Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017 SOSIALURIN 98 19 RÚSDREKKA OG RÚSEVNI Í næsta mánað fer Løgtingið at umrøða hvønn rús­ drekka- og rúsevnapolitikk vit skulu hava í framíðini ÁKI BERTHOLDSEN – Vit skulu leggja nógv størri dent á at fyribyrgja, at ungfólk fara at drekka, ella at brúka rúsevni. Tað sigur Sirið Stenberg, lands­ stýriskvinna í heilsumálum. Í løgtinginum mikudagin reisti Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spurningin um nýtsluna av rúsdrekka og rús­ evn­um í Føroyum, tí hann vildi hava at vita, hvørjar ætlanir, sam­ gong­an hevur á økinum. Í hesum sambandi upplýsti Sirið Stenberg, at rúsdrekka og rús­evni er eitt økið, sum stórur politiskur dentur verður lagdur á næstu tíðina. Nøkur stig eru longu tikin. Í hesum sambandi eru Heilsu­mála­ ráð­ið og Almannaráðið farin undir eitt samstarv um viðgerartilboð til ung við tí endamáli at tað ikki skal vera neyðugt at senda ungfólk av landi­num til viðgerar. Her er mangan talan um ungfólk, sum ikki bara hava rúsevna- og rús­ drekka­tiltrupulleikar at fragast við, tí ofta hava tey eisini sosialar trupul­leikar, og annað at dragast við og av tí, at onki viðgerartilboð var til tey í Føroyum, vórðu tey send av landinum, men nú skulu tey kunna fáa viðger í Føroyum. Samstundis er listin yvir ólóglig evni dagførdur og tað er ein stór hjálp hjá tollarunum. Teir kunnu nevni­liga bara leggja hald á tey evni, sum standa nevnda á listanum, so hóast teir vita, at summi evni verða brúkt sum rúsevni, mugu teir tískil lata tey fara, bara tí at tey ikki standa á listanum. Men tað fyrsta stóra stigið verð­ ur tikið longu í næsta mánað, tá ið hon fer at skipa fyri aðalorðaskifti í Løgtinginum um, hvønn politikk vit skulu hava í framtíðini í sam­ bandi við rúsdrekka og rúsevni. Í Heilsumálaráðnum eru tey við at leggja síðstu hond á eitt upplegg til hetta aðalorðaskifti, og tá ið tað verður, fáa løgtingslimir høvi til at siga sína hugsan. Størri dent á fyribyrging Sjálv heldur landsstýriskvinnan, at í framtíðini eiga vit at leggja nógv størri dent á tað fyribyrgjandi arbeiði, heldur at kalla, bara hugsa um at útvega viðgerðartilboð til tey, sum eru komin í óføri av rús­ drekka ella rúsevnum. –  Viðgerðartilboð eru góð og neyðug, men framyvir eiga vit at leggja størri dent á at fyribyrgja, at fólk koma sær í óføri og tí eiga vit at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk á øllum økjum, sigur hon. Og har trupul­leikar stinga seg upp, skulu vit vera før fyri at lofta teimum í føð­ingini, áðrenn tað endar galið, heldur hon. Samstundis vísir hon á, at myndugleikar, sum hava við slík viðurskifti at gera, Taks, løgregla, og onnur, halda ikki, at talið á mis­ brúkarum veksur. Men teir mis­ brúk­ar­ar, sum eru, eru verri fyri enn áður, tí teir misbrúka nógv fleiri evni enn tað var vanligt fyrr. Haraftursat sigur hon, at kann­ ingar vísa, at fleiri ung fara at drekka longu 15 ára gomul, ella enn­tá fyrr og tískil eiga vit at seta til­tøk í verk, sum kunnu forða fyri tí. Hvørji ítøkilig tiltøk kunnu verða sett í verk, heldur hon, at tað er ringt siga, men tað er greitt, at skal tað eydnast, skal arbeiðast á fleiri økjum.  – Í høvuðsheitum snýr tað seg um at bøta um trivnaðin í familjuni við einum góðum familjupolitikki, bæði eini góðari barsilsskipan, góð­ um ansingartilboðum, og øðrum. Men tað snýr seg eisini um at fáa ein virknan trivnaðarpolikk í dag­ stovn­um og í skúlum, leggur hon afturat. Sum heild eigur endamálið við førda politikkinum á hesum øki at tryggja, at foreldur og børn fáa betri umstøður til at vera saman, tí tað vísir seg, at nærveran ímillum børn og foreldur hevur stóran týdn­ing fyri, hvussu børnini klára seg, heldur landsstýriskvinnan.   Heldur fleiri Rúsur Annars heldur Sirið Stenberg, at skipan­in, vit hava við Rúsuni, er góð, og eigur at verða varðveitt. Hon sigur enntá, at hon vil heldur hava fleiri Rúsur kring land­ ið enn at vit fáa fría rús­drekka­sølu í Føroyum. –  Verður tað mett at vera neyðugt, kann Rúsan heldur fáa fleiri deildir runt um í landinum, enn at vit fáa fría rúsdrekkasølu, sig­ur Landsstýriskvinnan. – Tað er semja um, at tað, sum ávirk­ar rúsdrekkanýtsluna í ein­ um landi eina mest, er prísurin á rúsdrekka, og hvussu lætt tað er at fáa fatur á, og heilsufakliga er tað tískil skeivt at hava fría rús­drekka­ sølu í Handlunum, heldur hon. Hon vil heldur hava fleiri Rúsur kring landið enn at vit fáa fría rúsdrekkasølu VIT SKULU FYRI­ BYRGJA AT FÓLK KOMA Í ÓFØRI Rúsdrekka og rúsevni er eitt øki, sum vit nú fara at leggja stóran dent á, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum