Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017 SOSIALURIN 98 18 FISKIVINNA Alt bendir á, at síðani vit fingu lógina um vinnuligan fiskiskap, hevur umsitingin verið ov tilvildarlig í fiskimálaráðnum STÓRIR MANGLAR Í UMSITINGINI AV VEIÐILOYVUNUM ÁRNI GREGERSEN L øgtingsins Umboðsmaður vildi fyri skjótt trimum árum síðani hava eina frágreiðing frá fiski­mála­ ráð­num um, hvussu tey gjøgnum ár­ini hava umsitið veiðuloyvini, sum øll skip higartil hava skula havt fyri at sleppa at fiska. Í gjár staðfesti umboðsmaðurin, at hann ikki ger meira við málið, tí landsstýrið arbeiðir við einari nýggjari fiskivinnuskipan. Tað er ikki eydnast at fáa eina við­merking frá Sólju í Ólavstovu, um­boðs­manni, um, hví hon annars hevur slept málinum, men tað kemur rættuliga greitt fram í hennara boðum, at tað hevur ikki verið lætt at arbeiða við málinum. Umboðsmaðurin bað í 2014 um eina frágreiðing frá fiski­mála­ráð­ num og hevur síðani sett ráð­num nakrar spurningar. Men ikki fyrr enn í februar í ár fekk umboðsmaðurin svar frá ráð­ num. Umboðsmaðurin bað fiski­ málaráðið greiða sær frá, hvussu ráðið tryggjar sær, at tað altíð er samsvar millum veiðiloyvi, fiski­ orku og fiskiloyvi. Spurningarnir vóru: 1.    Hvørji skjalfest prógv hevur ráðið fyri, at fiskiorkan ikki økist, tá afturvendandi broytingar fara fram í einum veiðiloyvi í sam­bandi við samanleggingum av veiði­loyv­ um? 2.    Hvussu skjalfestur ein um­ søkjari av einum veiðiloyvi, hvørji rætt­indi hann hevur til fiskiskap, fiski­orku v.m., tá hann onki veiði­ loyvi hevur, sum prógvar hetta? 3.    Hvussu skrásetur Fiski­mála­ ráð­ið tær ymisku samanleggingar og broytingar í einum veiðiloyvi? Flyting av veiðiloyvum Veiðiloyvini eru eitt slag av skrá­ set­ingarskjali, sum skip skulu hava fyri at sleppa at fiska. Tí er tað avgerandi at vita, hvør hev­ur hesi loyvir, men tað hevur fiski­ málaráðið onki yvirlit yvir. Um­ boðs­maðurin skrivar: Í  frágreiðingini frá Fiski­mála­ ráð­num verður sagt, at veiðiloyvini ikki hava verið skrivað sum ser­ stakt skjal. Frumrit ella avrit av veiðiloyvum eru tí hvørki ávika­ vist send skipaeigara ella goymd í skjalagoymsluni hjá Fiski­mála­ ráð­num. Fiskimálaráðið sigur sam­ stundis, at ráðið ikki hevur nakra skrásetingarskipan viðvíkjandi veiðiloyvum og heldur onki serstakt skjal yvir hesi veiðiloyvi. Umboðsmaðurin er ikki tann einasti, sum vil hava at vita, hvat er farið fram í fiskimálaráðnum. Mál­ið hevur verið í tinginum, har landsstýrismaðurin við fiski­vinnu­ málum heur ásannað, at okkurt má gerast og fyrst av øllum ein eftir­ meting. Løgmaður hevur kravt tað sama og hevur biðið landsstýrismannin við fiskivinnumálum lata seg frætta, tá ið ein eftirmeting fyri­ ligg­ur. Kringvarpið royndi at fáa eitt svar frá Høgna Hoydal, lands­ stýris­manni, hósdagin, men tá hevði hann onga viðmerking. Nýggj skipan Tað vekir undran, at Um­boðs­ mað­urin hevur slept málinum, tí landsstýrið er á veg við eini ný­ skipan av fiskivinnuni. Longu í 2014, tá ið um­boðs­ maður­in fór inn í málið, vóru øll veiðu­loyvir uppsøgd at fara úr gildi á midnátt 31.desember í ár. Tað tykist eitt sindur undrunarvert, at málið tí verður slept av hesi orsøk. Kanningin hjá umboðs­manni­ num var av tí, sum er farið fram. Og sjálvt um nýggj lóg er á veg, so byggja rættindini so ella so á tey veiðiloyvi, sum eru latin eftir gomlu og núgaldandi lógini um vinnu­ligan fiskiskap. Við tí longu og tungu máls­ gongd­ini, so bendir eisini nógv á, at umboðs­maðurin sleppir málinum, tá ið hann fær høv til tess, tí hetta er so tungligt at fáast við. Grundleggjaandi staðfestir um­boðs­maðurin, at tað ikki hevur verið skil á umsitingini í fiski­ málaráðnum. Hon tók sjálv málið upp og politiskt er tað eisini nevnt fleiri ferðir. Seinst fyri nøkrum mánaðum síðani, tá ið lands­stýris­ maður lovaði at koma við einari eftirmeting til løgmann. Politiski trupuleikin er, at politikarar úr fleiri flokkum sita við ábyrgdini fyri svansi og mangl­andi skráseting í ráðnum gjøgn­um seinastu góð 20 árini. Ti er ágangurin ikki so ógvusligur, sum hannn hevði verið, hevði ein flokk­ur einsamallur havt umsitið fiski­mál. Komandi rættindfi at fiska fara í stóran mun at byggja á gomlu veiðiloyvini Løgtingsins umboðsmaður, Sólja í Ólavstovu, hevur slept málinum um at kanna umsitingina av veiðiloyvum í fiskimálaráðnum