mikudagur 20. oktober 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 200 - 20. oktober 2004
Nr. 200 - 20. oktober 2004
9
Ráðstevna um musikkskúlar
Føroya Musikklær-
arafelag og Sanglær-
arafelag Føroya, skipa
fríggjadagin 22. okto-
ber og leygardagin 23.
oktober fyri áhuga-
verdari ráðstevnu í
Norðurlandahúsinum
RÁÐSTEVNA
Tíðindaskriv
Ráðstevnan lýsir m.a. mus-
ikkskúlaskipanir í Noregi,
Íslandi, Danmark og Før
oyum.
Á ráðstevnuni hava fyri-
reikararnir bjóðað 5 dugna-
ligum fyrilestrahaldarum úr
norðurlondum at halda
fyrilestrar. Hesir hava allir
drúgvar
royndir
innan
ymisk tónleikaøkir.
Hví Ráðstevna
Tað eru 20 ár síðani verandi
musikkskúlaskipan bleiv
gjørd, og er einki »komma«
broytt hesi árini.
Tað er meira og meira
sjónligt, at tíðin, í ávísum
førum, er farin frá verandi
skipan, sum t.d. ikki tekur
hædd fyri undirvísingini
hjá
framkomnum
næmingum.
Musikklærarafelagið vil
við hesum fáa gongd á
kjakið um, hvussu ein á
besta hátt kann tillaga eina
nýggja skipan til dagsins
veruleika.
Ynski hjá lærarum hevur
í langa tíð verið at fáa eina
samansetta starvssetan, har
tað ber til, bæði at vera
lærari og tónleikari. Ein av
fyrilestrahaldarunum
er
Erik Bugge úr Noregi.
Fyrilestur hansara snýr seg
m.a. um, hvussu samansett-
ar starvssetanir virka í
Norland Fylke.
Ein annar fyrilestrahald-
ari er Tormod Bjørnestad úr
Noregi. Hesin hevur drúgv-
ar royndir í, hvussu til ber
at betra og økja um sam-
starvi millum Fólkaskúlan
og Musikkskúlan.
Áheitan á politiska
myndugleikan!
Ráðstevnan miðjar eisini
eftir, at fáa á tal politiska
myndugleikan, sum á ym-
iskan hátt umsita sang- og
tónleikaundirvísing í Før-
oyum.
Tí verða musikkskúla-
leiðarar, umboð fyri komm-
unupolitikkarar, Mentanar-
nevnd Løgtingsins og §7
nevndin fyri Musikkskúla-
skipan Føroya bodnir at
luttaka.
Fyrireikararnir vóna, at
ráðstevnan vil virka fyri at
fólk, ið varða av musikk-
skúlaskipanini, eisini vilja
ogna sær størri fakligt inn-
lit í, hvussu slíkar skipanir
virka í øðrum londum.
Heimamissión-
in serligt tiltak
í Vági
Tað var í Vági, at
Heimamissiónin
byrjaði sítt virksemi
fyri 100 árum síð-
ani. Tí verður skipað
fyri serligum tiltøk-
um har vikuskiftið
5. - 7. november
MØTI
Í sambandi við, at í ár eru
100
ár
liðin,
síðani
Heimamissiónin byrjaði
sítt virksemi í Føroyum
undir skipaðum viður-
skiftum, verður hildið eitt
serstakt tiltak suðuri í
Vági vikuskiftið 5 - 7.
nov. Tað var í Vági,
Heimamissiónin byrjaði
sítt virksemi, og er tað or-
søkin til, at hetta tiltak
verður lagt har.
Á skránni verða møti
fríggjakvøld og leygar-
kvøld kl. 20 og sunnu-
kvøld kl. 18. Og verða tey
øll í Meinigheitshúsinum
í Vági. Leygardagin kl. 16
seinrapartin verður eitt
serligt barnatiltak fyri alla
oynna, sum barnaráðgev-
in skipar fyri. Leygar-
kvøldið kl. 22 verður eitt
serligt
ungdómstiltak,
sum
ungdómsráðgevin
stendur fyri.
Sunnudagin er guds-
tænasta við altargongd, og
eftir gudstænastuna er
festdøgurði, sum Heima-
missiónin bjóðar øllum
við til. Hann verður í VB-
húsinum, og vegna av-
markað pláss er neyðugt
at siga frá í seinasta lagi
30. okt. Lýsing um tað
stendur í bløðunum 21. og
22. okt.
Talarar
á
møtunum
verða trúboðararnir hjá
Heimamissiónini,
og
sangkreftir vera bæði
norðanfjørðs og úr Suður-
oynni.
Appilsingentan eftir
Jostein Gaarder, sum
Bókadeild Føroya
Lærarafelags gav út
um ólavsøkumundið,
varð útseld eftir stutt-
ari tíð. Nú er hon
uppafturprentað
BØKUR
Tíðindaskriv
Eisini í Føroyum hevur
Appilsingentan fingið sera
góða móttøku. Bókin, sum
kom út á 22 málum í senn í
fjør, er fyrsta ungdóms-
skaldsøgan eftir Jostein
Gaarder í tíggju ár. Um-
mælini í heimlandinum hjá
Gaarder Noregi hava verið
sera góð: "Ungdómsbók, ið
djarvt nemur við stórar
spurningar - lívið og deyð-
an," skrivaði Dagbladet
millum annað. Og Aften-
posten skrivaði, at "henda
bókin fangar bæði yngri og
eldri lesarar við hugtakandi
frásøgustíli sínum. Ein
spennandi og samstundis
sorgblíð søga". Á Lista-
stevnuni í summar tosaði
Jostein Gaarder um skald-
skap sín og høvundavirki;
ivaleyst hevur hetta tiltakið
virkað við til, at bókin er so
væl móttikin í Føroyum.
Appilsingentan snýr seg
um Georg, sum er fimtan
ára gamal. Hann er sum
aðrir stórir dreingir, men so
ein dagin fær hann eitt
bræv, sum pápin hevur
skrivað til hansara, beint
áðrenn
hann
doyði.
Í
brævinum skrivar hann um
leitanina eftir tí gátuføru
Appilsingentuni, ein duld-
arfull vera, ið hann hittir
tey mest óvæntaðu støðini.
Appilsingentan er ein
heit,
veruleikakend
og
bergtakandi søga um at
liva, elska og doyggja - ein
nýggj hugvekjandi søga,
sum væl tolir at verða sett
undir liðina á øllum teim-
um virðisløntu bókunum
hjá høvdundanum. Aðrar
bøkur eftir Jostein Gaarder,
ið eru komnar út á føroysk-
um eru: Kabalgátan, Jóla-
gátan, Sum í spegli, sum í
gátu, og Heimurin hjá
Suffíu, ið kom út sam-
stundis sum Appilsingent-
an. Laura Joensen hevur
týtt allar til føroyskt uttan
Heimin hjá Suffíu, ið
Edvard Olsen hevur týtt.
Appilsingentan aftur at fáa
Skrá fyri Ráðstevnuna
Fríggjadagin 22. oktober
09:00 - 09:30
Skráseting
09:30 - 10:00
Ráðstevnan verður sett av Jógvani á
Lakjuni, Mentamálaráðharra
10:00 - 10:30
Fyrilestur Erik Bagge NO, Samansett
størv
(a. Tónleikari/lærari,
b. Fólkaskúlin, Musikkskúlin, Stud-
entaskúlin)
10:30 - 11:15
Kjak
11:15 - 11:30
Kaffi
11:30 - 12:00
Fyrilestur
Svend Aaquist DK ,
Nútímanstónleikur i undirvísingini
12:00 - 12:45
Kjak
12:45 - 14:00
Ábit
14:00 - 14:15
Tónleikur
14:15 - 14:45
Fyrilestur Peter O. Petersen FO,
Sangurin í føroyska Fólkaskúlanum i
14:45 - 15:30
Kjak
15:30 - 16:00
Fyrilestur Tormod Bjørnestad NO,
samstarv millum Fólkaskúlan og
Mentanarskúlan
16:00 - 16:45
Kjak
Leygardagur 23. oktober
09:45 - 10:00
Tónleikur
10.00 - 10:30
Fyrilestur Bjørn Árnason ÍS, fak-
felagsarbeiði í fusikkskúlahøpi
10.30 - 11:15
Kjak
11.15 - 11:30
Kaffi
11:30 - 12:00
Fyrilestur Martin Mouritsen FO,
Føroya Musikkskúli í 20 ár.
12:00 - 12:45
Kjak
12:45 - 14:00
Ábit
14:00 - 15:00
Orðaskifti
15:00 - 15:30
Kaffi
16:00 - 17:00
Konsert við kórinum Tarira
Stór ráðstevna um musikkskúlar verður nú
hildin í Norðurlandahúsinum
Nú eru heili 10 ár
síðani, at runavík-
ingar søktu landsstýr-
ið um loyvi at gera
fríhavn. Enn er onki
svar komið. Men nú
havnarmenn gera
vart við seg, lovar
landsstýrið at av-
greiða málið upp á
eina viku
DRÁL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Stendur tað til eysturoy-
ingar, verður landsstýrið
dømt fyri drál.
Tað eru nú heili 10 ár
síðani at runavíkingar søktu
landsstýrið um loyvi at gera
Runavíkar Havn til fríhavn.
Enn er onki svar komið.
Men tá ið havnarmenn
gjørdu vart við seg í farnu
viku, lovar landsstýrið at
avgreiða málið upp á eina
viku!
Hetta fær eisini runavík-
ingar at spyrja, um tað er so
livandi galið, at landsstýrið
ger mannamun á føroy-
ingum.
Bjarni svara fyri seg
Í Runavík meta tey málið
so álvarsligt, at Kári P. Høj-
gaard, løgtingsmaður, fer at
reisa málið á Føroya Løg-
tingi í dag.
Tá ið tingfundur verður
seinnapartin í fag, fer hann
at seta landsstýrismannin-
um í vinnumálum, Bjarna
Djurholm, ein fyrispurning
um fríhavn í Føroyum.
Kári P. Højgaard sigur, at
nú um dagarnar kom fram
at russisk skip vilja hava
eina fríhavn í Føroyum.
– Tað varð eisini ført
fram, at russarar vilja hava,
at fríhavnin skal vera á
Sundi.
– Tað kom týðiliga til
sjóndar, at hetta er eitt mál,
sum hevur skund og at allar
árar skuldu leggjast í sjógv
fyri at avgreiða málið her
og nú, tí Bjarni Djurholm
trein sjálvur fram á sjón-
varpsskíggjan og boðaði
frá, at hetta mál skuldi fáa
eina heilt óvanliga skjóta
viðgerð.
– Skilti eg boðskapin frá
landsstýrismanninum rætt,
skuldu formligu loyvini
fáast upp á pláss, so havna-
lagið á Sundi kundi verða
góðkent sum fríhavn áðr-
enn ein vika var farin, sigur
Kári Djurholm.
Hann sigur, at heldur tað
vera sjálvsagt, at allar før-
oyskar
kommunur
fáa
somu skjótu og góðu við-
gerð,
sum
Tórshavnar
Kommuna og at svar uppá
umsóknir og fyrispurningar
verða avgreiddar sambært
galdandi fyrisitingarregl-
um.
Tí vil hann í fyrsta lagi
hava greiði á, hvør tað er í
landsstýrinum, sum umsit-
ur hetta málsøki og hann vil
eisini hava at vita um málið
um fríhavn á Sundi er
avgreidd.
Hann vil eisini hava at
vita, um tað er eitt skipa-
felag, eitt eitt reiðarí ella
um tað er Tórshavnar
Kommuna, sum hevur søkt
um at fáa Sund til fríhavn.
Somuleiðis vil Kári P.
Højgaard hava at vita um
lógararbeiðið um fríhavnir
liðugt.
At enda vil hann hava at
vita, um aðrar kommuna
hava umsóknir liggjandi í
landsstýrinum um fríhavn.
Og um so er, vil hann
eisini hava at vita, hvussu
nógvar kommunur talan er
um og um tær hava fingið
svar
frá
landsstýrinum
soleiðis at umsóknir teirra
mugu metast at vera av-
greiddar.
Heilt burturvið
Kári Højgaard heldur, at
arbeiðslagið hjá landsstýr-
inum er heilt burturvið.
Hann situr sjálvur í
Runavíkar Býráð, har hann
hevur verið formaður í
havnarnevndini øll árini.
– Tað seinasta,vit frættu
frá landsstýrinum um um-
sókn okkara umfríhavn í
Runavík, var í 2000, tá ið
Vinnumálaráðið boðar frá,
at talan er um eitt málsøki,
ið hoyrir undir fíggjar-
málaráðið og at umsókn
okkara, er send hagar til
avgreiðslu.
Síðani hava vit hvørki
hoyrt orð ella eið aftur úr
landsstýrinum. Men tá var
Bjarni Djurholm eisini
landsstýrismaður í vinnu-
málum.
– Tí tykir tað mær tvífalt
løgið, at at hann nú lovar at
avgreiða eitt mál, sum hann
kanska onki hevur við at
gera, upp á eina viku, sigur
Kári P. Højgaard.
Nú ætlanin er at
útbyggja psykiatrisku
viðgerðina kring
landið, fer Sinnisbati
nú at stovna lokal-
feløg kring alt landið.
Fyrsta felagið verður
stovnað á almennum
fundi í Suðuroy í
kvøld
SINNISBATI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fer felagið Sinnisbati at
styrkja seg kring alt landið.
Sinnisbati er felagið hjá
teimum sálarliga sjúku og í
royndunum at menna felag-
ið, er ætlanin nú at stovna
lokalfeløg kring alt landið.
Og tað fyrsta lokalfelagið
hjá Sinnisbataverður stovna
í Suðuroynni í kvøld.
Í hesum sambandi verður
skipað
fyri
almennum
hugnakvøldið á Hotellinum
í Øravík í kvøld klokkan
19.30, har øll eru vælkom-
in.
Lokalfeløgini skulu røkja
sambandið við limirnar í
lokaløkinum og felagið
skal eisini skipa fyri fund-
um fyri at kunna fólkið,
kommunustýrislimir
og
onnur um, hvat rørist á
økinum og um, hvørjar
ætlanir eru.
Ætlanin er at fimm fólk
skulu manna nevndina í
lokalfelagnum.
Á fundinum fer forkvinn-
an í Sinnisbata, Soffi Eg-
holm, at greiða frá arbeiðn-
um hjá Sinnisbata nú, og
framyvir.
Eitt umboð fyri Al-
manna- og Heilsumálaráðið
fer at greiða frá um fram-
tíðarætlanir innan psykiatri.
Eisini fer Ólavur Rasmuss-
en, prestur í Hvalba at tosa
um evnið: Menniskjað í
miðdeplinum.
Tróndur Enni fer at
kryddað kvøldið við sangi
og tónleiki.
Tað var á aðalfundinum
fyrst í ár, at Sinnisbati av-
gjørdi at stovnalokalfeløg
kring landið.
– Síðani tá hava vit bíðað
eftir at vita, hvørjar ætlanir,
landsstýrið hevur á økin-
um, sigur Soffi Egholm.
Og hon fegnast um, at
landsstýrið hevur raðfest
økið rættiliga ovarliga og
hevur arbeitt skjótt við at
leggja eina ætlan fyri
psykiatriini um alt landið.
Hon sigur eisini, at hon
er ógvuliga fegin um ætlan-
ina hjá landsstýrinum, tí tað
er ein sera góð ætlan eftir
hennara tykki.
Tað eru nú 10 ár
síðani, at Runavíkar
Býráð søkti lands-
stýrið um loyvi at
gera Runavík til
Fríhavn. Kári P.
Højgaard, formaður
í havnanevndini,
sigur, at gongdin í
málinum hevur
verið hendan
4. oktober í 1994: Runa-
víkar Kommuna søkir
landsstýrið um loyvi at
gera Runavíkar Havn til
fríhavn. Kommunan vísir
á, at havnin er útgjørd til
at nøkta tørvin bæði til
fiskivinnu og farmavinnu
og at havnin er ein av
teimum størstu í land-
inum.
8. mars 2005: Dagur og
Vika fortelja at tríggjar
kommunur
hava
søkt
landsstýrið um loyvi at
gera fríhavn. Talan eru um
Tórshavnar
Kommunu,
Sjóvar
kommunu
og
Tvøroyrar kommunu.
9. mars 2005: Borgar-
stjórin í Runavík skrivar
landsstýrinum bræv og
minnir á umsóknina frá
Runavíkar Kommunu frá
1994.
22. apríl 1995: Landsstýr-
ið svarar at ongin lóg er
gjørd um fríhavnir, men at
landsstýrið
hevur
sett
arbeiðsbólk at gera álit um
fríhavnir
og
at
arbeiðsbólkurin er lið-
ugur. Samstundis hevur
landsstýrið á fundi 7. mars
2005 samtykt at gera
neyðuga lógararbeiði og at
landsstýrið skal venda
aftur til málið.
28. juni 1999: Borgar-
stjórin í Runavík skrivar
landsstýrinum bræv, har
hann enn einaferð minnir
á umsóknina frá Runa-
víkar Kommunu. Hetta
brævið er sent vinnumála-
ráðið.
3. februar 2000: Borgar-
stjórin í Runavík skrivar
landsstýrinum aftur lands-
stýrinum bræv, har hann
enn einaferð minnir á
umsóknina frá Runavíkar
Kommunu. Borgarstjórin
heldur,
at
Runavíkar
Kommuna hevur krav
uppá eitt svar frá lands-
stýrinum
upp
á
um-
sóknina.
Eisini
hetta
brævið er sent vinnumála-
ráðnum.
8. Februar 2000: Vinnu-
málaráðið boðar frá, at tað
er fíggjarmálaráðið, sum
umsitur málsøkið og at
umsóknin frá Runavíkar
Býráð er send hagar til
avgreiðslu.
Síðani hevur komm-
unan hvørki hoyrt orð ella
eið aftur úr landsstýrinum.
Eysturoyingar súltaðir í 10 ár
Gongdin í málinum um fríhavn í Runavík
Styrkja seg kring alt landið
Í 10 ár er ein umsókn frá Runavík um fríhavn súltað í Landsstýrinum. men nú havnarmenn vilja hava fríhavn á Sundi, lovar
landsstýrið at avgreiða málið upp á eina viku
C
M
Y
K
9
8