mikudagur 20. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 200 - 20. oktober 2004
Nr. 200 - 20. oktober 2004
5
Verður tungt
at fáa tað at
hanga saman
– Fer tað at ganga væl,
fáa vit raksturin at
hanga saman, men
gongur tað ikki væl,
verður tað trupult,
sigur Dánjal Jacob-
sen, reiðari í Vest-
manna, ið eigur ann-
an av trolbátunum,
sum standa á Tórs-
havnar Skipasmiðju
NÝBYGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týsmorgunin kom Tjaldrið
á Vestmanna við trolbátin-
um, Dúgvubergi, sum smá-
partafelagið, Dúgvuberg í
Vestmanna,
eigur.
Teir
høvdu fingið maskinskaða,
og nú teir noyddust at bróta
túrin av, høvdu teir einar
100 kassar inni, sum er góð
10.000 pund.
Tað er sama felag í Vest-
manna, sum eigur Dúgvu-
berg, ið eigur annan ný-
bygningin, sum nú stendur
á Tórshavnar Skipasmiðju
og ætlandi verður liðugur
flaggdagin, 25. apríl kom-
andi ár.
Smápartafelagið í Vest-
manna keypti Dúgvuberg
úr Klaksvík í fyrraári. Bát-
urin, sum er bygdur í 1941,
er úr timbri, og maskinan er
frá fyrst í áttatiárunum.
Dúgvuberg hevur trol-
loyvi á landleiðini um
sumrarnar, men roynir ann-
ars uttanfyri hin partin av
árinum.
Góðir bátar
Dánjal Jacobsen, reiðari,
heldur, at nýggju skrokkar-
nir, sum Tórshavnar Skipa-
smiðja hevur latið byggja í
Pólandi, eru snøggir á at
líta.
– Tað var soleiðis, at vit
komu ikki beinanvegin
uppí hesa ætlan. Skrokk-
arnir vóru faktist liðugt
teknaðir, áðrenn vit komu
inn í myndina.
Hann sigur, at við at
byggja tveir skrokkar sam-
stundis, kundu bátarnir
helst byggjast nakað bí-
ligari.
– Tað er Tórshavnar
Skipasmiðja, sum eigur út-
kastið, og eg haldi, at teir
eru komnir væl frá hesum
arbeiði.
Dánjal heldur, at Hans
Andrias Poulsen á Toftum,
sum byggir eina nýggja
Hansu Mariu, hevur verið
meira við í ætlanini, enn
hann sjálvur hevur verið.
– Nú slíkir bátar eru
bygdir í Íslandi, hevur
Tórshavnar
Skipasmiðja
helst viljað verið við í út-
boðnum, og hetta hevur so
verið teirra boð uppá hesa
bátastøddina, sum gongur
undir reglurnar til landleið-
ina.
Dánjal vísir á, at nýggju
skrokkarnir líkjast teimum
størru skipunum í útsjónd,
og hann heldur, at teir mest
eru líkir ísfiskatrolaranum,
Dalenni, sum í sínari tíð
varð bygdur til Strendur.
– Nýggju skrokkarnir
hava tveir trolbanar, sum
ganga fram undir stýrhúsið.
Spurdur, um monnum dám-
ar betur at hava trolbanar
enn troltrumlu til trolið,
sigur hann:
– Nei, tað dugi eg ikki at
siga. Tað eru ymiskt, sum
monnum dámar. Nøkrum
dáma betur, at trolið verður
hálað inn á dekkið; øðrum
dámar líka væl, at trolið
verður hálað uppá eina trol-
trumlu.
Hann heldur tó, at fyri-
munirnir við trolbanum er,
at tú sleppur betur fram at
trolinum, um okkurt er at
gera.
Verður tungt
Á Tórshavnar Skipasmiðju
hava tey upplýst, at nýggju
trolbátarnir fara at kosta
einar 9-10 miljónir krónur,
tá ið teir eru klárir at fara til
fiskiskap. Hetta er nakrar
miljónir meira enn trolbát-
arnir, sum íslendingar eitt
nú hava bygt til Leirvíkar,
kosta.
Spurdur, hvørjar vónir
hann hevur um raksturin,
sigur Dánjal:
– Fer tað at ganga væl,
fáa vit raksturin at hanga
saman, men gongur tað ikki
væl, kann tað gerast trup-
ult, sigur hann.
Dánjal sigur, at teir í
fyrstani hugsaðu um at taka
maskinuna úr Dúgvubergi
og seta hana í nýggja bátin,
men hesar ætlaninar eru nú
sleptar.
– Maskinan í nýggja bát-
inum verður ein Caterpillar
496 hk., og eg havi skilt, at
maskinan í nýggju Hansu
Mariu verður av slagnum,
Scania.
Dánjal Jacobsen sigur, at
4-5 mans eru við gamla
Dúgvubergi, sum verður
lagdur, tá ið nýggi báturin
kemur í flotan – og 5 mans
verða knýttir at nýggja
bátinum.
Tað fer at kosta nakr-
ar miljónir í nýggjari
maskinu, arbeiðsløn-
um og mistari fiskitíð
hjá trolaranum, Vest-
urbúgvanum úr Vest-
manna, sum neyvan
verður klárur at fara
aftur til fiskiskap fyrr
enn um mánaðar-
skiftið, november/
desember. – Hetta er
ein katastrofa hjá
okkum, sigur reið-
arin, Dánjal Jacobsen
NÝGGJAN MOTOR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað hendi, 13. august í ár.
Ein bóltur í maskinuni
slitnaði. Riva kom í blokk-
in, og rivur komu eisini í
krumptapsaksilin.
Soleiðis kann tað ganga,
tá ið tá gongur illa. Hetta
noyðist reiðarin á Vestur-
búgvanum, Dánjal Jacob-
sen, at ásanna.
Hann sigur, at í fyrstani
var ikki ætlanin at skifta
maskinuna út, men tað vísti
seg, at rivurnar í krumptap-
sakslinum vóru so djúpar,
at tað ikki varð hildið vera
skilagott at slípa tær burtur.
– Vit tóku tí avgerð um at
skifta maskinuna út.
Dánjal sigur, at Vestur-
búgvin, ið teir fingu sum
nýbygning í 1992, hevði
ein Deutze MWM, sum var
1399 hk. Nýggja maskinan
verður ein Wartsila av
somu stødd sum hin gamla.
Katastrofa
– Hetta er ein katastrofa hjá
okkum. Eg veit faktist ikki,
hvat hetta fer at kosta okk-
um, tí tað kemur alla tíðina
okkurt aftrat.
Hann sigur, at sjálv
maskinan
kostar
2,3
miljónir krónur at keypa,
men síðan verður neyðugt
at skifta ymiskt annað út,
eitt nú botnventilarnar.
Aftrat hesum kemur so ar-
beiðslønin og mist fiskitíð.
– Tað hevði verið bíligari
og skjótari at umvælt
gomlu maskinuna, men við
atliti til, hvat hetta kortini
hevði kostað, hildu vit tað
vera best at skifta maskin-
una út við eina nýggja.
Haraftrat kemur, at hetta
modellið av maskinu verð-
ur ikki gjørt longur á verk-
smiðjuni.
Spurdur, um slík umvæl-
ing, íløga og mist fiskitíð á
nakran hátt er tryggjað,
sigur reiðarin, at einasti
parturin, teir fáa endurgold-
ið, er tað, sum tað hevði
kostað at umvælt gomlu
maskinuna.
– Men hetta er bert ein
lítil partur av øllum, sigur
hann.
Mist fiskitíð
Dánjal Jacobsen sigur, at
Vesturbúgvin í minsta lagi
kemur at missa hálvan
fjórða mánaða í fiskitíð, og
tað er ógvuliga harmiligt,
nú so væl hevur verið at
fingið av hampiliga góðum
upsa.
– Vit vænta kanska at fáa
ein ella tveir túrar aftrat í
hesum árinum, um tíðar-
ætlanin heldur, og alt bein-
anvegin fer at virka, sum
tað eigur, sigur hann.
Dýrur umgangur hjá Vesturbúgvanum
– Hetta er ein katastrofa hjá
okkum. Eg veit faktist ikki,
hvat hetta fer at kosta okk-
um, tí tað kemur alla tíðina
okkurt aftrat, sigur reiðarin,
Dánjal Jacobsen í Vestmanna
Mynd: Vilmund Jacobsen
Smápartafelagið, sum
eigur gamla Dúgvuberg,
fer ikki at seta gomlu
maskinuna í nýggja
bátin. – Tað halda vit
kortini ikki vera ráðiligt,
sigur reiðarin, Dánjal
Jacobsen
Nýggi báturin kemur í flotan
fyri gamla Dúgvuberg, sum
Tjaldrið sleipaði til lands í
gjár við maskinbreki
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Miðflokkurin
liðugur við
uppstillingina
Valevnalistin til býráðs-
valið í Tórshavnar komm-
unu hjá Miðflokkinum er
nú klárur. Flokkurin still-
ar upp 10 valevni. Teirra
millum Jenis av Rana,
tingmann floksins
Jenis av Rana hevur
fyrr havt sæti sum vara-
maður fyri Petur í Gong á
uttanflokkalistanum.
Hetta var í valskeiðnum
frá 1992-1996. Í 1996 fór
uttanflokkalistin í søguna,
og Jenis av Rana saman
við øðrum stillaðu upp
fyri Miðflokkin uttan tó at
vinna sessin aftur - og tað
hevur flokkurin ikki havt
síðani.
Fyri at fáa umboð valt í
Tórshavnar
kommunu
skal ein listi hava 1/13
part av atkvøðunum - ella
7,7% av atkvøðunum. Við
seinasta
kommunuval
skuldu 723 atkvøður til
fyri at røkka einum sessi.
Tá fekk Miflokkurin 488.
Listin hjá Miðflokk-
inum er hesin:
Sámal í Gong, Tórshavn,
arbeiðstakari
Svenhild
Haraldsen,
Hoyvík, sjúkrarøktarfrøð-
ingur
Egin Henriksen, Tórs-
havn, EDV-programmør
Allan Hjaltalin, Tórshavn,
sølumaður
Frank Jacobsen, Tórs-
havn, bussførari
Charlotta á Váli Olsen,
Tórshavn, Stovnsleiðari
Dánjal Petersen, Kolla-
fjørð, trúboðari/arbeiðs-
takari
Jenis av Rana, Tórshavn,
lækni
Marnar á Skúr, Nólsoy,
avl. pensionistur
Elin N. W. Tausen, Argir,
lesandi
Fíggjarstovnar fáa felags
lóggávu
Í hesum løgtingsárin-
um skal ein nýggj lóg
um fíggjarvirksemi
setast í verk. Lógin
umfatar fleiri ymisk
sløg av fíggjarstovnum
BÚSKAPUR
Landsstýrið hevur sett sær
fyri, at ein nýggj lóg um
fíggjarvirksemi skal setast í
gildi í Føroyum. Talan er
um hina donsku »lov om
finansiel virksomhed«.
Lógin umfatar vanligar
peningastovnar, tryggingar-
fyritøkur, virðisbrævamekl-
arar og íløgufeløg, og hon
kemur í staðin fyri eina røð
av lógum, ið hevur regul-
erað virksemið í hesum
stovnum. Endamálið við at
seta hesa lógina í verk er
sambært Fíggjarmálaráðn-
um at gera lógarverkið ein-
faldari, og harnæst er ein
dagføring hóskandi nú.
Føroya Sparikassi heldur
tað vera neyðugt at dagføra
lógarverkið hjá fíggjar-
stovnunum í landinum.
– Sum heild verða lógir-
nar, ið stýra okkara virk-
semi dagførdar ov seint, og
tí eru vit eftirbátar í mun til
peningastovnar í danska
fíggjarheiminum, sum vit
eru partur av. Okkara ynski
er, at dagføringar frameftir
verða framdar samstundis í
Føroyum og í Danmark, og
at okkara myndugleikar tí
eru við og gera sína ávirkan
galdandi, tá broytingar eru
á skránni í Danmark, sigur
Marner Jacobsen, forstjóri í
Føroya Sparikassa.
Sum er virka sparikassar
og bankar í Føroyum eftir
einari danskari lóg, sum
danir seinast dagførdu í
2000.
Ein bólkur við føroysk-
um og donskum embætis-
fólkum skal um ársskiftið
verða liðugur við eitt ar-
beiði, ið skal bera í sær, at
eitt lógaruppskot um fíggj-
arvirksemi í Føroyum skal
leggjast fyri Løgtingið og
Fólkatingið í inniverandi
tingári.
Kelda: www.sparikassin.fo
Bæði analytikarar og
handilsfólk trúgva
nú, at oljuprísurin
kann røkka 60 doll-
arum fyri tunnuna
OLJUPRÍSUR
Tíðindastovan Bloomberg
hevur prátað við fleiri ana-
lytikarar og oljuhandlarar,
sum eru farnir at trúgva, at
oljuprísurin kann røkka
teimum 60 dollarunum fyri
tunnuna.
Hósnáttina setti oljuprís-
urin nýtt met, tá hann fór
upp um 52 dollarar fyri
tunnuna og í New York varð
handlað fyri 52,24 dollarar.
– Fáa vit ein kaldan
vetur, fer prísurin enn long-
ur upp, sigur høvuðsstrat-
egurin fyri ráðvørur hjá
Goldman, Sachs & Co. í
New York. Steve Strongin.
Saman við Steve Taylor frá
New West Petroleum ikki
hann vil útiloka, at tunnu-
kostnaðurin fer upp um 60
dollarar.
Teir báðir analytikararnir
síggja fyri sær, at teir 60
dollararnir verða náddir,
um so er, at kríggj, búskap-
artrupulleikar ella ódnir
aftur fara at gera um seg.
Tað er øktur eftirspurn-
ingur, ið saman við órógv á
oljumarknaðinum,
hevur
fingið prísin uppeftir sein-
astu vikurnar. Búskaparliga
framgongdin í heiminum
hevur havt týdning fyri eftir-
spurningin, og við køldum
vetrarmánaðum fyri framm-
an er eftirspurningurin ney-
van vorðin minni, skrivar
Føroya
Sparikassi
á
heimasíðu síni.
Kelda: www.sparikassin.fo
Oljan kann røkka 60 dollarum
C
M
Y
K
5
4
Gucci
JF Rey
Emporio Armani
BRILLUKONTO
BRILLUKONTO
frá 149,- um mánaðin
Hvørjar skal eg velja?
Hví taka ta stóru avgerðina bara einaferð?
Her bjóða vit tær eina heilt nýggja tænastu, tá ið
tú keypir brillur, nevniliga eina brillukonto.
Við eini brillukonto kanst tú keypa í dag, og gjalda,
sum tær passar best. Einki útgjald og eingin
renta. Tað kostar einki eyka at keypa brillur við
eini brillukonto. Veljast kann tað brillustell og tey
brillugløs, tú ynskir.
s t e p h a n s s o n s h ú s
KONGABRÚGVIN, TÓRSHAVN, TLF. 311731