Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 U16 dreingir: HATTRIK TIL HB Á TÓRSVØLLI Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í finaluni hjá dreingjum 16, hevði HB vunnið tríggjar ungdómssteypafinalur upp í slag Tróndur Arge – Tórsvøllur Eftir at fyrst U18 og síðani U14 liðini hjá HB vunnu steypagull, so gjørdi U16 dreingirnir teimum bragdið eftir. Undan dystinum var ungdómsliðið hjá favorittur at vinna á KÍ, men tað bleiv ongin lættur dystur, tí klaksvíkingar góvu alt teir áttu. Í hálvleikinum stóð á jøvnum, men tá samanumkom, so vóru tað favorittarnir úr HB, sum vunnu 4-2. Javnt í hálvleikinum HB hevur munin á KÍ í lands­kapp­ ingini og tí kemur tað ikki óvart á, at HB hevur munin í dystinum. Sveinur Lava Olsen leggur HB á odda aftaná eitt korter, tá hann stútar ein langan bólt í málið. Málverjin kemur út, men Sveinur Lava Olsen er fyrstur á. KÍ vildi ikki leggja seg og javn­ aði tá ein hálvur tími er farin. HB verjan er óansin og Óli Eyð­steins­ son Poulsen revsar um­gangandi. Málið gav KÍ vónina um at knúgva favorittunum. HB setur alt upp á pláss Í seinna hálvleiki livur HB upp til leiklutin sum favorittur. Teir seta seg á dystin, men tað skal eitt sjálvmál til, áðrenn kemur á odda. Hóast góðan stuðul frá KÍ áskoðarum, so megna teir ikki at reisa seg. HB er leikliga omaná og Sveinur Lava Olsen og Regin í Geil Jacobsen leggja HB á odda 4-1, áðrenn Ari Miné Jacobsen minkar um munin til úrslitið 4-2 til HB. HB var favorittur undan final­ uni og teir greiddu sína skyldu. Við sigrinum tryggju teir HB eitt hattrik av ungdómssteypum í steypa­kappingini. trondur@sosialurin.fo NSÍ – HB 0-0 (0-0) – 1-4 eftir brots­ sparkskapping Byrjunar- ­uppstillingar NSÍ 1. Eli Joensen 4. Sjúrður Pauli Nielsen 6. Pætur Hentze 7. Dávid á Roykheyggi 8. Sølvi Sigvardsen 9. Steffan S. Abrahamsson Løkin 10. Jógvan Højgaard 11. Pól Jákup Lundsbjerg 13. Hans Marius Davidsen 15. Atli Djurhuus Petersen 17. Kári Hansen Venjari: Abraham Løkin HB 25. Mattias Lamhauge 3. Daniel Johansen 5. Bjarni Brimnes 6. Hjalti Kárason Djurhuus 7. Símun Sólheim 10. Adrian Justinussen 14. Jógvan Petersen 15. Martin Hjaltalin Dam 16. Sveinur Lava Olsen 17. Hans Jákup Annfinsson 18. Hanus P. Danielsen Venjari: Jan Dam HB: 1 Bjarti Vitalis Mørk 3 Ovi Lutzen 4 Ári Arge 7 Leivur Fossdal Guttesen 8 Aksel Olsen 9 Petur Ovi Hjaltalin Dam 11 Dánjal Reginsson 13 Poul Kjartan Højsted Horsdal 15 Gilli Róason 17 Sveinur Lava Olsen 18 Regin í Geil Jacobsen Venjari: Jón Simonsen KÍ 1 Fríðálvur Klakk 3 Kristian Svabo Eliasen 4 Børge Petersen 6 Jens Mortan Samson 8 Jákup Idarsson Beck 10 Jonn Johannessen 11 Olaf Karstensson Hansen 12Dávid Matras 14 Óli Eyðsteinsson Poulsen 15 Ari Miné Jacobsen 16 Martin Vágsheyg Baldvinsson Venjari: Hjalgrím Elttør HB-KÍ 4-2 (1-1) 1-0 Sveinur Lava Olsen, 15 1-1 Óli Eyðsteinsson Poulsen, 32 2-1 Sjálvmál, 47 3-1 Regin í Geil Jacobsen, 51 4-1 Sveinur Lava Olsen, 75 4-2 Ari Miné Jacobsen, 77