Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tú ert fyrsti føroyski telvarin, sum luttekur í HM. Hvussu kennist tað? – Tað kennist væl, men tað størsta er ikki júst tað, at eg eri fyrsti føroyingur í World Cup. Tað størsta er at sleppa til hesa kappingina, sum er øgiliga sterk. Tú skalt telva ímóti Radajabov úr Aserbadjsan, sum er nummar 22 í heiminum. Hevur tú nakran kjans ímóti honum? – Jú, eg havi ein kjans, men hann er sjálvandi ein sera sterkur telvari. Tá ið tað eru tvey talv, so kann tað verða, at vit kunnu fáa tvey jøvn talv, og so skulu vit telva kviktalv og snartalv fyri at avgera. Um vit koma so langt, verður mín møguleiki at vinna størri, tí í kviktalvi og snartalvi er tíðin styttri, og tá kann alt henda. Hevur tú avgjørt, hvør fyrsti leikurin í talvinum verður? – Ja, tað havi eg, men tað veldst um, um eg havi hvítt ella svart. Tað verður avgjørt við lutakasti dagin fyri og kann sjálvandi ávirka telvingina. Hetta er knock-out kapping frá byrjan. Um tú tapir fyrsta talvið, ert tú úti av HM. Verður tað eitt vónbrot? – Tað verður eitt vónbrot, men eg skal eisini verða realistikur. Hann er nummar 22 í heiminum, eg eri nummar 500, so tað er munur á. Eg havi 20 prosent møguleika at vinna, og fyrst og fremst taki eg hetta sum eina uppliving. Hvør verður næsta kapping, tú skalt til? – Eftir World Cup verða tað tvær kappingar við landsliðnum. Fyrst verður tað EM fyri lið á Kreta, sum byrjar 25. oktober, og haðani fara vit beinleiðis til Andorra at luttaka í EM fyri smátjóðir. Vikan ið fór Málverjin hjá B36, Tórður Thomsen, fær tillutað tríggjar dystir leikbann frá FSF eftir reyða kortið, sum hann fekk ímóti Víkingi. Hann sleppur harvið ikki at spæla við í steypafinaluni. ÍF ger avtalu við Oddbjørn Joensen um, at hann skal standa á odda fyri besta liðnum saman við Alberti Ellefsen tað, ið eftir er á kappingarárinum. Í fyrsta dystinum eftir setanina vinnur ÍF 2-1 ímóti HB. KÍ-kvinnur fáa harða byrjan upp á Champions League-bólkin í Kroatia, har tær fyrst tapa 9-0 ímóti íslendsku Stjørnuni og síðani 4-0 ímóti kroatiska ZNK Osijek. Føroyski pokerspælarin, Hans Andrias Midjord, blívur nummar 82 út av teimum 1682 luttakarunum í PokerStars Championship í Barcelona. Hann fær 115.400 krónur í vinningi. Føroyski landsliðsmálverjin, Viviann Petersen, skiftir VÍF og føroyskan hondbólt út við íslendskan hondbólt, har hon ger sáttmála við Selfoss í bestu deildini. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Helgi Dam Ziska Aldur: 27 ár Starv: Telvari Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 EB/Streymur hevur einaferð vunnið greipuna í føroyskum fótbólti. Hvat ár var tað? 2 Í hvørjum landi er bretski súkklarin, Chris Froome, føddur og uppvaksin í? 3 Julian Johnsson hevur spælt í íslendskum fótbólti. Hvat felag umboðaði hann har? 4 Føroyska metið í 100 metrar renning hjá monnum er 11,27 og var sett í 2003. Hvør eigur tað? 5 Rói Berg Hansen hevur skift Neistan út við eitt danskt felag. Hvussu eitur tað felagið? 6 Hvussu eitur venjarin hjá kvinnuliðnum hjá KÍ? 7 Hvussu eita tey bæði kurvabóltsfeløgini í Tórshavn? 8 Hvussu eitur NSÍ-leikarin á myndini? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1. 2008 2. Kenya 3. ÍA Akranes 4. Heini Hátún 5. FIF 6. Aleksandar Jovevic 7. Hamar og Sporðdrekin 8. Einar Tróndar­ gjógv Tróndur Arge Hálvan september fer føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti undir HM-undankapping. Føroyar vunnu undankapping á Tórsvølli fyrr í ár, og komandi árið skulu kvinnurnar spæla 8 landsdystir ímóti sterkum europeiskum landsliðum. Føroyar eru í bólki saman við Týsklandi, Íslandi, Kekkia og Slovenia. Fyrstu dystirnir verða spældir um góðar tvær vikur. Føroyar byrja á heimavølli ímóti Kekkia hósdagin 14. sep­ temb­er, og síðani fer liðið til Íslands at spæla mánadagin 18. sep­tember. Hetta eru stórar uppgávur hjá kvinnulandsliðnum, og ikki minst uppgávan á útivølli ímóti Íslandi er krevjandi. – Munurin millum bestu lands­liðini í Europa og okkara lands­lið er stórur. Týskland og Ís­land eru tey sterkastu í okkara bólki. Kekkia er eitt gott landslið, men vit hava ein kjans, og einum góðum degi kunnu vit fáa eitt úrslit ímóti teimum, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari. Úttøkan Hann hevur úttikið 20 spælarar til HM-dystirnar ímóti Kekkia og Íslandi. Spælararnir eru hesir: Málverjar: Anna Súnadóttir Hansen, EBS/Skála, Monica Biskopstø, AaB, Jóna Nicolajsen, B36 Verjuspælarar: Lív Finnboga­ dóttir Arge, Østerbro IF, Súsanna Maria Hansen, B36, Birita Bergs­dóttir Nielsen, B68, Birna Tummasardóttir Johannesen, EBS/S, Maria Klakstein Thomsen, KÍ, Durita Hummeland, EBS/Skála Miðvallarspælarar: Ansy Sevdal, EBS/Skála, Olga Kristina Hansen, Østerbro IF, Eyðvør Klakstein, KÍ, Elsebet Vang, B36, Liljan Jacobsen, KÍ, Ásla Johannesen, B36 Álopsspælarar: Heidi Sevdal, EBS/Skála, Rannvá B. Andreasen, KÍ, Milja R. Simonsen, HB, Rebekka Benbakoura, HB, Margunn Lindholm, EBS/Skála trondur@sosialurin.fo ? Stórar avbjóðingar bíða kvinnulandsliðnum 20 spælarar eru úttiknir til HM-dystir ímóti Kekkia og Íslandi Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur stórar avbjóðingar fyri framman Mynd: Álvur Haraldsen