mánadagur 28. august 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Í 2011 blívur NSÍ nummar
fýra í bestu deildini, men
handan leiktjaldið er alt ikki
sum tað skal vera. Fíggjar
liga stendur illa til og felagið
er í vanda fyri at fara á húsa
gang. Fleiri spælarar velja
at skifta til onnur feløg. Eitt
nú fara venjarin og tríggir
spælarar til B68, meðan aðrir
fara til onnur feløg og upp
aftur aðrir fara av landinum.
Skal felagið bjargast, so
verður neyðugt á hálsa um
og tálma øllum útreiðslum.
Eftir eru fleiri ungir mans,
sum nú mugu taka við. Árni
Frederiksberg, Klæmint A.
Olsen og Jens Joensen blíva
stuðulsspælarar, sum enn
spæla við felagnum. Aðrir
ungir mans tá, eru Monrad
H. Jacobsen (1.deild), Kristian
Joensen(KÍ), Pól Jóhannus
Justinussen, Jann Martin
Mortensen(Skála),
Andras
Frederiksberg og leigusvein
arnir úr HB, Pál M. Joensen
og Óli Arge.
Helgi L. Petersen tekur
gaggurnar
fram
aftur
í
seinnu hálvu av 2011, og er
stýrimaður í verjuni, meðan
Kári Reynheim stendur við
róðrið. Felagið hevur ikki
ráð at keypa inn, og málið
er stutt og greitt at yvirliva
í deildini.
Endurbyggingin
Liðið megnar at yvirliva,
meðan grannarnir av Toftum
mugu niður næstbestu deild
ina. Einar Tróndargjógv er
aftur í NSÍ troyggjuni saman
við stríðsmanninum Karl
Løkin, ið rokast á miðjuni.
NSÍ megnar í 2013 at vinna
seg millum fýra tey fremstu
og koma í Evropa. Hetta er
eisini tíðin, tá landsliðspeng
ar og Evropa-milliónirnar
koma upp í spæl.
Tað gevur NSÍ eitt fíggja
rligt grundarlag at halda
fast í góðu gongdini, og
samstundis fáa goldið niður
upp á skuldina. Hóast venjar
arnir hava verið nakrir hesi
árini
–
Kári
Reynheim,
Ábraham Løkin, Heðin Ask
ham, Trygvi Mortensen og
Anders Gerber – so er stíl
urin tann sami. Liðið spælir
álopssinnaðan fótbólt og
fleiri ungir spælarar fáa
møguleikan, meðan bulurin
á liðnum er stórtsæð tann
sami. Meðan skuldin minkar
- veksur NSÍ.
Fyrsta møguleikan til gull
fær felagið í steypafinaluni í
2015, men liðið tapur upp
á tað skammiligasta fyri
Víkingi. Niðurstøðan er, at
liðið manglar vinnarar og
eina vinnaramentan.
Í fjør er liðið við í FM
stríðnum ein stóran part av
vegnum, men aftur restar í,
tá mest stendur á.
Krúnan á verkinum
Í fjør tapur NSÍ greitt í hálv
finaluni fyri KÍ. Liðið verð
ur trumlað niður í Klaks
vík, men í ár er søgan ein
onnur. Í Klaksvík javnar Pól
Jóhannus Justinussen til
2-2 í evstu løtu, meðan liðið
á heimavølli vinnur seinnu
hálvfinaluna
sannførandi
3-0.
Hóast
tvey
órógvandi
tap í Gundadali í landskapp
ingini og skaðar til lykla
spælarar, so vinnur NSÍ
steypafinaluna við einum
taktiskum og skilagóðum
avrikið.
Álopssinnaði fótbólturin
er í toppdystunum útskiftur
við eina meiri pragmatiska
tilgongd til dystin. Gamaní
er hepnið við NSÍ í onkrum
støðum, men runvíkingar
hava bestu verjuna saman
við HB. Tí ber ikki til at siga,
at tað kemur av ongum, at
B36 einki mál fær í finaluni.
Løgmanssteypið 2017 er
ein staðfesting av, at NSÍ nú
hevur eina vinnaramentan á
liðnum. Tað er eisini ein stað
festing av, at NSÍ hevur reist
seg úr øskuni – nú við gulli
um hálsin.
Eftir
fyrsta
Løgmans
steypið í 2002 gingu fimm
ár, áðrenn NSÍ vinnur aftur.
Í 2007 vinnur liðið higartil
einasta FM í søguni hjá
felagnum, men tú situr við
eini kenslu av, at tað ganga
hvørki tíggju ella fimm ár
til NSí vinnur gull aftur. Tað
verður styttri enn so!
trondur@sosialurin.fo
Umhugsaðu at avtaka NSÍ:
Fyri fimm árum síðani er NSÍ á veg á húsagang og tosað verður um, at avtaka felagið og byrja av nýggjum. Í
dag er felagið steypavinnari, hevur tað gott fíggjarliga og mennir nógvar spælarar. Søgan um Løgmanssteypið,
er ein søga um eitt felag, sum miðvíst hevur arbeitt seg úr øskuni og upp á toppin í føroyskum fótbólti
ÚR ØSKUNI VIÐ
GULL UM HÁLSIN