Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017 SOSIALURIN 98 21 Leys størv á Landssjúkrahúsinum Deildarleiðari til Psykiatriska depilin/P40 Umsóknarfreist 30. august 2017 Læknaskrivari til Medisinska depilin Umsóknarfreist 14. September 2017 Sjúkrarøktarfrøðingur til Medisinska depilin/B6 Umsóknarfreist 13. September 2017 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo EYÐUN KLAKSTEIN S einasta árið hevur Hallur Joensen spælt konsertir í útlondum sum ongantíð. Hann flutti saman við kon­uni og soninum Alex til Danmarkar at búgva, og hesa tíðina hevur hann havt eina langa røð av framførslum í Danmark og aðrastaðni. Hesa vikuna er Hallur Joensen stadd­ur í Hetlandi, har hann skal hava tríggjar konsertir saman við gitt­ar­spælaranum Beddi Hansen og einum hetlendskum bólki, sum plag­ar at spæla undir hjá honum í Het­landi. Hallur sleppur heim at venda í ein dag ella tveir, og síðani skal hann til Íslands at spæla á coun­ try­festivali á Selfossi. – Eg havi spælt óvanliga nógv utt­an­lands í ár. Eg ætlaði at gera nýggja fløgu, men eg havi ikki havt stundir til tað, tí tað hevur alla­tíðina verið okkurt á skránni, sig­ur Hallur Joensen. Heimligt í Hetlandi Hallur Joensen vitjar í hesum døg­ um fyri sættu ferð í Hetlandi. Vitj­ aninar í Hetlandi eru blivnar aft­ur­ vendandi, og Halli dámar sera væl at spæla fyri hetlendingum. – Tað er hugaligt at vitja í Het­ landi. Nú hava vit verið her so ofta, at tað kennist heimligt, og vit kenna fólk aftur. Eg plagi at siga við hetlendingar, at hetta er mítt ann­að heim, sigur Hallur Joensen. Hann skal spæla tríggjar kon­sert­ir komandi dagarnar –  tvær verða í Lerwick og ein verður í Skeld. Gitt­arspælarin Beddi Hansen er við Halli, og afturat sær hava teir bólk­in hjá Brian Nicholsen, sum eig­ur musikkhandilin í Lerwick. –  Hetlendingum dámar væl tradi­ti­on­ellan countrytónleik, og tað pass­ar mær sera væl. So kann eg spæla teir gomlu sangirnar hjá Hank Williams og øðrum. Eg spæli eis­ini onkrar føroyskar sangir, og á tann hátt fái eg umboða Føroyar her eisini. Hvørjaferð eg eri her, siga hetlendingar, at teir sakna Norr­ønu. Í gjár sang Hallur Joensen í ein­ari kirkju, og hann fer eisini at spæla á sjúkrahúsi. – Vit plaga at spæla ymsastaðni, með­an vit eru her. Fríggjadagin fari eg at spæla fyri dialysupatientum á sjúkra­húsinum, og ivaleyst verður onk­ur onnur spontan framførsla eis­ini, sigur Hallur Joensen. Flyta heim Tá ið Hallur Joensen og konan Ann­ika fluttu til Danmarkar í fjør, var tað fyri at vita, um 17 ára gamli son­urin Alex, sum er aspergari, kundi fáa onkur hóskandi tilboð. Tey hildu seg ikki finna nakað í Før­oy­um, sum passaði honum. 1. september flyta Hallur og kon­an heimaftur til Klaksvíkar at búgva, meðan Alex verður verð­andi eftir í Herning, har hann er slopp­ in inn á skúla, sum hevur serliga til­rætta­lagda ungdómsútbúgving. Eis­ini skal Alex flyta í eina ung­ dóms­íbúð. – Tað sigur seg sjálvt, at tá ið vit flyta niður við Alex fyri at leita eft­ ir hóskandi tilboði til hansara, og vit nú kunnu lata hann vera eftir í Dan­mark, so hevur tað gingið ser­stak­liga væl við tí. Hann klárar seg so væl nú, at hann verður eftir í Hern­ing, og tað eru vit sera fegin um, sigur Hallur Joensen. Hann gleðir seg til at flyta heim aft­ur til Føroya at búgva. – Eg kann ferðast nógv, men eg veri altíð føroyingur, og tað verður gott at koma heim aftur at búgva, sig­ur Hallur Joensen. Countrykongurin, sum komandi dagarnar spælir konsertir í Hetlandi, flytur í næstum heim aftur til Føroya at búgva HALLUR FLYTUR HEIM AFTUR Hallur Joensen og Beddi Hansen í Lerwick, har teir spæla konsertir í hesum døgum