hósdagur 24. august 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017
SOSIALURIN 98
14
TEMA: Útlendingar í Føroyum
14
DANJAL AV RANA
H
on er útbúgvin siv il-
verk frøðingur inn an
olju ídnað og vónirnar
um at fáa eitt arbeiðið
inn an olju vinnuna í Føroyum
vóru góð ar. Bjartskygni valdaði í
Føroyum um eina komandi olju-
vinnu.
– Meg minnist, at eg spurdi fólk,
um eg mundi fara at fáa arbeiði í
Før oyum. Jú, søgdu tey, Tú hevur
eina góða útbúgving og í Føroyum
eru tað bara fólk, sum ikki vilja arb-
eiða, finna ikki arbeiði, var svar ið.
Tey kundi ikki tikið meiri feil, sigur
Andreea Lygia Popescu.
Komin til Føroya sendi hon so
umsóknir um starv til øll ølju fe løg-
ini, sum tá vóru í Før oy um. Har var
tó einki at fáa.
– Eg fekk svar frá tveimum
teirra. Einki starv var tøkt júst tá,
men tey takkaðu fyri áhugan, segði
hon.
Tað gekk long tíð, áðrenn hon
fekk nakað starv. Hon greiðir frá,
at hon søkti eftir øllum møgu lig-
um størvum, alt frá teknikarum
av ymiskum slag til vaskifólk. Ein-
asta, sum hon ikki søkti, vóru størv
á fiskiavirkjum og á dagstovnum.
– Eg gekk arbeiðsleys í trý ár. Tá
fekk eg, gjøgnum mannin, starv
sum krambakvinna í Shellstøðini
á Frælsinum. Hann arbeiddi eisini
hjá Shell. Eg var sera fegin um endi-
liga at hava fingið eitt starv, greið ir
Andreea Lygia Popescu frá.
Við tíðini fór hon tó at van trív-
ast í starvinum. Sjálvt arbeiðið var í
lagi, segði hon, men har vóru nøk ur
børn í grannalagnum, sum høvdu
til fragd at arga hana, tí hon ikki
tosaði so væl føroyskt. Tað tók
gleð ina um starvið burtur og stutt
seinni fór hon í starv sum vaski-
kona í SMS, gjøgnum ISS.
Vónin kyknar
Í 2006 fekk hon so endiliga eitt
starv í samsvar við sína útbúgving.
– Ein ráðgevandi fyritøka í
Havn bjóðaði mær arbeiði sum
verk frøðingur. Tað var gaman í
ikki innan oljuverkfrøði, sum er
mítt serøki, og tí var hetta eitt sera
av bjóðandi starv fyri meg. Mær
dámdi tó væl í starvinum, men tá
fíggj arkreppan kom í 2009, rakti
tað eisini fyritøkuna og eg bleiv
upp søgd, sigur Andreea Lygia
Popescu.
Síðani kom aftur eitt longri tíð-
ar skeið í arbeiðsloysi. Í 2011 fekk
hon arbeiði aftur, fyri eina nýggja
off shore-fyritøku í Føroyum. Tað
var ein roynd at fáa fyritøkuna á
føt ur í Føroyum, men tað gekk tí-
verri ikki, og skrivstovan bleiv latin
aftur í 2014.
Føroyska oljuævintýrið var
kámað nógv, og vónirnar hjá
Andreeu Lygiu Popescu at arb eiða
sum oljuverkfrøðingur somu leið is.
– Eg tók tá eina avgerð um, at eg
mátti byrja at læra okkurt nýtt. Eg
var jú blivin 45 ára gomul. Eg fór tí í
starvs venjing á Sjóvinnustýrinum
heyst ið 2014. Tað dámdi mær væl,
men tá venjingartíðin var av, fekk
eg boð um, at Sjóvinnustýrið ikki
hevði ráð til at bjóða mær fast
starv, sigur hon.
Árið eftir fekk hon starv hjá ein-
u m shippingfelag, men bleiv upp-
søgd, tá felagið í 2015 misti fleiri
lang tíð ar avtalur. Hon fekk kortini
stutt seinni bjóða sítt gamla starv í
Sjó vinnustýrinum aftur, tó einans
sum tíðaravmarkað starv.
Mugu duga danskt
Andreea Lygia Popescu sigur, at tað
kanska er torført at seta fing urin
á ávísar orsøkir til, hví tað hevur
verið so torført at fáa starv. Ein
orsøk er tó heilt víst, at út lendingar
mugu læra ikki bara før oyskt, men
eisini danskt.
– Eg lesi, skrivi og tosi føroyskt.
Eg fái ofta at vita, at eg tosi so gott
føroyskt, men kortini havi eg fingið
at vita, at eg ikki tosi nóg væl til at
verða sett í starv. Tað er eitt sindur
hugstoytandi, sig ur hon.
- Ein annar trupulleiki er, at í
nógv um starvslýsingum verður
sett sum krav, at umsøkjarin dug-
ir føroyskt, enskt og eitt norð-
ur lendskt mál. Tá eru allir ikki-
norð ur lendingar fyri vanbýti, tí
tá er talan um, at vit skulu duga
trý fremmandamál, sum eru púra
fremm and fyri okkum. Hetta sær
út sum ein háttur at gera mismun
móti ikki-norðurlendingum, sigur
hon.
– Á føroyska arb eiðs markn-
að in um er eisini sera torført at
klára seg uttan at duga danskt, tí
hó ast meginparturin av sam skift-
in um við onnur er á føroyskum,
so er ómetaliga nógv skrivligt
til far einans á donskum, so sum
vegleiðingar, læribøkur og hand-
bøk ur til ymiskar maskinur og tól,
sig ur Andreea Lygia Popescu
Nú er Andreea Lygia
Popescu aftur arbeiðsleys.
– Føroyar eru eitt vakurt land og
her er vert at liva, men onkuntíð
kenn ist tað vónleyst og eg havi
hugs að um at flyta heim aftur. Eg
kenni eisini fleiri, sum komu higar,
men sum eru farin avstað aftur. Tá
ein sendir so nógvar umsóknir og
fyri tøkurnar í flestu førum als ikki
brýggja seg við at geva eitt svar, so
føl ir man seg onkuntíð virðisleysa,
sig ur hon.
Andreea Lygia Popescu
úr Rumenia hevði
eitt gott starv sum
sivilverkfrøðingur í einum
amerikanskum oljufelag
í heimlandinum, tá hon
og maðurin valdu at
flyta til Føroya í 2002
OLJU -
DREYMURIN
BRAST