hósdagur 24. august 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017
SOSIALURIN 98
15
DANJAL AV RANA
S
ama dag sum Norð oya-
tunn ilin lat upp, 29. apríl
2006, bleiv Klaks vík in ein
borg ara rík ari. Tá flutti
Liezel Dahl, nú 38 ára gomul, til
Klaks víkar við mann inum. Liezel
Dahl er úr Filippinunum.
– Nógv søgdu við meg, at tað fór
at vera torført at fáa starv, tí mín
út búgving var úr Filippinunum.
Mað urin helt, at vit áttu at spurt
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kortini, so
tað gjørdu vit, greiðir Liezel Dahl,
sum er bioanalytikari.
Tað er eingin loyna, at tað
kann vera ein avbjóðing at fáa út-
lendskar útbúgvingar góð kend ar
í Føroyum, serliga innan heilsu-
verk ið. Tað hava bæði útlendingar
og føroyingar følt sviðan av. Tað
var tí eingin sjálvfylgja, at út búgv-
ingin hjá Liezel Dahl kundi brúk ast
í Føroyum.
Mátti prógva sín
dugnaskap
Leiðarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
helt útbúgvingina vera í lagi, men
segði at hon kortini mátti góð-
kenn ast av Sundhedsstyrelsen í
Dan mark. Liezel Dahl sendi tí út-
búgv ingina til góðkenningar og
tríggj ar mánaðir seinni fekk hon
eina fyri bils góðkenning.
– Leiðarin á sjúkrahúsinum gav
mær arbeiði beinanvegin. Góð-
kenn ingin var galdandi í seks mán-
að ir. Teir seks mánaðirnar skuldi
eg prógva, at eg dugdi fakið og at
eg megn aði at samskifta við starvs-
felag ar, sjúklingar og av varð andi,
greiðir hon frá.
Hon sigur, at fyrstu tíðina var
mál ið ein avbjóðing. Hon hevði búð
í Danmark í hálvtannað ár sam an
við manninum, so hon hevði lært
seg eitt sindur av donsk um, men
nú mátti hon aftur læra seg eitt
fremmant mál.
– Tað er ikki bara bara at læra
før oyskt. Eg haldi, at tað hjálpti
mær nógv, at eg bara hevði før-
oysk ar starvsfelagar fyrstu tíð-
ina. Har vóru ongar filipinskar
ella ensk-talandi, so eg mátti tosa
før oyskt. Tí haldi eg, at tað gekk
skjót ari at læra, sigur Liezel Dahl.
– Eg havi tó eisini verið glað fyri,
at eg dugdi eitt sindur av donsk um.
Telduskipanirnar eru á donsk um,
handbøkurnar eru á donsk um og
nógvir avloysarar, bæði læknar,
sjúkrasystrar og onn ur, eru donsk,
greiðir hon frá.
Mátti flyta til Havnar
Liezel Dahl ásannar, at hon var
hepp in, at hon beinanvegin fekk
eitt starv. Hon hevur verið í starvi
á Klaks v íkar sjúkrahúsið síðani.
Sjálv heldur hon, at møguleikarnir
hjá út lendingum at fáa arbeiði í
Før oy um eru góðir.
– Eg haldi allar tær filipinsku
kvinn urnar, sum eg kenni her í
Klaks vík, hava arbeiði í dag. Tað
krev ur tó, at tú ert fús at taka tað
tak, sum krevst at byrja við. Eg
mátti gera tað, sum skuldi til, fyri
at fáa endaligu góðkenningina. Vit
fluttu til Havnar nakrar mán að ir,
tí eg mátti arbeiða á Lands sjúkra-
hús inum eina tíð fyri at prógva, at
út búgving mín var fullgóð, greiðir
Lie zel Dahl frá.
Tú mást prógva títt virði
Hon heldur, at arbeiðsgevarar sum
heild eru jaliga sinnaðir mótivegis
út lend ingum.
– Tað eru fleiri leys størv, vit
mangla radiografar, vit mangla
lær ar ar, men um tú skalt fáa hesi
størv ini, so mást tú gera tað, sum
skal til. Tú mást fara í holt við
Sund hedsstyrelsen fyri at fáa út-
búgv ingina góðkenda, tú mást læra
teg føroyskt og helst danskt eis ini.
Tað krevur nógv, men tað er neyð-
ugt, sigur Liezel Dahl.
Hon hevur eisini eina tøkk at
bera manninum, Heini Ziska Dahl,
fyri sína hjálp í øllum hesum.
– Tað krevur eisini sera nógv
av makanum, tí tað er sera tíð ar-
krevjandi at samskifta við mynd-
ug leikarnar, bæði her í Føroyum
og uttanlands, men tað er neyðugt,
sig ur Liezel Dahl.
Hvørjar framtíðarætlanir hevur
hon so nú?
– Eg eri føroyingur nú. Eg skal vera
her inntil eg blívi gomul og havi tað
gott, bæði her í Klaksvík og á Klaks-
vík ar Sjúkrahúsi, sigur hon.
– Tað er gjørligt at fáa starv í Føroyum, men tað krevur tó, at
tú ert fús at taka tað tak, sum krevst at byrja við, sigur Liezel
Dahl, sum starvast sum radiografur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
ARBEIÐSGEVARAR
ERU JALIGA SINNAÐIR