hósdagur 24. august 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017
SOSIALURIN 98
22
BRÚDLEYP
AVGERÐIN UM
AT GIFTAST
HANS: Vit høvdu í eina tíð tosað eitt sindur um
hetta, tí vit ætlaðu okkum niður at lesa og ynsktu
tí at giftast áðrenn. Summarið 2016 vóru vit
saman við familjuni hjá Kristinu á ferð í Norra
og Danmark. Hetta var beint áðrenn, at Kristina
skuldi á bíbilháskúla í Danmark í 5 mánaðar,
tí visti eg, at leingi varð, til vit sóust aftur. Eg
keypti forlovilsisringin hjá Kristinu hjá einum
gullsmiði í Norra.
29. juli fóru vit ein gongutúr framvið
kanalini í Christianshavn. Vit gingu leingi og
settu okkum fleiri ferðir niður á benkur og
annað, men endaðu við at ganga viðari, tí so
nógv fólk vóru allastaðni. Einaferð var ein lítil
løta, har vit vóru einsamøll, og tá skundaði eg
mær at fara á knæ.
KRISTINA: Eg hevði alt kvøldið ein stóran illlgruna,
tí eg helt meg hava sæð eskjuna við ringinum í.
Meðan vit gingu túr, bíðaði eg bara til Hans fór á knæ,
men einki hendi, og vit forsettu bara at ganga. Eg byrjaði
so at hugsa, at eg mundi hava sæð okkurt annað enn eina
eskju til ringar. Knappliga fór Hans so niður á knæ. Sjálvt
um tað ikki var óvantað, varð eg ordiliga glað.
BRÚÐARDAGURIN
Vígslan var kl. 15 í Christianskirkjuni. Eftir hetta høvdu vit
ein drekkamunn (móttøku) í kirkjukjallaranum, har vit kundu
steðga og vera eina løtu saman við teimum, sum vóru komin
til vígsluna. Kl. 20 høvdu vit døgurða saman við teimum
nærmastu á Hotel Klaksvík. Dagin eftir høvdu vit brúðarhús
frá kl 16 og úteftir. Vit ivaðust leingi í, um vit skuldu hava
móttøku eftir vígsluna og brúðarhús dagin eftir vígsluna, tí
hesi bæði kunnu minna nógv um hvørt annað. Vit eru nú sera
glað fyri, at vit valdu at hava bæði. Tá vit bert høvdu døgurða/
veitslu fyri 16 av teimum allarnærmastu, vóru sjálvsagt fleiri
í familjuni og av vinfólkunum, ið ikki vóru við. Tí var deiligt,
Einkult
brúdleyp
Einkult
E
b
dl
brúdleyp
b
og inniligt