Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99 POLITIKKUR Árni Gregersen Ónøgd við arbeiðsviðurskiftini, hev­ur fingið formannin í lands­ stýr­is­mála­nevndini, Jógvan Skorheim, Sjálv­stýri, at boða frá, at hann ikki long­ur er formaður í nevndini. Landsstýrismálanevndin skal hava eitt slag av parlametariskum eft­ir­liti við, at landsstýrisfólkini røkja sína embætisskyldu og halda seg innanfyri teir karmar, sum lóg­ gáv­an setir. – Eg haldi, at nevndin hevur ógvu­liga torførar umstøður at arbeiða undir. Við teimum før­leik­ um vit hava sum nevnd og skrivari skulu allar kanningar gerast, ella skal ein kanningarstjóri setast og tað er ikki nóg gott, sigur Jógvan Skor­heim. Hann vísir til, at nevndini er heim­ilað at kalla løgmann ella lands­stýrisfólk inn til hoyringar, men at heimildin ikki fevnir um kær­ara. – Taka vit dømi um onkran, sum koyrir bil ov skjótt. Um tað var landsstýrismálanevndin, sum við­gjørdi eitt slíkt lógarbrot, so høvdu vit bert kallað viðkomandi inn, so um hann segði nei, at hann ikki hevði koyrt ov skjótt, so kann nevndin ikki fara víðari við mál­in­ um og kalla onnur vitnir inn, sigur Jógv­an Skorheim. Er hent fyrr Spurningurin um arb­eiðs­um­støð­ ur­nar hjá landsstýrismálanevndini hev­ur fyrr verið uppi at venda, men onki veruligt er gjørt við málið. Landsstýrismálanevndin arb­ eiðir eftir einari starvsskipan, sum er frá februar 2010. Reglugerðin sigur, at skrivarin hjá nevndini skal gera tær kann­ing­ ar, sum nevndin vil hava gjørdar, men megnar skrivarin ikki at gera tað, so kann nevndin seta ein kann­ ing­arstjóra. Skrivarin í nevndini er ein av løg­frøðingunum, sum starvast á skriv­stovuni hjá Løgtinginum. Í ávísum førum kann hon heinta við­merkingar frá kæraranum og ann­ars geva nevndini tilmælir, men ger­ast málini ov umfatandi, so er neyð­ugt við einum kanningarstjora. Tað er hent fyrr, at eitt umboð fyri Sjálvstýrisflokkin er farin úr nevnd­ini. Tað var í samband við út­ grein­ing um útlendskan ognarlut í fiskivinnuni. Í tí sambandi nið­ ur­legði Kári P. Højgaard sín sess í nevnd­ini. Í sambandi við, at Jógvan Skor­ heim hevur sagt seg frá sum for­ mann, so vil hann eisini fegin sleppa úr sjálvari nevndini. – Men enn er ógreitt um hetta ber til. Fari eg úr, so tekur vara­mað­ urin, sum er Kári P.Højgaard við. Tað er ongin loysn fyri flokkin. Vit vilja helst hava, at flokkurin slepp­ ur av við sítt umboð í nevndini, sig­ ur jógvan Skorheim. Vanbligt er, at skulu broytingar ger­ast í býtinum av nevndarsessum, so skulu allar nevndirnar veljast av nýggj­um. Er tað eitt krav í hesum føri, so verður Sjáslvstýri framvegis um­boðað í nevndini, men hevur altso ikki formansskapin, sigur Jógv­an Skorheim. Landsstýrismálanevndin er ein part­ur av føroysku stýrisskipanini og har er greit6t sett í, at nevndin hev­ur heimild at ksallað løgmann og landsstýrisfólk til hoyringar í nevnd­ini. Hetta staðfesti Bjørn á Heygum, løg­frøð­ing­ur, í Degi og Viku fríggja­ kvøld­ið. Jógvan Skorheim heldur, at hetta lættliga eisini kann tulkast so, at løgmaður og landsstýrisfólk skulu møta fyri nevndini um tey fáa boð um tær, men at nevndin sam­stund­is hevur heimld at kalla onn­ur inn til hoyringar. Ov lítil tign Grundleggjandi hevur lands­stýr­ is­málaanevndin ikki serliga høga tign. Hon skal hava eftirlit við lands­ stýr­is­fólkunum og løgmanni, men sjálvd­an verður hon heilt tikin fyri fult. Tað er so at siga bert í teim­um førum, har sum nevndin mæl­ir tinginum til at seta ein kann­ing­ar­ stjóra, at hon verður tikin í álvara. Tá kostar arbeiðið og tá skal tingið gjalda tað, sum tað kostar. Hinar kanningarnar, sum nevnd­in annars ger, hevur ikki ser­ lig­ar útreiðslur við sær. Formaðurin í landsstýrismálanevndini er ónøgdur og leggur formanssessin frá sær FORMAÐURIN RÝMIR ÚR EGNARI NEVND Bjørn á heygum, løgfrøðingaur, staðfesti fríggjakvøldið í Degi og Viku, at nevndin bert hevur heimild at innkalla landsstýrisfólk og løgmann. Jógvan Skorheim, Sjálvstýri, hevur sagt formanssessin frá sær í landsstýrismálanevndini. Hann er ónøgdur við viðurskiftini. Kári P. Højgaard, Sjálvstýri, hevur áður sagt seg úr nevndini.