Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. AUGUST 2017 SOSIALURIN 98 23 at vit kundu heilsa upp á tey beint eftir vígsluna og hava ein drekkamunn saman við teimum. Til brúðarhús var møguleiki hjá okkum at práta við fleiri gestir, tí hetta strekti seg yvir alt kvøldið. Hví júst hetta slag av brúdleyp?: Vit ynsktu ikki at verða stressaði av planleggingunum, og vildu bara hava eitt einkult brúdleyp. Tí valdu vit heldur ein døgurða fyri teimum nærmastu, ístaðinfyri eina størri veitslu. Hetta eru vit eisini glað fyri aftaná, tí dagarnir upp undir brúdleypið ikki vórðu stressaðir. Brúðarkjólin KRISTINA: Eg eri so heldig at hava eina mostir, sum er skraddari. Hon seymaði brúðarkjólan, og eg var við til at avgera, hvussu hann skuldi síggja út, so hann bleiv akkurat, sum eg ynskti tað. Klæðini hjá brúðgóminum Hans var í vanligum, svørtum klædningi, sum hann átti frammanundan. Harafturat var hann í svørtum vesti og butterfly. Tað besta við degnum Dagurin var sera góður, og tað er ringt at velja burturúr, hvat var tað besta. Hædd ar- punktið var sjálvandi, at vit blivu gift. BRÚÐAR FERÐIN Eftirsum vit ikki gjørdu so nógv burturúr veitslu, vildu vit sleppa á eina serliga brúðarferð. Vit høvdu ikki nakað ávíst ynski um ferðamál, men spurd u bara ferða skriv- stov una Fonn Flog um nøk ur ym isk til boð. Burt ur úr hes- um valdu vit Rhod os. Vit fóru av stað 2 dagar eft ir brúdleypið og steðgaðu 10 dag ar á Rho- dos. Longd in á ferðini var akku rat passa- lig. Hotellið var sera lekkurt og væl eydnað til brúð arferð. Høvdu vit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?: Tá vit skuldu avstað á brúðarferð, flugu úr Føroyum tíðliga mánamorgun. Brúðarhús hevði verið kvøldið fyri, so vit vóru sera troytt. Um vit kundu broytt nakað, so høvdu vit bíða 1-2 dagar við at fara avstað, so vit kundu slappa eitt sindur av áðrenn. Hvør tók myndirnar: OPHfoto tók myndirnar. Tey tóku myndir undir vígsluni, móttøkuni, familjumyndir og brúðarmyndir av okkum báðum. Eftir sjálvan dagin eru bert myndirnar og minnini eftir, tí ynsktu vit at raðfesta góða myndatøku, so vit hava tað til minnis um dagin framyvir. Hvør gjørdi hár, makeup, negl, blómur osfr.: Ein vinkona hjá mær gjørdi hár og makeup hjá mær. Tað var nakað heilt serligt, at ein, sum eg kenni pyntaði meg til dagin. Avera vælvera í Klaksvík gjørdi neglirnar. Blómuhandilin Flora í Klaksvík gjørdi brúðarbukett, blómukransin, sum eg hevði í hárinum, og annað pynt. KRISTINA ATLADÓTTIR RASMUSSEN OG HANS ARGE POULSEN Kristina er 20 ára gomul og er akkurát byrjað at lesa økonomi í Keypmannahavn. Hans er 26 ára gamal og hevur lært til timburmann hjá Kanjon. Bæði eru úr Klaksvík og nú búsitandi í Keypmannahavn. Dato fyri vígsluna: 8. juli 2017 Gestir til veitsluna: 16 - Veitslan/ døgurðin var fyri foreldrum, systkjum við maka og ommum og abbum. Stað fyri vígsluna: Christianskirkjan í Klaksvík Veitslan bleiv hildin: Hotel Klaksvík (Sjómansheimið) Fíggjarætlan: Vit høvdu ikki gjørt okkum nakra fíggjarætlan. Tilsaman brúktu vit uml. 70.000 kr. uppá brúdleypið, tá alt er íroknað. Maturin til brúdleypið: Maturin kom frá Hotel Klaksvík, har sum veitslan eisini varð hildin. Brúðarkøkan: Vit høvdu onga brúðarkøku Njótið dagin, tí hann gongur nógv skjótari, enn ein heldur FRÁ HEIMASÍÐUNI BRUDLEYP.FO LES ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO!