Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 200 - 20. oktober 2004 Nr. 200 - 20. oktober 2004 7 Sjóvar Kommuna letur byggja egning- arskúrar millum bátahylin og Langanes KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Strendur: Sjóvar Komm- una er farin undir at bøta um umstøðurnar hjá teim- um, sum rógva út av Strondum. Teir fáa nú nýggjar egningarskúrar beint innavert bátahylin. Samlaði kostnaðurin fyri egningarskúrarnar er settur til 1,8 millión, tá liðugt er. Tummas Johannesen, tekniskur leiðari hjá Sjóvar Kommunu, sigur, at ar- beiðið er farið í gongd. Tað er smápartafelagið Sandur Danielsen á Strondum, sum skal gera nýggju egningar- skúrarnar. Talan er um níggju skúrar, sum fara at fevna um eina samlaða vídd upp á 286 fermetrar, sigur Tumm- as Johannesen. Hvør skúrur fer at hava egna frysti- goymslu, sigur hann. Ein av skúrunum fer at vera eitt sindur størri enn hinir. Soleiðis hálvaaðru stødd ella so. Har skal wc og talvurúm gerast, sigur tekniski leiðarin hjá Sjóvar Kommunu. Skúrarnir skulu leigast út til útróðrarmenninar á Strondum. Tað eru fleiri bátar, sum rógva út av Strondum. Teir flestu eru smáir bátar, har ein maður vanliga er við. Um teir ætla at taka seg saman og leiga skúr í felag, ber tað eisini til, sigur hann. Teir, sum fara at brúka skúrarnar, skulu gjalda fyri leigu og elnýtslu. Tað er eingin fiskamót- tøka á Strondum, men tað bilar einki, siga strandingar. Tí stutt er yvir á Toftir, og har plaga teir vanliga at sleppa av við fisk. Sjóvar Kommuna hevur gjørt nýggja vatnveiting á Sela- trað. Eisini fær Morskranes nýggja vatnveiting, sum verður liðug fyrsta dagin KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Selatraðfólk hava nú fingið kommunalt vatn. Eisini eru brandpostar settir upp, soleiðis sum krav er um, sigur Tekniski leiðarin hjá Sjóvar Kommunu. Bygdirnar Selatrað, Morskranes og Kolbeina- gjógv hoyra allar til Sjóvar Kommunu. Tískil er tað Sjóvar Kommuna, sum hevur ábyrgdina av, at hesar bygdirnar fáa tær tænastur, teimum tilkemur. Eitt nú reint vatn í nóg stórum nøgdum. Á Selatrað er tann trupul- leikin loystur, sigur Tumm- as Johannesen, tekiskur leiðari hjá Sjóvar komm- unu. Kommunan hevur lagt vatnleiðng um alla bygdina, har eisini brandlinjan er løgd. Umframt er gjørdur goymslubrunnur og reinsi- verk. Vatnið verður leitt úr keldum gjøgnum reinsi- verkið í brunnin, haðani tað so fer út til brúkaran. Eisini á Morskranesi er Sjóvar Kommuna í ferð við at loysa vatnspurningin. Har verður í løtuni arbeitt við eini líknandi skipan, sigur tekniski leiðain hjá Sjóvar Kommunu. Egningarskúrar á Strondum Nýggj vatnveiting á Selatrað Nýtt eldrasambýli verður í næstum bygt á Strondum. Fyrireikingarnar eru komnar heilt væl áleiðis KOMMUNU- TÍÐINDI Edvard Joensen Strondum: Eldri strandingar og fólk í Sjóvar Kommunu ann- ars kunnu nú síggja fram til at sleppa at búgva í eldrasambýli á Strondum á ellisárum. Sjóvar Kommuna er komin væl áleiðis við fyrireikingunum til eldrasambýlið, sum ætlanin er at byggja oman fyri skúlan á Stondum, sigur Tumm- as Johannesen, tekn- iskur leiðari hjá Sjóvar Kommunu. Nýggja eldrasam- býlið á Strondum er ætlað at hýsa 10 føst- um búfólkum. Um- framt verða tvey um- lættingarpláss eisini, sigur Tummas Jo- hannesen. Hann veit ikki endaliga prísin enn, sigur hann. Fyrireikingararbeið- ið er komið so mikið langt, at væntast kann, at spakin verður settur í ein av allar fyrstu døgunum, sigur tekn- iski leiðarin. Av øðrum kommu- nalum stórmálum á Strondum nevnir hann kloakkarbeiðið við Sjógv, sum varð liðugt í summar. Annars er ikki nakað stórmál beinleiðis í gongd í løtuni, sigur hann. Nýtt eldra- sambýli á Strondum Sjóvar Kommuna fer at byggja egningarskúrar á havnarlagnum beint innan fyri bátahylin á Strondum Mynd: Edvard Joensen Sjóvar Kommuna hevur lagt nýggja vatnveiting við reinsiverki og goymslubrunni á Selatrað. Tilsvarandi arbeiði er í løtuni í gongd á Morskranesi Konjektur- frágreiðingin skal viðgerast í samgonguni Tað skortar ikki við at- finningum frá Búskap- arráðnum til politisku myndugleikarnar í fesk- astu konjekturfrágreið- ingini, sum varð latin al- menninginum í farnu viku. Løgmaður Jóannes Eidesgaard hevur lisið konjekturfrágreiðingina, og hann greiðir frá, at at- finningarnar frá Búskap- arráðnum verða tiknar upp til politiskt kjak í samgonguni í næstum. – Tað er nógv mál í frá- greiðingini, ið vit eru noyddir at hava eina støðu til, tí stórur partur av frá- greiðingini er vendur beinleiðis ímóti politisku skipanini. Búskaparráðið er upprunaliga eitt pol- itiskt produkt, og tí vildi tað verið at skotið okkum í skógvarnar, um vit ikki tóku frágreiðingina upp til politiska viðgerð, sigur Jóannes Eidesgard. Hann leggur afturat, at frágreiðingin hjá Búskap- arráðnum er ikki komin á dagsskrá enn, men sam- gongan fer at umrøða hana í næstum. Spurdur, um hann ikki hevur eina persónliga støðu til atfinningarnar í frágreiðingini, svarar løg- maður, at sjálvssagt hevur hann tað, men hann ynskir fyrst at viðgera frágreiðingin saman við sínum starvsfeløgum í samgonguni. -páll Ov seinir á sjóarfallinum – Búskaparráðið átti at sæð sjúkutekini í vinnuni, og tær avleiðingar hetta hevur fyri samfelagið sum heild, í tí frágreið- ingini sum kom fyri ein- um ári síðan. Tað er bara ikki nokk bert at staðfesta eina gongd, sum vit øll vita frammanundan. Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum verður skrivað, at nýggja konjekt- urfrágreiðingin hjá Bú- skaparráðnum kemur ov seint. Vinnuhúsið er av teirri áskoðan, at Búskap- arráðið eigur regluliga at taka pulsin av á búskapin- um og ávara um afturgong- dina, áðrenn hon er her. Føroya Arbeiðsgevara- felag heldur, at tað er neyðugt hjá Búskapar- ráðnum at koma javnan við styttri og meira aktu- ellum konjekturfrágreið- ingum. -páll Fallandi kundaskari, dýr leiga og nógv ferðing er orsøkin til, at Rafik Bourbiaa hevur gjørt av lata Rafiksa Pizza aftur í Tórsgøtu í Havn PIZZARIA LETUR AFTUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Eitt av mongu matstovun- um í høvuðsstaðnum, Ra- fiksa Pizza, er farið í søg- una. Eigarin av Rafiksa Pizza, Rafik Bourbiaa, hev- ur seinastu góðu tvey árini havt pizzaria í bygningin- um í Tórsgøtu 11 í Havn, har Manhatta og Rio Bravo eisini halda til. Fyri sløkum 14 døgum síðan gjørdi Ra- fik Bourbiaa av lata Rafiksa Pizza aftur. – Eg orki ikki meira, tí tað er langt at ferðast úr Vestmanna hvønn dag. Tað er eisini ómetaliga dýrt at leiga í Havn, og færri og færri kundar vitjaðu, greið- ir Rafik frá. Rafik Bourbia hevur framvegis eitt pizzaria í Runavík, sum hann ætlar at varðveita. Spurdur um tað er hansara tykki eru ov nógv matstøð í høvuðsstaðnum í løtuni, svarar Rafik, at tað er tað so avgjørt, og hann sigur seg ikki verða bilsnan um fleiri við honum verða noydd at gevast í næstum. Millum 8 og 9 fólk starv- aðust á Rafiksa Pizza –Tað er ómetaliga skuffandi, at nøkur ar- beiðspláss forða teirra starvsfólkum at stilla upp, tí tað er ein borg- arlig skylda at stilla upp, um tað verður heitt á teg, sigur Carl August Arge, ið er for- maður í Suðurstreym- oyar Sjálvstýrisfelag SJÁLVSTÝRISLISTIN Í HAVN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Seinasta fríggjadag kom Suðurstreymoyar Sjálv- stýrisfelag á mál við upp- stillingini til kommunuval- ið 9. november. Eins og flestu aðrir flokkar, hevur Sjálvstýrisflokkurin havt trupulleikar við at finna fólk, sum eru sinnað at stilla upp. – Tað hevur verið øgiliga ringt at fáa serliga kvinnur á listan hesaferð. Vit høvdu vónað at fáa fleiri yngri kvinnur á listan, men tað eydnaðist tí verri ikki, sigur Carl August Arge formaður í Suðurstreymoyar Sjálv- stýrisfelag. Hann leggur afturat, at Sjálvstýrisflokkurin hevur havt fleiri fólk, sum upp- runaliga høvdu játtað at stilla upp fyri flokkin, men hava verið trýst at takka nei, tí arbeiðsgevari teirra hevur sett seg ímóti. – Tað er ómetaliga skuff- andi, at nøkur arbeiðspláss forða teirra starvsfólkum at stilla upp, tí tað er ein borgarlig skylda at stilla upp, um tað verður heitt á teg. Vit hava hesaferð merkt illvilja frá fleiri ar- beiðsgevarum, og tað er ein stak óheppin og ivasom gongd, vísir Carl August Arge á. Atkvøðuslúkarar burtur Sammett við listan hjá Sjálvstýrisflokkinum á sein- asta kommunuvali í Havn kann ein leggja til merkis, at atkvøðuslúkararnir hjá flokkinum frá valinum í 2000 ikki stilla hesaferð. Hvørki Ronald Poulsen ella Ása Olsen, sum fingu ávikavist 121 og 104 at- kvøður, eru á listanum Sjálvstýrisflokkinum. Sjálv- stýrisflokkurin megnaði ikki at vinna sær ein sess í Tórshavnar býráð á seinasta kommunuvalið, men kortini hevur Carl August Arge góðar vónir undan komm- unuvalinum 9. november. – Vit eru við fyri vinna, sigur Carl August Arge. Listin hjá Suðurstreymoyar Sjálvsstýrisfelag: Carl August Arge Ingeborg Godtfred Jónas Johnson Noomi Juul Klæmint Olsen Tórbjørn Poulsen Øssur Simonsen Jóhan Stenberg Rafiksa latið aftur Arbeiðsgevarar forða uppstilling –Eg orki ikki meira, tí tað er langt at ferðast úr Vestmanna hvønn dag. Tað er eisini ómetaliga dýrt at leiga í Havn, og færri og færri kundar vitjaðu, sigur Rafik Bourbiaa, sum fyri sløkum 14 døgum síðan lat Rafiksa Pizza aftur í Havn. Mynd: Jens Kr. Vang – Tað hevur verið øgiliga ringt at fáa serliga kvinnur á listan hesaferð. Vit høvdu vónað at fáa fleiri yngri kvinnur á listan, men tað eydnaðist tí verri ikki, sigur Carl August Arge formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag. Mynd: Savnsmynd C M Y K 7 6