Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 35 • 28. AUGUST 2017 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Mentanarvika TEMA Vilmund Jacobsen E in av mest eyðkendu upplivingunum á mentanardøgum í Fuglafirði er hugnaliga Regnskjólagøtan á Kirkjuvegi. Tey mongu og fagurlittu regnskjólini skapa eitt fjálgt og hugtakandi býarrúm, har fólk savnast rundanum borðini at práta og hugna sær saman við øðrum. Úr Fuglafirði verður sagt, at tey, sum búgva í gøtuni, skapa ein serligan dám við borðum og benkrum, básum og kaffihugna í gøtuni. Dynamit-sangir Skipað verður eisini fyri ymiskum tiltøkum í Regnskjólagøtuni, meðan mentanardagarnir eru. Fríggjakvøldið verður hugni fyri vaksin frá klokkan 22.30, tá Niclas Heri eitt nú fer at spæla Dynamit-sangir fyri teimum, sum vitja. Seinni verður eisini felagssangur í gøtuni. Barnaundirhald Seinnaparturin leygardagin er serliga ætlaður børnum, og tá fer Dánjal frá Ævintýraferðini at undirhalda í Regnskjólagøtuni, og hetta verður uttan iva ein sera stuttlig løta hjá børnum. Ymiskt forvitnislig tiltøk verða í Regnskjólagøtuni á Kirkjuvegi, nú mentanardagar verða Fagurlitt regnskjól gera tað fjálgt og hugtakandi Vilmund Jacobsen Hetta plagar at vera ein heilt serlig uppliving, tí hølið sjálvt er so nógv øðrvísi enn onnur van- lig konserthølir. Skuggarnir frá vatninum í hylinum, ser ligi dámurin, sum er í einari svimjihøll og aku stikk- ur in í høllini gera, at tónleikurin fær eina heilt aðra dimensjón. Á mentanardøgunum í ár verður henda ser- staka konsertin leygarkvøldið klokkan 20.30, og tað verður tónleikabólkurin - Hettarher - sum fær heiðurin at spæla her í ár. Hettarher er ein elektroniskt eks peri ment- er andi bólkur við Andreasi Restorff á cello og Torleiki Mortensen á kontrabass, sum spælir eina samanseting av akkustikki og elektronikki, minimalismu og spektralismu í eini samanrenning millum náttúru og indu- stri al ismu. – Tað verður sera spennandi at hoyra Hettarher í einum so serligum konsertrúmi, sum svimjihylurin er, siga fyrireikararnir í Fuglafirði. Skuggar frá vatninum og serligi akustikkurin gera, at tónleikurin fær eina heilt aðra dimensjón Eitt afturvendandi tiltak á mentanardøgunum í Fuglafirði er serstaka svimjihylskonsertin í skúlanum SVIMJIHYLSKONSERT – EIN SERSTØK UPPLIVING Tey, sum búgva í Regnskjólagøtuni, skapa ein serligan dám við borðum og benkrum, básum og kaffihugna