Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Nú komu boðini, at Trúboðin og Rithøvundurin Zacharias Zacha­ riassen er farin um sýn­una. Zacha­ rias andaðist á Lands­sjúkra­hús­ in­um seinnapartin mánadagin 21. august, har hann hevur ligið sein­ astu vikurnar. Zacharias rundaði tey 82 árini 6. august. Hann náddi kempualdurin, og er tann fyrsti av heiltíðartrúboðarum innan brøðra­ samkomuna í Føroyum, sum hevur nátt tey áttati. Kallið Zacharias Zachariassen var fak­ liga útlærdur sum rørleggjari, men hetta gjørdist ikki hansara lívs­starv, tá hann tíðliga í lívinum kendi kallið at halga sítt lív og sín­ar náðigávur í Harrans verki burtur­av. Zacharias sigur sjálvur í eini út­varpssamrøðu, at tá hann varð greiður yvir, at ynskti bróður hansara eisini var deyvur, eins og fimm onnur av hansara systkjum, so fór hann at hugsa nógv um, at sjálvur hevði hann fingið allar sansirnar. Hetta gjørdist hansara kall, at hann átti at brúka hesa gáv­ una, sum flestu av hansara systkj­ um ikki áttu, at tala Guds orð. Familja Zacharias er føddur og vaksin upp í Mortanstovu í gamla bygdar­ lag­num í Norðragøtu. Hann eit­ ur eftir abbanum í Gøtu, sum var bóndi og kallaðist Zacharias Zacha­rias­sen. Foreldrini vóru Malena og Jákup Zachariassen. Páp­in var úr Norðragøtu, meðan mamman var úr Runavíkini og var dóttur Hans Tausen, sum var fyrsti niðursetimaður í Runavíkini. Malena og Jákup fingu 7 børn, har Zacharias var elstur. Zacharias var giftur Lis, sum er úr Klaksvík, og tey búðu í barn­ dóms­heiminum hjá Zacharias. Børn­ini eru Dánjal, Jákup, Jógv­an, Arni og Pætur. Barna- langabba­ Høvuðsbókaverkið hjá Zacha­rias, vil onkur meina, er bókin »Bíbli­an á føroyskum í hálva øld«. Bókin er ein saklig ritgerð um bíbliu­týðingina hjá Victor Daniel­sen, har Zacharias loysir úr lagdi og doku­menterar nógv, sum ikki áður hevur verið kent av almenninginum. Tí hevur onk­ur komplimenterandi sagt, at Zacharias átti at fingið doktara­ viður­kenning fyri bókina. Lívskósin sett Zacharias kom til persónliga trúgv á Jesus Kristus sum ungur tann­ áringur, tá hann tosaði við pápa sín um hesi viðurskiftini. Tað var hetta vendipunkti í lívi hansara, sum varð startskotið til hansara lívs­leið. Sum 23 ára gamal í 1958 fór hann á bíbliuskúlan, Moorlands Bible College, sum liggur í Suður Onglandi. Har læs hann í trý ár teologi, bíbliuyvirlit, kirkjusøgu, missiónssøgu og onnur viðkomandi evnir, og varð so statt væl fyri bæði andaliga og akademiskt, tá hann kom aftur til Føroyar í 1961, og byrjaði at virka sum ferðandi bíbliu­undirvísari og evangelistur mill­um brøðrasamkomurnar í Før­ oyum. Bíbliuskeið á Zarepta Í samfull 50 ár hevur Zacharias á hvørjum árið bjóðað til bíbliuskeið í Zarepta, sum hvørt ár hevur hevur verið fult teknað, og hann hevur altið verið við sjálvur, har hann ótroyttiliga hevur havt bíbliutímar. Í fjør segði Zacharias frá sær ábyrgd­ina av bíbliuskeiðinum, tá hann gav leiðsluna víðari til Símun Pætur á Torkilsheyggi, sum fyri fyrstu ferð í fjør hevði ábyrgd­ ina av bíbliuskeiðinum. Áðrenn Zacharias gjørdist sjúkur hevði hann ætlanir at vera við á bíbliu­ skeiðinum í ár, sum byrjar sunnu­ dagin 27. september, men so skuldi ikki vera. Zacharias verður jarðaður dagin fyri sum bíbliuskeiði byrjar, leygardagin 26. september. Zacharias og Brynleif Hann stóð undir liðini á Brynleifi Hansen, sála, tá hesin byrjaði barnalegurnar við Áir í 1965 og tá Zarepta varð bygt í Vatnsoyrum fyri 50 árum síðani í 1967. Brynleif átti í Zachariasi ein hollan vin og stuðul, sum eisini kom til sjóndar, tá Brynleif so brádliga varð tikin burtur og Zacharias mátti taka eina enn størri ábyrgd í Zarepta. Zacharias segði mangan, at hann líknaði vinarbandið millum hann og Brynleif við vinarbandið millum Dávid og Jónatan - og nú eru teir aftur saman! Kistan fór av Landssjúkra­ hús­inum fríggjadagin kl. 17:00 Jarðar­ferðin var leygar­dagin 26. september úr Filadelfia í Gøtu kl. 13:00 Tey, sum vilja minn­ast Zacharias, kunnu lata eina gávu til Zarepta. Konta í peninga­stovn­ unum. Kristiliga Tíðindatænastan vil sína samkenslu við familjuni, ið sita eftir við sakninum, og ynskir Guds frið og signing yvir minni eftir Trúboðaran og Rithøvundan Zacharias Zachariassen. Poul Jóhan Djurhuus – ein rødd tagnað! Hermaður Harrans lagt svørðið Zakarias uttast til vinstru við øllum systkjunum og foreldrunum Zacharias Zachariassen Hvat ætlaði Luther? Hvat lærdi hann um dóp? Hvønn leiklut hevði Bíblian í virki hansara? Til at svara áðurnevndu spurn­ ing­um fær fólkakirkjan vitj­an av Lutherkøna Knut Alfs­våg. Í sambandi við 500 ára trúbótar­ hátíðarhaldið fer viðurkendi norski professarin og presturin at hava fyrilestrar runt landið. Knut Alfsvåg dugir at gera fløkt viðurskifti greið, og er lættur at skilja. Talan er um bæði almennar fyrilestrar og fyrilestrar fyri inn­ bodnum. Knut Alfsvåg hevur skrivað fleiri bøkur um Martin Luther millum aðrar Møter med Luther og Skrifter om Kristus, frelsen og kirken, sum báðar komu út fyrr í ár. Skráin fyri hansara vitjan í Føroyum er henda: Hósdagin 31. august, fyrilestur á Fróðskaparseturi Føroya, Søgu- og samfelagsdeildin. Evnið: Hva var det Luther egent­ lig ville? (Fult teknað). Les meira her: https://setur. fo/tidindi/tidindi-single/news/ reformationin-og-avirkan- hennara/ Fríggjadagin 1. september: Presta­ konvent í Tórshavn. Alfs­våg und­ir­ vísir í evninum: Den reforma­toriske oppdagelse og dens konse­kvenser. Leygardagin 2. september: Kirkju­ dagur í Sandoyar prestagjaldi. Fyrraparturin er ætlaður kirkju­ ráðslimum og kirkjutænarum í Sandoyar prestagjaldi. 09:25 Andakt í Sands kirkju. 10:00 Morgunmatur í Ungmannafelagshúsinum á Sandi. 10:30 Evnið: Luthers lív og hansara samband við jødar. 12:00 Døgurði 13:15 Evnið: Lóg og evangelium sambært Lutheri. 15.00-16.00 Evnið: Dópur og trúgv sambært Lutheri. ALMENNUR FYRILESTUR, drekkamuður verður kl. 14:30 øll eru vælkomin. Leygarkvøldið 2. september kl. 19.30 er almennur fyrilestur í Fríð­ rikskirkjuni á Toftum. Evnið er: Skriftens autoritet hos Luther. Sunnudagin 3. september, kl. 11.00, gudstænasta í Fríðrikskirkjuni. Knut Alfsvåg prædikar og Ovi Brim er liturgur. Gudstænastan verður útvarpað. Lutherkøni Knut Alfsvåg vitjar Fólkakirkjuna