mánadagur 28. august 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 • 28. august 2017
4
Føroyar høvdu valt
at vera við í fýra
bólkum av sjey
møguligum – og
vunnu tríggjar
L
eif
Sørensen
er
kosin
mathandverkarin
2017
fyri síni røstu fiskakips.
Heimablídnisskipanin – umboðað
av Annu og Óla á Velbastað –
vann heiðurin sum norðurlendska
matferðamálið og Eva í Dímun og
Jógvan Jón Petersen, í Dímun, eru
kosin norðurlendskur matframleið
ari 2017, verður ynskt hjartaliga til
lukku.
Poul Michelsen, landsstýris
maður, handaði virðislønina til
norðurlendska
matsamskiftaran
2017. Føroyar høvdu tilnevnt Gutta
Winther, og vónirnar vóru stórar,
men hesin prísurin fór til Álands.
Hetta er fystu ferð, at norður
lendska matvirðislønin Embla verð
ur handað, men málið er, at henda
virðisløn fer at verða vird eins nógv
og norðurlendska bókmentavirðis
lønin.
Kappingin hevur verið væl mót
tikin, og flestu norðurlondini, Ís
land, Noreg, Danmark, Svøríki,
Finnland, Áland og Føroyar, hava
skotið upp nøvn til virðislønina.
Frøin var stór, tá ið Føroyar
vunnu eina virðisløn fyri og aðra
eftir. Føroyar høvdu valt at luttaka
í fýra bólkum av sjey møguligum og
vunnu tríggjar.
– Hetta er eitt dømi um, at stóra
matmenningin í Føroyum eisini
verður viðurkend uttanlands. Vit
kunnu vera errin og mugu halda
fram at seta okkum stór mál fyri
menningina av føroyskum mati og
matvinnum, sigur Poul Michelsen,
landsstýrismaður.
Kappingin um norðurlendsku
matvirðislønina Embla verður aftur
í 2019.
Tríggjar matvirðis
lønir til Føroya
Vælumtókti einmans
leikurin »Verjurøða
Holubúgvans«,
sum leikbólkur
in Teatur Grugg
sýndi í vár, verður
nú tikin uppaftur
Talan verður í fyrsta lagi um tríggjar
sýningar í Dansifrøi í Tórshavn: Miku
dagin 6. september, fríggjadagin
8. september og sunnudagin 10.
september. Allar dagarnar klokkan 20.
Tað er amerikumaðurin Rob Becker,
ið hevur skrivað leikin, sum hevur gingið
20 ár á Broadway, er týddur til 49
ymisk mál og er sýndur í 14 ymiskum
londum – Føroyar eru nummar 15!
Og eins og úti í heimi, hava føroysku
áskoðararnir tikið væl ímóti hesi
skemtiligu, beinraknu, hugvekjandi, rør
andi og viðkomandi lýsing av mununum
millum menn og kvinnur.
Maðurin á pallinum er troyttur av
allatíðina at hoyra um, hvussu strævnir,
býttir og ótolandi menn eru. Hann setir
sær fyri at leita heilt aftur til uppruna
menniskjans fyri at royna at finna útav
og greiða frá hesum fyribrigdi.
Leikbólkurin Grugg hevur fingið fleiri
áheitanir frá fólki, ið ikki sóu leikin í
vár, um at taka hann uppaftur, og tá
møguleiki var at sleppa inn í stásiligu
hølini hjá Dansifrøi í Havn, var tað eitt
upplagt høvi, at geva føroysku áskoð
arunum hetta tilboð.
Atgongumerki til sýningarnar kunnu
fáast á www.atgongumerki.fo
Leikari: Jákup Dahl
Leikstjóri: Ria Tórgarð
Teknikkur: Árni Baldvinsson
Framleiðslustjóri: Súsanna Tórgarð
Framleiðsla: Teatur Grugg og
Teatur Mogul
Verjurøða
Holubúgv
ans aftur
á pall
SEV hevur sett upp
tvær løðistøðir á flog
vøllinum, og nú ber til
at løða fýra elbilar í
senn á flogvøllinum
L
øðistøðirnar á flogvøllinum eru tær síðstu
almennu løðistøðirnar, sum eru settar upp
sambært ætlanini um løðistøðir til elbilar,
sum var sett út í kortið fyri hálvum øðrum ári
síðani. Á flogvøllinum eru settar tvær løðistøðir,
sum kunnu løða fýra bilar í senn, harav er tann
eina ein skjótløðistøð.
Nú eru tilsamans átta almenn støð í
Føroyum at løða elbilar. Talan er um tilsamans
átta sonevndar Quick Charge løðistøðir, sum
kunnu løða tveir elbilar í senn upp á 80 prosent
eftir umleið 20 minuttum, og tað er munandi
skjótari, enn eldru løðistøðirnar vóru førar fyri.
Harumframt eru settar upp tvær vanligar løði
støðir, sum brúka eitt sindur longri tíð at løða
bilin, alt eftir hvat slag av elbili talan er um.
Hesar báðar løðistøðir seru settar upp saman
við skjótløðistøðunum í Tórshavn og á Flogvøll
inum.
Fyrsta skjótløðistøðin var sett upp í Klaksvík
stutt undan jólum í 2015, og síðani eru løði
støðir settar upp við Streymin, á Tvøroyri, í
Havn, í Vestmanna, á Sandi, í Runavík og á
flogvøllinum. Samanumtikið kunnu 20 elbilar
løða í senn á almennu løðingarplássunum kring
landið.
Tá fyrsta Quick Charge løðistøðin var sett
upp í Klaksvík, var í roynd og veru talan um eitt
týðandi stig á grønu kósini, tí tað var fyrstu ferð,
møguligt var at fara t.d. úr Havn við elbili til
Klaksvíkar, har bilurin kundi løðast eftir stuttari
tíð á almennum staði fyri at koyra úr Klaksvík
aftur.
SEV metir løðistøðirnar vera ein týðandi lið
í tilgongdini at elektrifisera Føroyar á grønu
kósini frameftir, sum hevur til endamáls, at í
2030 skal øll orka á landi koma frá elorku, sum
stavar frá varandi orkukeldum – vatni, vindi,
sjóvarfalli og sólorku.
Yvirlit yvir løðistøðirnar í Føroyum finst á
Kortal.fo við at velja “Grøn orka” á breddanum
til høgru og síðani trýsta á “Løðistøðir til
elbilar”. Eisini ber til at kunna seg um løðistøðir
í Føroyum á heimasíðuni Uppladdning.nu og
síðani velja Føroyar á landakortinum á síðuni. Sí
leinkini niðanfyri.
So ber til at løða bilin á flogvøllinum
Løðistøðin á flogvøllinum er ein sonevnd »Quick Charge« løðistøð, sum kann
løða tveir elbilar í senn upp á 80 prosent eftir umleið 20 minuttum
Óli Rubeksen jublar, tá hann og konan
Anna Rubeksen tóku ímóti heiðurslønini
»Norðurlendksa matferðamálið 2017«
Leif Sørensen, kokkur, fær heiðurin
sum Mathandverkarin 2017