Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Í einari taktiskt spældari og intens­ari finalu, eydnaðist tað leygarkvøldið NSÍ at vin­na kappingina um Løg­ mans­steypið fyri fyrstu ferð síðani 2002. Úrslitið gjørd­ ist ein 1-0 sigur til NSÍ, har verjuleikarin Einar Tróndar­ gjógv gjørdist sigursharri. Talan var eisini um fyrsta NSÍ sigurin móti B36 í Havn síðani 2010. Fyri tveimum vikum síðani spældu B36 og NSÍ lands­ kappingardyst í Gun­da­dali við nærum somu mann­ing­um. Tá vann B36 sann­førandi 2-0 sigur, har teir leikliga vundu burturúr runa­víkingum. Tá tað undan dysti­num gjørdist greitt, at stóru profilarnir á NSÍ lið­num, Árni Frederikberg og Bárður J. Hansen ikki fóru at spæla finaluna, var hugsandi at sama útfall av dystinum kundi endurtaka seg. Men so­leiðis var als ikki. Eitt væl skipað og ágrýtið NSÍ lið vildi tað øðrvísi, og vann tí fult uppiborið finaluna um Løg­mans­steypið. Tí vunnu vit finaluna NSÍ venjarin, Anders Gerber, ásannar eisini, at NSÍ hevði lært nógv av seinastu upp­ gerð­ini millum feløgini, og at ein taktisk broyting var av­ gerandi fyri útfallið í finalu­ ni leygarkvøldið. - Eg haldi at tað at vit spældu eitt sindur skeivt de­ fensivt, gav okkum ein fyri­ mun taktiskt. Hetta gjørdi at Petur Knudsen alla tíðina var afturat í okkara vinstru síðu, og tað var ígjøgnum ta síðuna at B36 skapti øll álop­ ini móti okkum í seinasta lands­kapp­ingardystinum. Har­afturat vóru vit nógv meira ágangandi í press- spæli­num og tvídystunum hesa­ferð, sum gjørdi at vit greitt vunnu slagið um mið­ vøll­in. Taktiskt haldi eg at hetta var lykilin fyri finalu sig­urin, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber. Teir skaptu ongar møguleikar Harafturat leggur NSÍ venj­ arin afturat at B36 nærum ong­ar vandamiklar støður skap­ti í dystinum. - Skotið sum Patrik Johan­ ne­sen hevði á okkara mál í seinna hálvleiki, var ein­as­ta atsókn hjá B36 úr tí zonuni, sum í fót­bólts­høpi kallast danger­zone. Hagtølini vísa, at B36 ongantíð áður í hesum fótbóltsárinum hevur havt so fáar atsóknir á málið úr dangerzone, so vit gjørdu tað væl, sigur Anders Gerber. Umráðið á vøllinum sum Anders Gerber greiðir frá um – dangerzone – er øk­ið frá sekstan metur strikuni inn til málstrikuna í longd, og frá báð­ um fimm metrun­ um í breidd. Hagtøl úr fót­bólts­høpi vísa, at flestu mál vera skotin úr tí økinum. FÓTBÓLTUR BARA EIN HEVÐI ROYNT TAÐ ÁÐUR Merkisvert við finaluni leygarkvøldið var, at millum allar leikararnar á vøllinum hjá B36, var tað bert tann eini, ið hevði roynt at verið í eini steypafinalu áður. Tað var Róaldur Jakobsen, ið var innskiftur í 2008, tá B36 seinast spældi steypafinalu. NSÍ venjarin, Anders Gerber, ásannar, at hann hevði lært frá seinasta dystinum millum B36 og NSÍ, og at hann eftir dystin var serliga fegin um eina taktiska broyting, ið vísti seg at vera avgerandi í finaluni leygarkvøldið Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Anders Gerber: Jákup á Borg: SOLEIÐIS VUNNU VIT FINALUNA Eftir dystin viðurkendi B36 venjarin, Jákup á Borg, at NSÍ hevði gjørt tað væl reint taktiskt, og høvdu fing­ið lyklaleikararnar hjá B36 út úr dystinum. B36 venjarin, Jákup á Borg, ið fleiri ferðir hevur vunn­ið Løgmanssteypið sum spælari, stóð leygar­ kvøld­ið fyri fyrstu á odda fyri einum liðið í eini finalu sum venjari. Úrslitið gjørd­ ist ein tepur 1-0 ósigur, og tað var ein vónbrotin ven­ jari, sum úttalaði seg eftir finalu dystin. Tó helt Jákup á Borg, at NSÍ hevði spælt ein góðan taktiskan dyst. - Vit eru sjálvsagt ógvu­ liga vónbrotnir um at tapa final­una. NSÍ leikararnir vóru raskir, og vóru sera væl skipaðir. Tað sást at teir­ ra ætlan var at fáa Róald Jakob­sen og Lukasz Ciesle­ wicz út úr okkara spæl­ið, og tað megnaðu teir eisini. Av tí sama fingu vit ongantíð okk­ ara spæl at flóta, soleiðis sum vit kunnu, segði B36 venjarin Jákup á Borg eftir dystin. Eftir dystin viðurkendi B36 venjarin, Jákup á Borg, at NSÍ hevði g jørt tað væl reint taktiskt, og høvdu fingið lyklaleikararnar hjá B36 út úr dystinum NSÍ gjørdi tað væl taktiskt