mikudagur 20. oktober 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 200 - 20. oktober 2004
Nr. 200 - 20. oktober 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Valdsstríð í Burma
Nógv bendir á, at eitt veruligt valdsstríð hevur tikið seg
upp í Burma ella Myanmar, sum landið eisini eitur.
Í gjár vildu fleiri útlendskar tíðindastovur vera við, at
Khin Nyunt, forsætisráðharri, var tikin ella koyrdur frá.
Khin Nyunt, sum er fyrrverandi generalur, bleiv til-
nevndur forsætisráðharri, stutt eftir at altjóða sam-
felagið fordømdi Burma, tí myndugleikarnir høvdu sett
andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi í húsavarðhald.
Stutt eftir at hann hevði tikið við, segði forsætisráð-
harrin, at hann ætlaði sær at virka fyri einari demokrat-
iskari tilgongd, og at hann ætlaði sær at fara undir sam-
ráðingar við andstøðuleiðaran.
Myndugleikarnir í Teilandi søgdu í gjár, at støðan í
Burma er spent. Teilendski forsætisráðharrin, Thaksin
Shinawatra, segði við tíðindastovuna AP, at eitt ella
annað er í ferð við at henda í grannalandinum, men at
enn dugdi hann ikki at siga, hvat tað er.
Selja burtur av Yukos
Í Russlandi hava myndugleikarnir gjørt av at selja ein
part av stóra oljufelagnum Yukos, sum er komið í álv-
arssamar fíggjarligar trupulleikar orsakað av einari
ovurstórari skattarokning. Russiska skattavaldið hevur
kravt, at Yukos skal rinda 50 milliardir dollarar í skatti,
og tað hevur felagið ikki ráð til.
Fyribils hava myndugleikarnir gjørt av at selja eitt
gassfelag, sum Yukos eigur. Sambært tíðindastovuni
Interfax er ætlanin at selja gassfelagið fyri góðar 20
milliardir krónur, men óheftir serfrøðingar siga, at fel-
agið er nógv meiri vert á fría marknaðinum. Teir halda,
at gassfelagið hjá Yukos er einar 60 milliardir krónur
vert, men at myndugleikarnir hava sett prísin alt ov
lágt, tí ætlanin er, at tað almena Gazprom skal keypa
tað. Altjóða íløgubankin Dresdner Kleinwort Wasser-
stein, sum russisku myndugleikarnir bóðu gera eina
meting av gassfelagnum hjá Yukos, kom til, at handils-
virðið liggur ímillum 85 og 100 milliardir krónur.
Russiskir fjølmiðlar hava teir seinastu dagarnar róð
uppundir, at politikararnir í Kreml vilja hava ræðið á
øllum tí russiska olju- og gassídnaðinum. Eitt av bløð-
unum skrivaði mánadagin, at í Russlandi hendir tað
øvugta av tí, sum hendir aðrastaðni.
– Tess hægri oljuprísurin er, tess minni kostar tað at
keypa russiska oljuídnaðin, skrivaði vinnulívsblaðið
Vedomosti.
Sjáldsom upptøka
Í einari goymslu hjá finska útvarpinum hava fólk funn-
ið eina sjáldsama bandupptøku við Adolfi Hitler.
Á upptøkuni, sum varir átjan minuttir, tosar Hitler
við finska generalin Mannerheim, sum var ovasti fyri
finsku verjuni undir seinna heimsbardaga, og sum
gjørdist kendur, tá Finnland vardi seg í krígnum við
Sovjetsamveldið veturin 1939-40. Tað var ein teknik-
ari, sum festi samrøðuna á band. Sambært finska út-
varpinum hótti Gestapo við at avrætta mannin, tí hann
hevði tikið samrøðuna upp, men tað eydnaðist honum
at sannføra Gestapo um, at hann hevði oyðilagt bandið.
Tað sjáldsama við bandupptøkuni er, at hon er tann
einasta, har Hitler tosar við náttúrligari rødd, sum sagt
verður. Hinar upptøkurnar eru frá røðum, sum hann
helt á fundum ella í útvarpi.
Frelsunarherurin
stevndur
Patti Davis, sum er dóttir fyrrverandi amerikanska for-
setan Ronald Reagan, hevur stevnt Frelsunarhrinum, tí
leiðslan har sýtti henni at halda ein fyrilestur, tí hon
tekur undir við kyknukanningum.
Frelsunarherurin hevði biðið Patti Davis halda ein
fyrilstur í Kalifornia tann 19. november, men herfyri
fekk hon at vita, at hon sleppur ikki at halda fyrilest-
urin kortini, tí hon tekur undir við at loyva kyknukann-
ingum, sum Frelsunarherurin er ímóti.
Patti Davis skuldi fáa 80.000 krónur fyri fyrilesturin,
og nú hevur hon stevnt Frelsunarherinum eftir peng-
unum.
Fólkatalið í Etiopia
veksur ov skjótt, til at
búskapurin klárar at
fylgja við
ETIOPIA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Núi eru tvær milliónir fleiri
fólk í Etiopia enn fyri ein-
um ári síðani, men búskap-
arvøksturin hevur bara
verið tvey prosent í sama
tíðarskeiði.
Tað stendur at lesa í
einari nýggjari frágreiðing,
sum ST hevur skrivað um
støðuna í tí eysturafrik-
anska landinum. Umleið 40
prosent av bruttutjóðar-
framleiðsluni
í
Etiopia
stava frá landbúnaðinum,
men fleiri miseydnaðar
verkætlanir tey seinastu
árini hava gjørt, at landið
megnar ikki at útvega fólk-
inum nóg mikið av mati.
Í 1002 og 2003 høvdu
umleið 13 milliónir etiopar
ov lítið til matna, og ST vil
vera við, at umleið 200.000
fólk, tey flestu børn, doyðu
í hungri tá.
Fyrrverandi finski for-
sætisráðharrin
Martti
Ahtisaari er serligur ST-
sendimaður í Etiopia og
tess
grannalondum,
og
hann sigur, at etiopisku
myndugleikarnir noyðast at
gera okkurt fyri at tálma
fólkavøkstrinum. Hann vil
eisini hava teir at geva um-
hvøvinum størri ans.
Í frágreiðingini hjá ST
stendur eisini, at etiopisku
myndugleikarnir gera sítt
til, at sjúkur sum malaria
gera meiri um seg enn
neyðugt. Eitt nú taka toll-
myndugleikarnir sær góða
tíð til at avgreiða útlendsk-
an heilivág.
George W. Bush og
John Kerrry eru nú í
Florida, tí úrslitið har
kann eins og seinast
gera av, hvør vinnur
forsetavalið
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ætlanin var, at Bush og
Kerry skuldu koma til
Florida í síðsta mánað, men
báðir vandaðu veður, tá tær
nógvu tropisku ódnirnar
herjaðu stórar partar av
statinum.
Men nú eru teir komnir,
og nógv bendir á, at Florida
kann fáa sama týdning fyri
forsetavalið hesaferð sum
seinast. Veljarakanningar
teir seinastu dagarnar hava
víst, at tað stendur á jøvn-
um ímillum Bush og Kerry
í Florida, 48 prosent í part.
Støðan er tann sama í stat-
unum Iowa og New Hamp-
shire, men av tí at Florida
hevur nógv fleiri valmenn
enn hinir báðir statirnir,
hevur úrslitið har størri
týdning. Í gjár kundu teir
fyrstu veljararnir í Florida
greiða atkvøðu, og bæði
valevnini hava heitt á sínar
veljarar um at atkvøða nú.
Tað eru serliga teir nógvu
latínamerikonsku veljarar-
nir í Florida, sum valevnini
stríðast um. Umleið ein
fimtapartur av fólkinum í
statinum er av latínamerik-
onskum upruna. Veljara-
kanningar í øðrum statum
hava víst, at har taka tey
flestu "latinos" undir við
Kerry, men at Bush er betur
umtóktur ímillum latínam-
erikanararnar í Florida,
sum yvirhøvur eru av kub-
anskum uppruna.
Kanningar í seinastuni
hava víst, at Bush liggur
stavnin
framman
fyri
Kerry, tá tað snýr seg um
prosentir, men at Kerry fær
fleiri valmenn. Tað er tað
seinna, sum er avgerandi.
Sambært New York Times
hevur Kerry tryggjað sær
221 valmenn, meðan Bush
hevur 213. Á einari óheftari
heimasíðu verður hildið, at
lutfallið er 220-214, meðan
ein republikonsk heimasíða
væntar, at Bush fer at vinna
valið við 274-264. yri at
sleppa í Hvítu Húsini skal
annað valevnið hava minst
270 valmenn.
Aftur vandi fyri neyð
í Etiopia
Nú dystast teir um Florida
Bush og Kerry dystast nú um teir 25 valmenninar í Florida, tí úrslitið har fer helst eisini hesaferð at avgera, hvør vinnur
Uppvøkstur og menning hjá ættleiddum
Sunnukvøldið 24. novem-
ber kl 20, skipar Ættleið-
ingafelagið fyri fundi á Par-
nassinum. Tveir fyrilestrar
verða hildnir, og møguleiki
verður eisini at seta spurn-
ingar. Ættlieiðingarforeld-
ur, ættleidd og onnur áhug-
að eru vælkomin
Tað verða serliga tvey
evni, sum verða umrødd á
fundinum á Hafnia sunnu-
kvøldið.
Tað fyrra evnið verður
samleiki. Marianne Wung-
Sung, sum er heilsusystur,
fer at greiða frá, hvørjar
hugsanir
ættleid
børn
kunnu gera sær um sam-
leikan. Til dømis við at
barnið byrjar á stovni ella í
skúla. Hon fer eisini at tosa
um, hvat foreldur og onnur
kunnu gera, fyri at stuðla
menningini hjá barninum.
Næsta evnið, ið verður
umrøtt, er heilsa. Barna-
læknin Hans Trautner, fer
at greiða frá um kanningar,
sum verða gjørdar, fyri at
fylgja upp uppá heilsustøð-
una hjá barninum. Eisini
fer hann at koma inn á
spurningin um pubertetin.
Fleiri
kanningar
hava
nevniliga víst, at fleiri av
ættleiddu børnunum koma
fyrr í kynsbúningar aldur
enn onnur børn.
Ætlanini er, at fundar-
fólki skal fáa høvi at seta
spurningar og skifta orð um
evnini.
Málbólkurin er serliga
foreldur at ættleiddum og
vaksin ættleidd, menn onn-
ur áhugað eru eisini væl-
komin. Seinasta freist at
tekna seg, er mikudagin 20.
Oktober. Hetta kann gerast
við at senda ein t-post til
amp@post.olivant.fo ella at
ringja á tlf 518328 ella
318328. Kostnaðurin er 50
kr fyri hvønn.
Neyðugt er ikki at vera
limur í felagnum framman-
undan, men Ættleiðinga-
felagið vónar, at fleiri vilja
tekna seg sum lim ella stuð-
ulslim. Hetta kann gerast
við at gjalda á kontoi pen-
ingastovnunum: 300 kr. fyri
familjur, 150 kr. fyri ein-
staklingar og 100 kr. fyri
stuðulslimir.
Fleiri upplýsingar um
ættleiðingafelagið eru at
finna
á
heimasíðuni
www.aettleiding.fo
eys
Tilvildarlig mynd
C
M
Y
K
3
2