Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017 SOSIALURIN 98 17 gerast foreldur er tað mest fantastiska, sum kann henda fyri ein, og tað hevði eisini sína ávirkan á mína hugsan til tatoveringar. Íblásturin til mínar tatoveringar fekk eg frá mær sjálvari, og tað kom úr hjarta mínum. Ein tatovering hevur sína søgu, og tað hava mínar eisini. Hví valdi tú júst hetta motivið? Mínir synir hava alt at siga fyri meg, og tí fekk eg nøvnini hjá teimum tatoveraði á mín arm. Teir eru mín lívsgleði, har mítt hjarta bankar fyri teimum. Eg havi tatoverað nøvnini hjá teimum á armin, saman við orðunum “mín lívsgleði”, sum teir jú eru fyri meg. Síðani havi eg eisini tatoverað eitt bankandi hjarta, tí mítt hjarta fer altíð at banka fyri teimum. Hví er tað umráðandi, at fáa navnið á børnunum á kroppin? So komi eg altíð at síggja nøvnini hjá teimum, og eg goymi hana heldur ikki burtur, tí meiningin er at hon skal síggjast, so øll kunnu síggja, hvat mínir synir hava at siga fyri meg. Mín meining er eisini, at tatoveringar skulu síggjast og ikki goymast burtur, tí annars er eingin orsøk til, at fáa sær tatovering. Mær hevru altíð dámt væl tatoveringar, tí tað er so sjarmerandi og vakurt, men eg haldi eisini at tað skal verða við máta. Hevur tú aðrar tattoveringar, og ætlar tú tær fleiri? Eg havi ikki aðrar tatoveringar, men eg havi ætlanir um at fáa mær fleiri, sum eisini hava nakað at siga fyri meg. DAIMI LIND POULSEN 26 ÁR ERI ÚR OG BÝR Í VESTMANNA Hvørjar hugsanir gjørdi tú tær, áðrenn tú fekst tær tattoveringina? Mær dámar sera væl tatoveringar, og mær dámar serliga tatoveringar, ið hava týdning fyri ein, tískil valdi eg at fáa navni á dótturini á armin. Eg fann mær íblástur á netinum og hjá tatovørinum Dia Jacobsen. Hví valdi tú júst hetta motivið? Eg valdi, at tatoveringin skuldi verða eitt hjarta av tí, at eitt hjarta symboliserar kærleika. Somuleiðis valdi eg navnið og føðidato hjá døtturini, tí hon hevur størsta týdning fyri meg. Tatoveringin er eitt hjarta, har navnið á dótturini og føðidato hennara er ein partur av hjartanum. Eg valdi hesa tatoveringina tí hjartað symboliserar kærleika, og tatoveringin vísir kærleikan, ið eg havi til dóttur mína. Hví er tað umráðandi, at fáa navnið á barninum á kroppin? Eg haldi, at tað er vakurt við tatoveringum. Serliga tatoveringum, ið hava nakað at siga fyri ein. Eg haldi, at navnið á barninum, ið er tað týdningarmiklasta fyri ein, er nakað av tí vakrasta, sum ein kann prýða kroppin við, um man er til tatoveringar. Hevur tú aðrar tatoveringar, og ætlar tú tær fleiri? Ja eg havi tríggjar aðrar. Nakrar stjørnur á fótinum og á herðablaðnum, og ein summarfugl á síðuni á búkinum, sum er ein systra tatovering, og hana eri eg eisini sera glað fyri. Eisini ætli eg, at nøvnini á komandi børnum mínum skulu á kroppin. døtturini, tí hon hevur børnu mínu skulu krop ELIN JOHNSDÓTTIR 38 ÁR ÚR HAVN BÝR Í VESTMANNA Hvørjar hugsanir gjørdi tú tær, áðrenn tú fekst tær tatoveringina? Eg havi altíð viljað fingið mær onkra tatovering, men eg havi ongantíð vitað, hvat tað skuldi verða. Eg haldi, at tað er flott við tatoveringum, um tað ikki er alt ov nógv. Í vár vann eg eina kapping á Facebook hjá einum tatovøri, og so var bara at leypa út í tað og fáa sær eina. Hví valdi tú júst hetta motivið? Eg leitaði á google og á Pinterest, og har var nógv ymiskt at finna. Eg vildi hava okkurt, sum minti meg má børnini, so sum navn ella føðidato. Tá eg leitaði eftir íblástri, fann eg eina mær dámdi væl, tí hon var einkul við trimum hjørtum við nøvnunum á børnunum í strikuni, har hjartað er teknað. Eg vildi hava eina einkulta tatovering, og børnini fara altíð at vera í hjarta mínum. Hví er tað umráðandi, at fáa navnið á børnunum á kroppin? Eg haldi ikki, at tað er umráðandi, at fáa nøvnini á børnunum á kroppin, men nú tá eg skuldi fáa mær eina tatovering, so vildi eg hava okkurt, sum eg visti, at eg ikki fór at angra Hevur tú aðrar tatoveringar, og ætlar tú tær fleiri? POULA-MARI CLEMENTSEN 31 ÁR AV SANDI BÝR Í ESBJERG Hvørjar hugsanir gjørdi tú tær, áðrenn tú fekst tær tatoveringina? Eg vildi hava eina tatovering við nøvnunum hjá døtrunum á. Síðani varð nógv hugsað og leitað á netinum. Tá eg kom fram á “Endless Love sirkulin” var eg seld. Hví valdi tú júst hetta motivið? Endaleysur kærleiki er kærleikin, sum man hevur til børn síni, og tí vildi eg hava hann saman við nøvnunum. Fyri at gera tatoveringina persónliga vildi eg hava tvær stjørnur í sirkulin. Hetta symboliserar, at báðar døtrarnar eru føddar sum stjørnukikkarir. Hjarta á tatoveringini symboliserar kærleikan til døtrarnar, og sjálvandi eru tær mammusa hjørtu. Tatoveringin er á vinstra armi, og tað er tættast við mítt hjarta. Hví er tað umráðandi, at fáa navnið á børnunum á kroppin? Eg havi altíð sagt, at eg vil hava nøvnini á børnunum tatoveraði á kroppin. Eg síggi tatoveringar, sum eina smykku, ið er har alt lívið. Eg eigi míni børn, og tær fara altíð at vera mínar (og okkara sjálvandi). Hendan tatoveringin er tann mest persónliga, og eg havi saman við tatovørinum gjørt hana til mína egnu. Hevur tú aðrar tatoveringar, og ætlar tú tær fleiri? Eg havi fimm aðrar tatoveringar, og eg haldi ikki, at eg sigi, at eg ongantíð fari at fáa fleiri. Tó, so verða tær alsamt meir persónligar við týdningi, eldri eg verði. persónligar við týd v