mánadagur 28. august 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. august 2017 · Nr. 99
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
André Olsen
Tað elvdi til stórt rumbul, tá
ein 1.deildardystur millum
B36 og ÍF fyri tveimum vik
um síðani endaði við 32-0
sigri til B36. ÍF, ið bert møtti
upp við átta leikarum til dyst
in, søgdu seg at hava fingið
skeiv boð til dystin. Har hildu
tey at dysturin skuldi byrja
sunnudag klokkan 18:00, sum
hann byrjaði sunnumorgun
klokkan 12:00. Ikki fyrrenn
tíðliga sunnumorgun, hevði
venjarin hjá ÍF fingið boð
um at dysturin skuldi leikast
klokkan
12:00,
og
stutta
skoðbráðið var orsøkin til
at ÍF møtti upp við so fáum
leikarum.
ÍF fekk boðini í
nóg góðari tíð
Eftir dystin kærdi ÍF til
FSF, har teir hildu seg hava
grundarlag til at fáa nýggj
an dyst. Men ÍF hevur ikki
fingið viðhald í kæruni. Tað
váttar aðalskrivarin hjá FSF,
Virgar Hvidbro, fyri Sosial
inum.
– Tað er rætt at ein kæra
frá ÍF hevur verið viðgjørd
í kappingarnevndini um at
teir høvdu fingið skeiv boð
til dystin móti B36, men
kappingarnevndin
hevur
ikki givið ÍF viðhald í kæruni.
Virgar Hvidbro sigur at
orsøkin til at ÍF ikki hevur
fingið viðhald í kæruni er,
at dystarboðini vóru komin
á Comet skipanina, sum er
skipanin sum feløgini brúka
til at geva dystarboð, í nóg
góðari tíð.
– Fríggjakvøld klokkan
18:00 var dystarásetingin sett
at vera sunnudag klokkan
12:00 á Comet skipanini, og
tað er skipanin sum feløgini
brúka fyri at fáa dystarboð.
Harafturat fer ein mailur
eisini út til feløgini, tá tíðs
punkt er lagt á Comet skip
anina, og tí hevur ÍF havt
møguleika til at fáa tíðina at
vita í nóg góðari tíð. Tí hevur
kappingarnevndin ikki givið
ÍF viðhald í kæruni, sigur
Virgar Hvidbro.
Eingin kæra komin
inn um Przybylski
Fyri
viku
síðani
ljóðaði
eisini um eina aðra kæru
í føroyskum fótbólti, sum
var viðvíkjandi Skála leik
aranum, Michal Przybylski,
ið fyrst í seinnu hálvu sat
uttanfyri hjá Skála, av tí at
hann ikki hevði arbeiðsloyvi.
Men Virgar Hvidbro vísir
aftur, at Fótbóltssambandið
hevur fingið nakra kæru um
unga Skála leikaran.
–
Viðvíkjandi
Michal
Przybylski er eingin kæra
komin inn frá nøkrum fe
lagið. Har er heldur einki at
koma eftir, tí at hann hevur
havt loyvir fram til 1. juli, tá
hann síðani skuldi endur
nýggja tey. Hann sat eisini
uttanfyri av tí sama fyrstu
dystirnar í seinnu hálvu, og
hevur nú fingið nýggj loyvi
uppá pláss, sigur Virgar
Hvidbro, aðalskrivari í Fót
bóltssambandinum.
Um vikuskiftið vann NSÍ Løgmans
steypið. Tað er fyrstu ferð síðani 2002,
tá NSÍ vann Løgmanssteypið á fyrsta
sinni. Felagið hevur ikki vunnið gull
síðani FM-gullið í 2007, sum eisini er tað
einasta í søguni hjá felagnum. Sigurin
hesa ferð hevur eina serliga søgu, tí
hann er eitt slag av eini krúnu á einum
skjótt fimm ára verki.
Í 2012 stóð NSÍ við stórari skuld, eftir
at FM roykurin í 2007 og eftirfylgjandi
árini høvdu lagt seg. Tað tykist løgið
í dag at hugsa sær, at fyri bara fimm
árum síðani var málið hjá NSÍ at
yvirliva. Ikki bara í bestu deildini,
men eisini sum felag. Í einum kjallara
í Runavík verður av álvara tosað um,
um tað ikki er best at avtaka felagið og
byrja av nýggjum – men leiðslan velur
aðra loysn.
Leitað varð aftur til røturnar. Ungu
spælararnir fingu møguleikan, meðan
viðmerkjarin á Rás2 – Helgi L. Petersen
- tók um endan í verjuni. Við Kára
Reynheim við róðrið bjargaði NSÍ
sær, og nøvn sum Árni Frederiksberg,
Klæmint A. Olsen og Jens Joensen eru
millum stuðulsspælararnir.
Hasir tríggir hava síðani tá verið
drúgvir tænarar fyri NSÍ, saman
við eitt nú Einari Tróndagjógv,
Per Langgaard og Pól Jóhannusi
Justinussen, sum hava verið við
tað mesta av tíðini. NSÍ hevur lagt
nógv fyri øll hesi árini við at menna
spælarar, men tað hevur eisini verið
arbeitt seriøst og skilagott í leiðsluni.
Felagið er komið upp á turt fíggjarliga,
menningin av spælarum gevur avkast
á besta liðnum og felagið tykist sum
heild hava tað sunt og gott. Ákæran
hevur allatíð verið, at felagið manglar
ein vinnara ella eina vinnaramentan.
Við sigrinum í Løgmanssteypinum ber
til at siga, at NSÍ nú eisini hevur eina
vinnaramentan.
Til lukku við Løgmanssteypinum, NSÍ
trondur@sosialurin.fo
NSÍ er søgan
um gott arbeiði
ÍF FEKK IKKI VIÐHALD
Í KÆRUNI
Tað eydnaðist ikki ÍF at fáa viðhald í kæruni um at fáa spældan
dystin móti B36 umaftur, sum ÍF tapti 32-0 í Gundadali. Tað
váttar aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum, Virgar Hvidbro