mánadagur 28. august 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 35 • 28. AUGUST 2017
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
Á
mentanardøgunum verða tríggjar kon-
sertir við trimum av okkara fremstu tón-
leika nøvnum, Konni Kass, Orka og Eivør
Páls dóttir.
Hvør í sínum lagi hava tey trý eisini bjóðað
ein um øðrum norðurlendskum navni við til
kvøld ini.
Konni Kass hevur bjóðað dananum, Anders
Riis við, Orka hevur bjóðað svianum TM404, og
Eivør Pálsdóttir hevur bjóðað íslendsku Sóley
við.
Konsertirnar eru partur av norðurlendska
tón leika átakinum hjá Norðurlendska Ment an-
ar grunninum – Puls - ið stuðlar live tónleiki í
Norð ur londum.
Mentamálaráðið og Atlantic Airways hava
eisini stuðlað konsertiltakinum.
Anders Riis
Neyvan hava Poul Dissing og Jay-Z nógv í felag,
og kortini teljast teir báðir millum íblástr ar-
keld urnar til sangin ‘Uniform’ hjá sangaranum
og sangskrivaranum, Anders Riis. ‘Uniform’ er
fyrsta staklag av plátuni Alt Væk, ið Riis gevur
út í heyst. Lagið er ein ramsandi orðastreymur
um apatiska modernaða mannin, skrivaður við
prutl andi øði og ørkymlan, men lukkutíð eisini
við skemti og sjálvironi.
Alt Væk verður fyrsta dansktmælta útgávan
í egnum navni hjá Anders Riis. Skaldskapurin er
miðsavnandi, og málið hevur verið at skapa eina
nær stadda og modernaða poppplátu, ið tekur
støðu til sína samtíð og eisini er tilvitað um sín
íblástur. Byrjanin til plátuna kom, tá Anders
fór at lesa í donsku háskúlasangbókini og varð
grip in av tí ríka skaldskapi, sum har var at finna.
Ingemann, Grundtvig, Ulrik Thomsen og Kim
Larsen skína tí sum vitar yvir gongdini handan
Alt Væk.
Anders Riis hevur áður útgivið tríggjar um-
mæl araróstar ensktmæltar plátur undir heit-
inum Southern Gothic Tales. SGT hevur verið
spælt nógv í útvarpi og í sjónvarpi, har nakrir
sangir eitt nú eru kendir sum tónleikur til sjón-
varps røðina “Gintberg på Kanten”.
Tónlistaliga er plátan Alt Væk evnað til í
sam starvi millum Anders Riis, framleiðaran Jens
Runge og føroysku tónleikararnar, Torleik Mort-
ensen (bass), Per Ingvaldur Højgaard Peter sen
(trummur) og Knút Háberg Eysturstein (tang-
ent ar).
Konni Kass
Konni Kass, sum í heyst gav út debut plátuna
Haphe, er farin í holt við uppfylgjaran.
Forsmakkir upp á henda næsta kapittulin verða
at hoyra á mentanardøgunum í Fuglafirði. Konni
Kass syngur og leikar saksofon og aftrat sær
hevur hon Torleik Mortensen á bassi, Knút
Háberg Eysturstein á tangentum og Per Ingvald
Højgaard Petersen á trummum.
Við framførslum á Spot, Reeperbahn,
Stimmen, Iceland Airwaves, live í útvarpsrásini
Radioeins í Berlin og konsertferðum í Evropa,
bæði sum upphitari fyri Eivør og sum høv uðs-
navn, kann ikki sigast annað enn, at tey eru í
toppformi til komandi konsertina og til næstu
verkætlanina.
Sóley
Íslendska sangarinnan og sangskrivarin, Sóley,
borg ar fyri inniligum sangum. Hon gjørdi av
fyrst antíð vart við seg í indie-folk bólkinum
Seabear, og síðan 2010 er hon vorðin kend sum
solo artistur við trimum plátum og trimum EP
útgávum á baki. Nýggjasta Sóley útgávan – End-
less Summer – kom í mai 2017, og er eins og
tær undanfarnu útgivin á virda týska indie plátu-
felagnum Morr Music.
Hugskotið til nýggju plátuna kom í januar
2016, tá Sóley vaknaði eina náttina og skrivaði
eini boð til sín sjálvs: “Skriva um vón og vár”.
Boð ini vóru tikin til eftirtektar, tí Sóley málaði
upp tøku hølið hjá sær gult og lilla, keypti sær
eitt flygil og setti seg at spæla, syngja og skriva.
Endless Summer bjóðar nettupp vón og vár í
ynd is ligum hami.
framhald
Á mentanardøgunum í Fuglafirði rakar
norðurlendska tónleikasamstarvið
Puls Mentanarhúsið við einum braki
vikuskiftið 1.-3. september
Stór Puls konsert
á mentanardøgunum
Kom og royn eina
øðrvísi Ítróttargrein
Judo
Venjingarnar eru byrjaðar aftur.
Nýggir limir kunna tekna seg.
Vant verður í Eysturskúlanum
“Auluni” Tórgarðsgøta
TILMELDING
mánadag og mikudag
frá kl. 17.00-18.00
ella á mail: gunther@mail.fo
KUNNGERÐ UM
BROYTING AV
BYGGISAMTYKTINI
Tvøroyrar Býráð hevur samtykt at broyta
byggisamtyktina soleiðis, at matr. nr. 144ai
og 144ak í Trongisvági verða broytt frá øki
B "bústaðarøki" til øki E "almennir stovnar".
Almenna framløgan er frá 25. august
til 15. september 2017 á býráðsskriv
stovuni á Tvøroyri, og kærufreistin er
6. oktober 2017.
Sí annars www. tvoroyri.fo
TVØROYRAR KOMMUNA