mánadagur 28. august 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
EINGIN VIÐ FRÁ SEINAST
Á NSÍ liðnum vóru tað fleiri, ið høvdu roynt at spælt
finalu fyri NSÍ í 2015. Tó var eingin við á liðnum, sum
var við seinast NSÍ vann Løgmanssteypið, sum var í
2002. Rundanum hópin hjá NSÍ var Jens Martin Knudsen,
ið nú er málmansvenjari, tann einasti sum var við frá tá.
B36 – NSÍ
0-1 (0-1)
1.1 Einar Tróndargjógv, 36.
Gul kort: Karl Løkin (NSÍ),
Pól Jóhannus Justinussen
(NSÍ), Petur Knudsen (NSÍ),
Eli F. Nielsen (B36), Lukasz
Cieslewicz (B36)
Reytt kort: Karl Løkin (NSÍ)
– Tvey gul kort
B36: Rói Mørk Hentze –
Høgni Eysturoy, Odmar
Færø (Liðskipari), Andrias
Eriksen, Alex Mellemgaard
(Hannes Agnarsson, 74)
– Christian Mouritsen
(Benjamin Heinesen, 57),
Róaldur Jakobsen, Eli F.
Nielsen, Meinhard E. Olsen
– Lukasz Cieslewicz – Patrik
Johannesen
NSÍ: Símun Rógvi
Hansen – Jens Joensen,
Per Langgaard, Jann
Ó. Ellingsgaard, Einar
Tróndargjógv – Jann
Benjaminsen (Jonleif
Højgaard, 74), Karl Løkin,
Betuel Hansen, Petur
Knudsen – Pól Jóhannus
Justinussen – Klæmint A.
Olsen
NÝGGJAR SPÆLARAMETINGAR:
1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin
2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi
3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum
4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi
5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal
6: Avrikið er beint yvir miðal
7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum
8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi
9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi
10: Á landsliðið og seldur í morgin!
Leikarametingar B36:
Rói Mørk Hentze 3: Ungi og evnaríki
málverjin fekk tíverri ein óhepnan leiklut
í steypafinaluni, har hann ikki sá so
sannførandi út tá NSÍ fekk mál. Skal
tó ikki fella í fátt av dystinum, tí slíkir
dystir menna ein málmann nógv.
Høgni Eysturoy 3: Varð valdur framum
Erlend Magnussen á høgra bakkinum,
men hevði ikki ein av sínum bestu
dystum. Átti lut í málinum hjá NSÍ,
har hann var settur undir trýst í eini
yvirtalsstøðu.
Odmar Færø 6: Var einasti leikarin á
liðnum hjá B36, sum spældi ein yvir
miðal dyst. Var sum heild tryggur
í verjuspælinum, og hevði í seinna
hálvleiki ein frálíkan túr framvið. Varð
sendur upp í álopið móti endanum at
trýsta.
Andrias Eriksen 4: Átti eisini lut í
málinum hjá NSÍ, tí hann misti Klæmint
A. Olsen vekk í fyrra innlegginum. Var tó
við í góðum aktiónum í dystinum eisini,
og vísti fleiri ferðir hvussu drúgvur hann
er í sínum skjótleika í renniduellum móti
NSÍ leikarunum.
Alex Mellemgaard 4: Hevði rímiliga
gott tamarhald á defensivt, har teir
sjáldan komu ígjøgnum, men var als
ikki eyðsýndur frameftir vøllinum.
Hevur frálík fótbóltsevnir, men tað sæst
aftur at hann seinastu árini hevur verið
plágaður av skaðum.
Christian Mouritsen 3: Fekk møguleikan
í finaluni framum Benjamin Heinesen,
men fekk lítið burturúr. Var útskiftur
tíðliga í seinna hálvleiki.
Eli F. Nielsen 4: Royndi at stríðast, men
var við undirlutan móti NSÍ miðvøllinum.
Tóktist eitt sindur yvirtendraður í seinna
hálvleiki, tá hann tvær ferðir kom í
heldur keðiligar støður á vøllinum.
Róaldur Jakobsen 3: Fekk eina fína
byrjan uppá dystin, men fall síðani
fullkomiliga burtur. NSÍ leikararnir
góvu kreativa miðvallaranum lítla tíð á
bóltinum, og tað ávirkaði B36 spælið
nógv.
Meinhard E. Olsen 5: Runavíkingurin
royndi at stríðast móti sínum fyrrverandi
liðfeløgum, men hevur onkuntíð fyrr
fingið meira burturúr. Hevði tó einstakar
góðar aktiónir, og var ein av teimum fáu
á B36 liðnum sum spældu nøkunlunda.
Lukasz Cieslewicz 3: Er saman við
Róaldi Jakobsen mest avgerandi leikarin
á B36 liðnum. Men NSÍ hevði lisið uppá.
Teir lukkaðu Lukasz fullkomiliga niður
í spælinum, og tí var hann als ikki so
eyðsýndur sum hann plagar.
Patrik Johannesen 3: Hevði stóran
møguleika í seinna hálvleiki, men fekk
als ikki skot á bóltin. Var annars lítið
eyðsýndur samanborið við vanligt, og
hevði ikki ein av sínum bestu dystum.
Benjamin Heinesen 5: Útstrálaði og
vildi nakað, tá hann kom inn. Royndi
eisini at bjóða av, hóast tað ongantíð var
serliga vandamikið. Var eitt frískt íslett á
B36 liðnum, og skuldi havt byrjað inni.
Hannes Agnarsson 4: Fekk seinasta
korterið á vøllinum, og bert í tí eina
førinum sóust frálíku evnini, tá hann
rann framvið bakkinum hjá NSÍ. Var tó
lítið avgerandi.
Leikarametingar NSÍ:
Símun Rógvi Hansen 7: NSÍ málverjin
hevði ein frálíkan dag. Hóast hann onga
stórbjarging hevði, var hann ógvuliga
tryggur í øllum tí hann fyritók sær,
og kom sannførandi út úr feltinum tá
innleggini komu.
Jens Joensen 6: Hevði ein heldur øðrvísi
leiklut, har hann lá sum miðverji í
verjustøðu og spældi sum høgri bakkur í
álopsstøðu. Kom væl frá tí, og vann fleiri
týðandi bóltar. Útstrálaði eisini stóran
vinnaravilja.
Per Langgaard 7: Er stýrimaðurin í NSÍ
verjuni, og var ein av høvuðsorsøkunum
til at NSÍ stóð so væl í verjustøðu.
Spældi ein frálíkan dyst.
Jann Ellingsgaard 6: Spældi sum
miðverji og átti fleiri avgerandi
takklingar. Dugdi væl at lesa spælið, og
var um reppið at skora í fyrra hálvleiki.
Spældi ein góðan dyst.
Einar Tróndargjógv 7: Gjørdist
sigursharri á Tórsvølli leygarkvøldið, og
var eisini millum bestu menn á vøllinum.
Var sannførandi í verjuspælinum, har
B36 formáddi sær lítið úr tí síðuni.
Jann Benjaminsen 5: Var kanska
leikarin, ið rann flest metrar í finaluni
leygardagin. Spældi sum høgri kantur í
álopsstøðu, og fall heilt aftur á høgra
bakkin tá NSÍ lá í verjustøðu. Arbeiddi
framúr, men hevur onkuntíð áður verið
meira sjónligur við bóltinum.
Karl Løkin 6: Spældi ein ógvuliga
góðan dyst á tí defensiva miðvøllinum,
har hann var við til at lukka Lukasz
Cieslewicz fullkomiliga út úr dystinum.
Fylti nógv og tað sást at hann veruliga
vildi vinna. Var tó útvístur móti
dystarenda.
Betuel Hansen 7: Ein av mest eyðsýndu
leikarunum á vøllinum fyri NSÍ. Var
tryggur á bóltinum og var ógvuliga
ágangandi á miðvøllinum.
Petur Knudsen 6: Átti avgerandi fót í
málinum hjá NSÍ, tí alt uppspælið byrjaði
hjá honum. Arbeiddi væl, men var annars
ikki so sjónligur.
Pól Jóhannus Justinussen 7: Ein av
bestu leikarunum á vøllinum í finaluni.
Vann nærum allar bóltarnar sum hann
fór uppí, og fylti nógv á NSÍ liðnum.
Klæmint A. Olsen 6: NSÍ toppskjúttin
kom ikki á máltalvuna í finaluni, men
arbeiddi fyrimyndarliga. Var góður til at
leggja trýst á B36 verjuna, og vann fleiri
týðandi bóltar í verjustøðu, tá B36 hevði
deyðbóltar.
Jonleif Højgaard 6: Kom inn seinasta
korterið og hevð eitt fínt innhopp.
Var avbjóðandi við síni ferð, og tvær
ferðir var um reppið at tað gjørdist
vandamikið.
Dómarameting:
Petur Reinert 6: Dømdi fyri fyrstu ferð
steypafinalu síðani 2008 og kom væl frá
tí. Tó tóktist tað sum um NSÍ leikararnir
høvdu lættari við at fáa kort fyri teirra
gerðir í fyrra hálvleiki samanborið við
B36 leikararnar. Hetta hevði tó als
ongan avgerandi týdning fyri dystin, og
samanumtikið var lítið at seta fingurin á
viðvíkjandi dómaraavrikinum.