tær?
Hvørj um ert tú giftur
við? Á for søran, so eru
vit í nærmastu familju!«
Flest øll munnu kenna til orð-
ini, sum verða skift um omanfyri.
Vit hitta onkran, sum vit ikki
kenna fullvæl, men eftir at hava
skift um spurningar og svar, eru
vit næstan í familju. Vit hava sett
hvønn annan í eitt givið høpi, ella
»plas erað« hvønn annan, sum Er-
ika Anne Hayfield orðar seg. Hett-
ar er mátin vit fyrihalda okkum
til onnur menniskju eftir sosialu
for skrift un um í Føroyum. Av tí
sama hava føroyingar ilt við at
fyrihalda seg til fólk uttan til-
knýti og ættarsøgu í Føroyum,
vís ir nýggjasta granskingin hjá
Er iku.
– Í Føroyum hava vit ein »net-
verks habitus«, ella eitt kognitivt
land kort, sum verður teknað eftir
tøttu relatiónunum í Føroyum.
Mát in vit fyrihalda okkum til fólk
er gjøgnum hvussu vit kunnu seta
tey á kortið. Vit eru bara von at
gera júst so. Tað kemst helst av,
at vit eru eitt smásamfelag har vit
altíð hava kent hvønn annan, og á
tann hátt plaserað hvønn annan
frá einum ættarliði til tað næsta;
frá eini flyting úr bý til bygd ella
øv ut, sigur Erika Anne Hayfield,
lekt ari í sam fe lags vís indum á
Fróð skap ar setr in um.
Sambond stýra
arbeiðsmarknaðinum
Erika Anne Hayfield hevur
seinastu
ár ini
kannað
tilflytaramynstrini í Før oyum,
og er í holt við at ná greina kann-
ing ar úr slitini. Kann ing ar arb eið ið
er gjørt í samstarvi við ein am-
er ik anskan granskara, har Er ika
serliga hevur tikið sær av sam-
røðu partinum við útlendingar í
Før oy um. Tær hava lagt seg eftir
ser liga at tosa við fólk, sum eru
utt aní frá norðurlondum, og hava
búð í Før oy um í bæði styttri og
longri tíð ar skeið – summi heilt í
40 ár.
Fólkini, sum Erika hevur verið
í sam bandi við, vísa flestøll á, at
før oyingar eru eitt vinaligt fólka-
slag, og hava einki negativt at bera
teimum. Tó so, førir hendan før-
oyska nærsambandsmentanin við
sær, at tað er ógvuliga trupult hjá
út lend ingum at sleppa á kognitiva
land kortið hjá føroyingum.
– Ein av avgjørdu avbjóð ing-
un um hjá tilflytarunum er at
læra seg føroyska málið, og tað
skal ikki lítilsmetast. Tó er ein av
teimum minni viðgjørdu av bjóð-
ing un um, tað sosiala spælið og
tann samfelagsliga inklusjónin,
ið eg gjarna vil varpa ljós á, sigur
Erika.
– Útlendingarnir – serliga teir,
ið hava roynt seg sum tilflytarar
áð ur – siga okkum vera so tætt
knýtt saman, og hava so stórar
íløg ur í hvønn annan, at tað er
ótrú liga torført hjá teimum at
sleppa innum og veruliga skilja
okk um og okkara arbeiðsmentan.
Sam an vavda netverkið hevur
nógv at siga fyri hvør ein er í eyg-
un um á føroyingum, og hevur
man einki netverk, er man næstan
ein »nobody«, sum útlendingarnir
mál bera seg. Vit føroyingar fáa
ikki fyrihildið okkum til hann ella
hana, sum vit eru von at fyrihalda
okk um til fólk, sigur Erika Anne
Hay field.
Hetta ger seg eisini galdandi,
tá ið fólk skulu setast í størv,
vís ir Erika á. Ein av teimum væl-
út búnu heimildarfólkunum hjá
Eriku sendi nevni liga eitt ótal
av starvs um sókn um, men bert
tveir arb eiðs gevarar øntu við-
kom andi eitt svar. Tað eina var
noktandi, og hitt ein inn bjóð ing
til setanarsamrøðu. Til set an ar-
sam røðuna vísti arbeiðsgevarin
seg at vera meira áhugaðan í
fam ilju sambondunum og hvussu
skjótt viðkomandi kundi læra seg
før oyskt, heldur enn førleikunum
og roynd unum hjá viðkomandi.
Erika endurgevur soleiðis, sum
heim ildarfólkið upplivdi støðuna:
– ”Eg vildi ikki sagt, at eg havi
ver ið beinleiðis diskriminerað/ur
ímóti vegna mín uppruna ella kyn.
Tó havi eg vantandi møguleikar
at vinna mær størv vegna sterka
re la ti ónspolitikkin í Føroyum.
Tað snýr seg ógvuliga lítið um
mín ar førleikar ella royndir, men
heldur um hvørji sambond man
hevur. Av tí, at eingin kann við-
mæla meg, eg ikki gangi í røttu
sam kom uni ella eri í familju við
tey við komandi fólkini, so koma
øll onn ur væl framum meg í bíði-
røð ini. Arbeiðsgevarar vóru meira
áhug að ir í hvørjum eg var gift/ur
við”, endurgevur Erika sítt heim-
ild arfólk.
Bundin í fyrsta starvinum
Fleiri av teimum, sum flyta higar,
hava góð ar útbúgvingar, men
koma sjáld an í størv samsvarandi
teirra før leikum. Tað kemst av
ógvu liga samansettum orsøkum,
sam bært Eriku Anne Hayfield.
Fyrst og fremst er føroyska málið
ein av bjóð ing, men, tá ið málið er
kom ið upp á pláss, kann tað fram-
veg is vera avbjóðandi at fáa lut í
før oysku nærsambondunum ella
styrkja sína støðu á arb eiðs markn-
að inum.
– At byrja við kann ein væl út-
búgv in útlendingar saktans taka
til takkar við einum starvi ósam-
svar andi sínum førleikum, við
Hóast útlendingar trívast væl við føroyingum, hava teir ógvuliga trupult at sleppa innum og fáa
lut í tøttu sosialu sambondunum í Føroyum. Tað er ein avbjóðing, tí í síðsta enda vísa sambondini
seg at vera avgerandi fyri, hvørjir starvsmøguleikar standa teimum í boði, umframt hvussu tey
støðast í einum føroyskum samanhangi, vísir Erika Anne Hayfield, lektari í samfelagsvísindum, á