mánadagur 28. august 2017síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 35 • 28. AUGUST 2017
19
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Tangabilførari
til Effo
Effo sóknast eftir einum ágrýtnum og dugnaligum
persóni til bilførara á tangabili okkara í
Norðstreymoy.
Starvið
Starvið er at veita kundum okkara tænastu á
hægsta stigi og annars at seta kundans tørv í
fyrstu røð.
Arbeiðið umfatar:
•
Í fyrsta lagi koyring í Norðstreymoy
•
Í øðrum lagi koyring í meginøkinum annars
•
Í triðja lagi annað arbeiðið í samband
við oljuúrdráttir
Tínir førleikar
Tú ert førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, at fylgja
avtalaðum mannagongdum og skilur og virðir
okkara trygdarskipanir. Tú ert fleksibul og klárur at
taka ímóti avbjóðingunum, tá kundin og Effo
ynskja tað.
Tað er ein treyt, at tú hevur tað stóra koyrikortið,
og at tú hevur royndir at koyra stórar bilar.
Vit bjóða
Eitt støðugt arbeiðið í einum góðum og skipaðum
umhvørvi. Tú verður partur av verandi
arbeiðstoymi hjá Effo í meginøkinum. Vit bjóða
mánaðarløn samb. galdandi sáttmála, harundir
eisini eftirløn. Ert tú rætti persónurin, fært tú
neyðuga upplæring.
Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir skal
vera okkum í hendi í seinasta lagi
18. september 2017.
Umsóknin skal sendast til:
P/f Effo
Postboks 3098
110 Tórshavn
Frámerki: “Tangabilførari”
ella sum teldupost til HR@effo.fo
Miðja verður eftir at seta starvið 30. september
2017.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til
Eyðfinn Sigurstein, goymsluleiðara á tlf. 214266.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Pf. Effo Óðinshædd 3 Postboks 3098 110 Tórshavn Tel 34 35 00 www.effo.fo
Tórshavn: Vegurin Langi 41, Hoyvík, Tel 35 30 40
Klaksvík: Klingrugarður 3, Tel 47 30 40
Lærlingar til mekaniska
verkstaðin
Vit bjóða eina útbúgving í einum livandi og
áhugaverdum umhvørvi, har nøgdsemi og
kundatænasta eru í hásæti.
Um tú hevur bensin í blóðnum og kundi
hugsað tær at gerast ein partur av einum væl
skipaðum verkstaðstoymi, ert tú vælkomin at
søkja.
Tú fært alla ta vegleiðing, tú hevur tørv á, fyri
at kunna útinna fjølbroyttu upp gávurnar til
lítar.
Um tú metir, at hetta kundi verið nakað fyri
teg, ert tú vælkomin at senda eina umsókn til
Reyni Service.
Havn: Heðin Hansen, hh@reyniservice.fo
ella tel 210050
Klaksvík: Bjarti Ryan, br@reyniservice.fo
ella tel 258642
Vit lesa umsóknirnar so hvørt, tær koma inn,
so send gjarna umsóknina skjótast til ber.
Starvsetan: Skjótast gjørligt.
Ert tú í iva, um hetta er nakað fyri teg - ella
hevur tú spurningar - so ert tú vælkomin at
seta teg í samband við okkum.
Søkt verður eftir lærlingum
til okkara verkstað í Havn og
í Klaksvík
Reyni Service, sum varð sett á stovn í 1947, er størsta bilfyritøka í Føroyum við fleiri enn 50 starvsfólkum.
Við deildum í Havn og í Klaksvík er Reyni Service heildarveitari innan bilvinnuna.