Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 U14 dreingir: HB VANN FIMTA ÁRIÐ Á RAÐ Í U14 hjá dreingjum er tað eitt felag, ið situr tungt á trónuni. Tað er HB, sum í ár vann steypafinaluna fimta árið á rað Pætur Albinus Seinastu árini hevur tað verið eitt felag, ið hevur sitið á trónuni í steypa­kappingini í U14 dreingjum – tað, sum áður bleiv kallað fyri smá­dreingir. Tað felagið er HB, sum undan steypafinaluni í ár hevði vunnið hana fýra ferðir á rað. Seinastu trý árini hevur U14-ár­gang­ urin hjá HB eisini vunnið FM, so tað er einki at taka seg aftur í, at hesin árgangurin viðvarandi hevur verið tann besti í landinum seinastu árini. Javnt Dysturin var ikki meira enn byrj­ aður, tá ið HB legði seg á odda 1-0. Tað var ein av U15-lands­liðs­ leikarunum, nevniliga Brian Slyne, sum setti hendan bóltin í málið. Tað gekk eitt lítið korter, og so hevði NSÍ vunnið seg inn aftur í dystin. Tað var ein av mest eyð­ sýndu NSÍ-arunum hendan dystin, Súni Hansen, ið javnaði til 1-1. Hetta var eisini hálvleiksstøðan. U14 dreingir spæla tvær ferðir 35 minuttir. Gjørdu bart Í seinna hálvleiki gjørdi HB bart. Hóast NSÍ hevði nakrar góðar møguleikar, so var tað HB, ið vísti stóran neyvleika frammanfyri mál­ inum og eisini gjørdi fullkomiliga av við teir úr Runavík og har um leiðir. Stutt eftir steðgin var tað Rani W. Sørensen, ið legði HB á odda 2-1. Eina løtu seinni økti Brian Slyne um munin við sínum øðrum máli til 3-1, og beint aftaná – tað var sjey minuttir fyri leiklok – staðfesti Rani W. Sørensen ein tryggan 4-1-finalusigur til HB. Hetta var fimta árið á rað, at HB vann hetta steypið, ið verður kallað Cadbury-steypið. Seinast nakar annar vann hetta steypið var heilt afturi í 2012, tá ið Víkingur vann tað. Hóast HB vann finaluna, so var tað Súni Hansen hjá NSÍ, ið varð kosin dagsins spælari í hesari finaluni. albinus@sosialurin.fo NSÍ – HB 1-4 (1-1) 0-1: Brian Slyne, 3. 1-1: Súni Hansen, 16. 1-2: Rani W. Sørensen, 43. 1-3: Brian Slyne, 60. 1-4: Rani W. Sørensen, 63. Byrjunar- ­uppstillingar NSÍ 79 Jón Petur Thomsen 5 Aleksandur Leitsstein 9 Jørgen Nielsen 11 Marjus Nón 12 Kári Johannesen 16 Súni Hansen 19 Sonni Steinhólm 45 Oddur Tados Heinesen 88 Bergur B. Jacobsen Venjari: Jónstein Petersen HB 1 Aron Matras Joensen 2 Magnus Alexson Hentze 3 Dánjal Nygaard Samuelsen 5 Pætur McLeod Jacobsen 6 Brian Slyne 7 Samuel Johansen Chukwudi 9 Rani Wenningsted Sørensen 10 Ejvind Restorff Mouritsen 12 Emil Weihe Joensen Venjari: Bill McLeod Jacobsen FÓTBÓLTUR HB VANN DRÚGVA FINALU U18 dreingir: Tað gjørdist til eina ógvuliga drúgva finalu, tá ið U18-menninir hjá HB og NSÍ mátti allan vegin til brotssparkskapping fyri at vinna vinnaran, sum bleiv HB Pætur Albinus HB hevði vunnið steypakappingina hjá U18 dreingjum í tvey ár á rað, áðrenn NSÍ í fjør koppaði teimum. Nú vóru tey bæði liðini aftur í steypa­finaluni, og tað gjørdist til eina tætta, spennandi og ikki minst drúgva finalu áðrenn nýggi steypa­ vinnarin varð funnin. Manglaðu Tað kom ikki heilt væl við hjá NSÍ, at teir í finaluni máttu klára seg uttan tveir av profilunum, nevniliga Petur Knudsen og Andri Benjaminsen. Teir báðir vóru við í Effo-hópinum, sum leygarkvøldið skuldi spæla finaluna um Løg­manssteypið ímóti B36, og tískil vildu teir ikki vága nakað við teim­um báðum. HB hevði hinvegin fulla mann­ing, og eitt nú vóru Adrian Justinussen og Daniel Johansen við, sum báðir meira ella minni eru fastir spælarar á besta liðnum hjá HB. Teir báðir vóru væl við til, at HB undan finaluni helst hevði ein lítlan fyrimun. Málleyst HB var omaná í spæli og mál­ møguleikum, men NSÍ helt væl við og fekk í løtum eisini lagt nakað av trýsti hinvegin. Tað kom einki mál í fyrra hálvleiki, og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 0-0. Í seinna hálvleiki var ógvuliga tætt við at avgera finaluna. Serliga ímóti endanum av dystinum, har NSÍ-verjan misti tamarhaldið á einum bólti, og innskifti Leivur Guttesen slapp leysur avstað við málverjanum. NSÍ-málverjin, Eli Joensen, var sum ein køttur út og fekk vart fyri. Eftir hendan møguleikan var rímiliga greitt, at tað ikki fór at koma nakað mál í hesari finaluni. Tíðin gekk undan, og dysturin end­ aði málleysur 0-0. Longd leiktíð Tískil var neyðugt við longdari leik­tíð. Her var søgan tann sama – nevniliga, at HB var ógvuliga tætt við at avgera finaluna, men at Eli Joensen í NSÍ-málinum vildi tað øðrvísi. Hann stóð væl og tók nakrar ógvuliga avgerandi bjargingar. Hann var atvoldin til, at HB ikki fekk hol á. NSÍ hevði minni og minni at bjóða upp á í álopspartinum, og leikarar á báðum liðum vóru týðiliga troyttir eftir tann drúgva dystin. Tað kom einki mál í longdu leik­ tíðini, og so var neyðugt við brots­ sparkskapping. Brotsspørk Í brotssparkskappignini var HB greitt omaná. Tað eydnaðist ikki NSÍ at finna málið hendan dagin, og Aron Knudsen og Sonni Mikkelsen misnýttu fyrstu tvey brotsspørkini. HB skoraði upp á øll síni spørk, og so gjørdist tað til ein 4-1-steypasigur til HB. – Eg væntaði ein javnan dyst, tí hesi liðini spæla so ofta javnar dystir, segði HB-venjarin, Jan Dam, eftir dystin. – Vit vóru tætt við at avgera dystin, men eg haldi at teirra mál­ verji var klassi, sigur hann víðari. Hann heldur nógv um hendan árgangin hjá HB, og hann væntar, at fleiri kunnu gerast profilar í Effodeildini. – Nakrir eru tað longu, og aðrir eru á veg. Men teir blíva tað bara, um teir taka venjingina seriøst og tola mótgongd, sigur Jan Dam. albinus@sosialurin.fo