mánadagur 28. august 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Nú er verjan
upp á pláss
Miðverjin Per Langgaard
heldur, at avrikið í finalu
ni var staðfesting av, at
verjuspælið hjá NSÍ er
gott
Miðverjin Per Lang
gaard var ovurfegin, tá
ið síðsta bríkslið hevði
verið, og tað var greitt, at
NSÍ var steypavinnari og
tískil eigur fyrsta navnið
á nýggja løgmanssteypi
num.
Í vetur ljóðaði, at hann
fór ikki at halda fram at
spæla fótbólt á hægs
ta støði. Hann er fram
vegis í miðverjuni, og 26
ára gamli Per er ein av
stuðulunum undir, at tað
higartil í ár bara eru farin
22 mál ígjøgnum hjá NSÍ
í landskappingini. So fá
mál eru tað bara farin
ígjøgnum hjá HB og NSÍ.
-Vit vóru øgiliga fokus
eraðir, og vit prógvaðu, at
vit duga væl at verja. Tað
hevur ofta verið tikið til,
at vit ikki duga at verja.
Tað passar ikki. Vit duga
væl at verja. Ofta hevur
spælið verið so fram
rættað, at tað hevur ging
ið útyvir verjupartin. So
leiðis er tað ikki í ár, og í
finaluni sást, at vit leggja
stóran dent á verjuspælið,
sigur Per Langgaard.
Liðformaðurin
er
ikki
førur fyri at seta orð á
kensluna, sum tað var at
lyfta løgmanssteypið
Tað var í 2012, at tað
varð avgjørt í NSÍ, at
nú
skuldi
byrjast
av
nýggjum. Í staðin fyri at
fáa spælarar aðra staðni
frá at vera stuðlar á
liðnum, so skuldi bulurin
á liðnum fyrst og fremst
vera spælarar, sum eru
uppaldir í NSÍ.
Ein av teimum heilt
trúføstu og drúgvu hesi
árini hevur verið Klæmint
A. Olsen, sum hevur verið
á besta liðnum síðani
2007, tá ið NSÍ vann FM,
og síðstu árini hevur
hann verið toppskjútti,
umframt
at
hann
er
liðformaður:
- Eg havi kkii orð fyri
kensluni, sum tað er, at
vit nú hava vunnið eina
kapping. Eg havi bíðað
síðani 2007. Síðstu fimm
árini hava vit arbeitt
miðvíst
fram
ímóti
at vinna við nógvum
lokalum fólki á liðnum, og
nú eydnaðist tað. Hetta
er fyrsta fruktin av stóra
felagsarbeiðnum,
sigur
Klæmint A. Olsen.
Nú heystaðu
teir úr íløguni
NSÍ venjarin var fegin um
føðingardagsgávuna, sum
spælararnir megnaðu av
geva honum, hóast liðið
var skert
Leygardagin fylti NSÍ
venjarin, Anders Gerber,
41 ár. Finalan ímóti B36
var tann fyrsta yvirhøvur,
sum danski venjarin var
partur av. Hann var ovur
fegin, tá ið Petur Reinert
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð:
-Hóast vit taptu lands
kappingardystin
ímóti
B36 í Gundadali næst
síðsta mikukvøld 2-0, so
vare eg sannførdur um, at
tað var góður møguleiki
fyri, at tað kundi bera til.
Treytin var, at spælararnir
vóru fokuseraðir og góvu
seg fult og heilt, og tað
megnaðu teir.
Eisini hóast liðið var
skert?
-Sjálvandi var saknur
í Bárði J. Hansen og Árna
Frederiksberg, sum hava
átt stóran leiklut. Undir
dystinum vístu avloysara
rnir, at teir megnaðu upp
gávuna væl og virðiliga,
og tað eri eg bæði fegin og
stoltur um.
Gerber stoltur
av sínum
Sonni L. Petersen um
støðuna í 2011:
Um heystið í 2011 er støð
an so mikið ring í NSÍ, at
starvsnevndin hevði brúk
fyri
hjálp
og
nýggjum
kreftum.
Nevndin
helt
fram, men ein óformellur
áttamans bólkur verður
settur
afturat.
Nakrir
taka sær av tí ítróttarliga,
meðan aðrir royna at
skava pengar saman.
Felagið
hevur
onga
fast
ogn,
og
tískil
er
eginognin negativ. Skuldin
er omanfyri tvær milliónir
krónur til lønir og annað.
Felagið skyldaði eitt sindur
allastaðni.
Vit vunnu okkum í Ev
ropa, men tað var áðrenn
upphæddirnar vóru tær vit
kenna í dag. Samsýningin
var "bara" eini 700 túsund,
og tað gav ikki nógv meira
enn til túrin, men tað hjálpti
felagnum at fáa lán.
Fyrsta uppgávan var at
fáa tvey sakarmál um skuld
av vegnum. Felagið var dømt
at gjalda, men átti ongar
pengar.
Sonni L. Petersen um
kappingarárið 2012:
Næsta uppgávan var at
fyrireika hópin til 2012. NSÍ
hevði sáttmálar við Paula
Poulsen, Andras Gangó og
Christian Høgna Jacobsen,
sum hevði trý ár eftir av
avtaluni, men so keðiligt
sum tað ljóðar, so vóru vit
noydd at seta avtaluna úr
gildi.
So faktist bóðu vit ein av
størstu profilunum um at
royna okkurt annað. Annars
fekk eingin spælari meira
enn nakrar fáar túsund
krónur um mánaðin í løn.
Samlaðu
lønarútreiðsl
urnar í 2012 vóru umleið 30
prosent av útreiðslunum
í 2011. Tað vóru nógv, sum
stóðu saman um NSÍ tá.
Eitt
nú
kom
Viljormur
Davidsen heim í seinnu
hálvu og spældi fyri lítið og
lætt. Eisini Pól Jóhannus
Justinussen kom aftur. Tað
munaði væl.
Sonni L. Petersen um
myrkastu løtuna
Um heystið 2011 sótu vit í
einum kjallara í Runavík,
har huglagið var ógvuliga
dapurt. Vit snakkaðu seriøst
um at avtaka felagið og byrja
av nýggjum. Mótbrekkan
virkaði
ov
brøtt.
Eina
løtu var eitt nýtt felag við
navninum FC Runavík og ein
nýggja byrjan í fjórðbestu
deildini besta loysnin.
Men vit vendu gongdini
við at siga farvæl við megin
partin av liðnum, og satsa
uppá okkara ungu menn og
eini tveir veteranar. Helgi
L. Petersen byrjaði aftur og
Sjúrður Jacobsen helt fram.
Klæmint A. Olsen og Árni
Frederiksberg og hinir ungu
traðkaðu til umgangandi. So í
veruleikan hava okkara egnu
spælarar bjargað felagnum
tá, so vit ikki skuldu niður at
venda í næstbestu deildina.
Longu nú hava vit verið fleiri
ferðir í Evropa, og standa nú
við gulli um hálsin. Ótrúliga
flott, um eg sjálvur kann siga
tað.
Sonni L. Petersen
um NSÍ í dag:
Felagið hevur tað gott í dag.
Vit hava tveir fínar nevndir,
og hartil hevur felagið upp
bygt sær eitt netverk út
um
nevndirnar,
soleiðis
at felagið er sterkari enn
nakrantíð umsitingarliga.
Fíggjarliga hevur felagið
havt eitt fitt yvirskot tvey
ár á rað og eginognin er nú
positiv. Felagið skyldar sum
so ikki pengar longur, og
hevur fyri tað mesta goldið
lønir og annað til tíðina
seinastu árini.
Sonni L. Petersen um
at fáa ”rusk” í eyga:
Haldi vit gloyma onkuntíð
hvussu kortsíðani tað er, at
felagið var í hesi kreppuni,
og hvussu langt vit eru
komin upp á hesi fimm árini.
Tá snakkaðu vit um at
etablera okkum í deildini
aftur um eini fimm ár. Tað
meti eg, at vit hava gjørt í
ríkiligt mát.
Vit hava fleiri góð úrslit,
men gullið er tað stuttligasta
at vinna. Haldi tú kann siga,
at steypasigurin er krúnan á
verkinum hjá spælarunum,
stuðlunum,
guliganz
og
øllum teimum, sum altíð eru
til taks við Løkin.
Tað er næsta soleiðis, at
eg fekk okkurt "rusk" í eygað,
tá dómarin bríkslaði fyri
seinastu ferð leygarkvøldið.
Sonni L. Petersen um
framtíðina hjá NSÍ:
Miðalaldurin
er
rímiliga
lágur á liðnum, so eg trúgvi
at vit kunnu vinna nógv í
framtíðini. Profilarnir eru í
besta aldri og kunnu spæla
í upp til tíggju ár afturat.
Talentini standa, enn sum
áður, í kø at sleppa inn. Eg
giti, at vit koma at bjóða av í
ovaru hálvu komandi nógvu
árini, men tað er í harðari
kapping við hini.
Sonni L. Petersen:
Skyldaðu yvir
tvær milliónir
krónur
Fyrrverandi formaðurin hjá NSÍ, Sonni L. Petersen, hevur verið
í leiðsluni í felagið øll árini síðani 2012. Her greiðir hann frá
støðuni í felagnum og gongdini seinastu fimm árini