Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 35 • 28. AUGUST 2017 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Mentanarvika TEMA Vilmund Jacobsen L eygardagin 2. september verður skipað fyri gongutúri til Hellurnar, har borðreitt verð- ur við tónleiki og einum bita. Tá vitj an in á Hellunum er liðug, verður siglt aftur til Fugla- fjarðar við Norðlýsinum, har borðreitt verður góð ari suppu. Túrurin byrjar klokkan 12.30 við Kunn ing ar- stovuna í Fuglafirði, haðani Dávur Winther, sum verður ferðaleiðari, førir fylgið upp um Skarð ið og til Hellurnar. Mamma hansara, Emma Winth- er, gekk sum lækni ofta um Skarðið, og Dávur var ofta við henni á hesum ferðum, eins og hann hev ur gingið mangan túrin síðan. Dávur Winther fer uttan iva at siga frá onkr- um túri og onkrum søgum, og høvi verður at njóta vøkru náttúruna á vegnum. Niels og Elin syngja Tá ferðalagið kemur til Hellurnar, verður vitj að inni í Lamba-Símunarhúsi, sum Justinus Eid es- gaard hevur endurreist við rekaviði og gróti úr øk in um. Í Lamba-Símunarhúsi verður borðreitt við mid dagsdiski, sum kokkurin, Leif Sørensen, ger. Eisini fara Niels Midjord og Eilin Hansen at syngja nakrar sangir í hesum hugnaliga húsi. Tá vitjanin á Hellunum er av, verður siglt við Norð lýsinum aftur til Fuglafjarðar. Umborð á Norðlýsinum verður borðreitt við suppu, og her verður høvi til góð prát, eins og hugna ligt og stórbært verður at síggja og nóta nátt úruna úr hesum sjónarhorni. Alt er íroknað Ferðalagið verður aftur í Fuglafirði umleið klokk- an 17, og tá verður møguleiki at njóta góð an kórtónleik - ella at fáa um endan á stóra mat- marknaðinum. Úr Fuglafirði verður sagt, at allur túrurin úr Fugla firði til Hellurnar og heimaftur til Fugla- fjarð ar kostar 375 krónur. Tá er ferðaleiðari, mid dags diskur í Lamba-Símunarhúsi, tónleikur og túrur og suppa við Norðlýsinum íroknað. Á mentanardøgum í Fuglafirði verður høvi til fleiri spennandi upplivingar Gongutúrur til Hellurnar – heimaftur við Norðlýsinum Vilmund Jacobsen Hóskvøldið 31. august klokkan 19 letur upp ein listaframsýning í Bilasavninum í Fuglafirði. Við á framsýningini verða nógv dugnalig listafólk úr økinum, summi rættiliga kend – og onnur fara at sýna fram fyri fyrstu ferð. Í Bilasavninum fara at hanga myndir hjá Frits Johannesen, Helga Midjord, Jens Klæminti Jacobsen, Piu Andersen, Helenu Kjeld, Karinu Petersen, Ester Sivertsen og Marnu Hansen. Signar fer at seta Tað verður Signar á Brúnni, fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaður og lærari gjøgnum mong ár, sum fer at seta listaframsýningina. Tað verða bæði kend og ókend listafólk, sum fara at sýna fram list á mentanardøgunum MÁLNINGA FRAM SÝNING Í BILA SAVNINUM Tað verður Dávur Winther, sum verður ferðaleiðari um Skarðið til Hellurnar Á Hellunum verður vitjað í Lamba- Símunarhúsi, har Niels Midjord og Eilin Hansen fara at syngja Av Hellunum verður siglt aftur til Fuglafjarðar við Norðlýsinum, og her verður borðreitt við suppu