mikudagur 20. oktober 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 200 - 20. oktober 2004
Nr. 200 - 20. oktober 2004
11
Almenna miðfyristingin skal sambært samgonguni
minka. Tað er helst uppá sítt pláss at minka um
umsitingina, ið er voksin eksplosivt seinastu árini, men
ikki er tað nóg mikið í sær sjálvum bara at koyra nøkur
fólk til hús og so halda, at alt heldur fram, sum áður. Ein
umfordeiling av uppgávum og arbeiði má til. Tað er ilt
hugsandi, at færri fólk skulu gera tað sama, sum fleir fólk
gjørdu áðrenn, uttan at mannagongdir og ábyrgdarbýti
verða broytt.
Eftir at fólkatalið í umsitingini er minkað, so mugu tey, ið
skulu leiða og fordeila arbeiðið inn á vøllin. Vit hava verið
vitni til meir og minni hóskandi útmeldingar frá fak-
feløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum, eftir niður-
skurðin í miðfyrisitingini.
Eitt nú bóru fulltúar á mál, at borgarin mátti insstilla seg
til verri tænastu og at sami borgari helst mátti venja seg
við longri svartíð uppá fyrispurningar til umsitingina.
BLF kom harafturat við ikki sørt óhóskandi samanbering
við áttatiárini.
Tað eigur at vera púra greitt, at tað eru tey, ið leiða og
fordeila arbieðið, ið skulu gera tær raðfestingar, ið skulu
til fyri at umsitingin kann virka undir nýggju fortreytun-
um. Tað er beinleiðis átaluvert, at starvsfólk alment rógva
uppundir, at borgarin kemur at merkja eina verri tænastu,
áðrenn nakrar raðfestingar hava funnið stað.
Um einki meir hendir enn at starvsfólkatalið lækkar, so
kann ein verri tænasta koma uppá tal, men vónandi er
hetta bert byrjanin til meiri umfatandi umskipanir, har
hugt verður at dupultfunktiónum og hvussu raðfest verður.
Hví ger man til dømis ikki sum í Álandi, har so at siga øll
lógaruppskot verða skrivaði av einari deild. Hinar
deildirnar koma við tekniskum tilfari og leggja lag á, men
ein deild skrivar uppskotini. Um hetta var gjørt, so fekk
ein slík deild eina rutinu í lógarsmíði, og kanska kundu vit
sloppið undan lóggávu, ið heilt einfalt ikki er nog væl
skrivað, sum umboðsmansátalir og sakarmál hava víst
seinastu árini. Kanska er Áland ikki eitt gott dømi av
ymsum orsøkum, men hetta er vert at umrøða.
Aðrar bygnaðarbroytingar kundu verið felags lógardeild,
felags innkeyp, felags vekslari og sekretariat o.s.fr.
Kanska ber alt hetta ikki til av ymsum orsøkum, men hetta
er í hvussu so er vert at kanna og umrøða.
Eisini kundi hugsast at vit í lógarsmíði kundu byrjað at
rokna aftureftir, tá nýggjar lógir og kunngerðir verða
settar í gildi. Alt ov ofta røkkur hugflogið ikki longur enn
til at umseta ein danskan lógartekst við smávegis
broytingum. Hvussu hevi verið, um man til dømis fyrst
setti seg at hugsa um, hvussu ein lóg skuldi umsitast og
hvussu nógvar ressoursir vit vilja brúka til umsiting av
hesum. Ùt frá tí kundi man so skrivað lógartekstin og
skipað umsitingina av økinum, heldur enn at umseta eina
umsitingarliga tunga danska lóg og so yppa øksl tá
rokningin kemur í form av øktari arbeiðsbyrðu.
Undir øllum umstøðum er, sum greinskrivari í Tinghelluni
í Vikuskiftissosialinum eisini ger vart við, neyðugt við
einum orðaskifti um almennu umsitingina. Hvussu halda
vit fram og hvat vilja vit?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Bygnaðarbroytingarnar
lidnar?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Tórfinn Smith
Býráðslimur og valevni
Javnaðarfloksins
Tórshavnar
Kommuna
eigur ongantíð ov skjótt at
taka yvir alla ábyrgd og alla
fígging av Kvøld- og Ung-
dómsskúlanum og Musikk-
ðskúlanum við. Við hesi
yvirtøku frá landi, kann ein
samlað peningaupphædd
fylgja við, sum er tað,
landið í dag letur til hesar
skúlar.
Á hendan hátt ber til hjá
kommununi at leggja sín
egna politikk í hetta virk-
semi. Ein stór og spennandi
avbjóðing, har kommunali
myndugleikin, so nær hann
stendur borgarunum, fær
møguleika at raðfesta, uttan
allatíðina at vera bundin av
hvørjum skerjingarlúnum
landspolitikararnir eru í.
Tíðin er farin frá skipanum,
har bæði land og kommuna
elta sama breyð. Vit eiga at
fáa eitt greitt uppgávu- og
ábyrgdarbýti, soleiðis at vit
sleppa undan hesum æviga
keglinum um, hvør hevur
ábyrgdina av hvørjum,-
landið ella kommunan.
Sum er hevur kommunan
ábyrgdina at útvega og
rinda fyri høli og tað sum
hartil hoyrir. Tað er heilt
greitt, men tá vit koma til
lønirnar, kemur trupulleik-
in, sum nú eisini vísir seg.
Snýr tað seg um vanliga
kvøldundirvísing og frí-
tíðarvirksemi fyri børn,
rinda land og kommuna
hvør sína helvt. Er talan um
serundirvísing, sum í stór-
an mun fevnir um menn-
ingartarnað og heilsubrek-
að, ber landið allar lønarút-
reiðslurnar, og sama er í
sambandi við próvtøku-
lærugreinir, sum bera heitið
royndarfyrireikandi undir-
vísing. Kommunan fær inn-
tøkuna av skúlapengunum.
Tað óhepna við einum
tílíkum tvíbýti av lønarút-
reiðslunum, sást nú, lands-
stýrið valdi at skerja, og
setir harvið alla dags-
skránna fyri hvussu mikið
latast til skipanina. Gamaní
kann onkur siga, so kann
kommunan bara rinda so
mikið meira, men tá er
heldur eingin meining í
einum frammanundan av-
talaðum útreiðslubýti.
At skerjingin hesaferð
rakti tey, sum bera brek, er
stór skomm og til miklan
skaða fyri tann bólk av
okkara medmenniskjum,
sum frammanundan er fyri
vanbýti.
Ikki skulu vit gloyma, at
skúlin, ella skúlarnir, vit
her tosa um, eru landsins
størstu. Kvøld- og Ung-
dómsskúlin við sínum mill-
um 3- og 4000 næmingum,
og Musikkskúlin við mill-
um 5- og 600 næmingum.
Kommunan yvirtekur Kvøld-, Ungdóms-
og Musikkskúlan
VAL04
Bjørg Joensen
Valevni Javnaðarfloksins
til Tórshavnar Býráð
Eg haldi, at kommunan
skal byggja barna- og ung-
dómshús í nærumhvørvin-
um, har børn aftaná skúla-
tíð kunnu vera undir skip-
aðum viðurskiftum. Tað
kundi verið ein fyrimunur
at kombinera hús til yngri
børn við ungdómshús so-
leiðis, at tey eldru børnini
eisini fáa innivist aftaná
skúlatíð og um kvøldarnar.
Tá vit vóru børn í 70 -80
árunum, var einki stað at
fara aftaná skúlatíð, har vit
kundu vera saman við
øðrum børnum og vaksin
vóru um okkum. Nógv er
broytt síðani tá, m.a. tað, at
so at siga øll foreldur ar-
beiða úti. Hóast hetta er
framvegis lítið broytt á øk-
inum.
Tað órógvar familjur og
harvið eisini arbeiðsmark-
naðin, at børnini eftir
skúlatíð ikki hava skipaðar
umstøður. Lykilin um háls-
in og fartelefonin í lumm-
anum er ikki besta loysnin.
Foreldur eiga at kunna fara
til arbeiðis við vitanini um,
at børn teirra eftir skúlatíð
eru í tryggum hondum.
Børnini hava hægstu rað-
festing hjá foreldrunum, og
tað eiga tey eisini at hava
hjá kommununi.
Barna- og ungdómshús-
ini skulu ikki vera framhald
av skúlanum, men eitt stað
har børnini undir skipaðum
karmum sleppa at royna
seg og verða partur av eini
heild í frítíðini. Tey skulu
sleppa at verða kreativ, taka
støðu fyri ella ímóti, og
læra at siga frá, og gera
sínar egnu royndir.
Foreldur raðfesta børn-
ini hægst, tað skal komm-
unan eisini.
Vit skulu tillaga komm-
ununa eftir okkum, ikki
øvugt.
Lykilin um hálsin og fartelefon í lummanum
VAL04
Fasta sam-
bandið og
ungdóm-
urin
Eyðgunn
Samuelsen
valevni hjá Javnaðar-
flokkinum.
http://heima.olivant.fo/
~eydgunn
Um áleið tvey ár er
fasta sambandið inn á
meginlandið veruleiki.
Hetta fer millum ann-
að at merkja, at for-
eldur skulu læra seg at
liva við tí veruleika, at
teirra børn, innan tey
varnast tað, eru farin í
Eysturoynna ella til
Havnar í biograf ella í
dans. Hetta er ein
veruleiki,
sum
vit
mugu taka í álvara,
spurningurin er bara,
hvat kommunan sum
myndugleiki
kann
gera, so henda ferðsla
verður so trygg sum
gjørligt.
Fyri mær er ongin
ivi. Flutningsprísurin
til Klaksvíkar kann
koma at verða eitt slag
av forðing og harvið
minka um kappingar-
føri hjá okkara vinnu.
Tí eigur Klaksvíkar
Kommuna at vísa á og
vera við til, at møgu-
leikar verða skaptir, so
til ber at ferðast bíliga,
eitt nú við bussrutu til
Klaksvíkar. Líka so
sjálvsagt er tað, at
Klaksvíkar Kommuna
skal verða við til at
skapa karmar soleiðis,
at okkara ungdómur
fer yvir á meginlandið
undir tryggum og skip-
aðum
viðurskiftum.
Hetta kundi eitt nú
verið gjørt við, at nátt-
bussur verður settur
inn, so sum vit kenna
tað millum Vágarnar
og meginlandið.
VIÐMERKINGAR
Annita á
Fríðriksmørk
Tað at hava fría fosturtøku
merkir ikki at ein kvinna
ella genta hevur lættari við
at velja fosturtøku enn um
ein lóg forðar henni í at
taka avgerðina. Men tá
hevur hon lættari við at
gera tað lógligt, og nýtist
ikki at fara av landinum.
Og tað er tá hennara avgerð
og ikki ein játtan frá einum
lækna, - sum hon hevur
bønað og biðið.
Haldi hinvegin at tað er
sera umráðandi at frælsi og
ábyrgd í hesum máli fylgja
at. Soleiðis, at fær kvinnan
frælsi til sjálv at gera av,
um hon vil hava fosturtøku,
so er tað so sanniliga eisini
hennara og mansins ábyrgd
at syrgja fyri, at hon ikki
gert við barn. Soleiðis fært
tú frælsi og ábyrgd at fylgj-
ast!
Frí fosturtøkulóg eigur tí
at verða fylgd av eini
massivari upplýsing um
fyribyrging umframt at
møguleikarnir fyri fyri-
byrging altíð eru atkomu-
ligir!
Skal gentan ella læknin
hava síðsta orðið
At velja fosturtøku er eitt
sera alvorligt val. Og tí
eigur ein restriktiv lóg á
økinum at verða skift út fría
fosturtøku
umframt
massiva
upplýsing
um
fyribyrging. Um gentan ella
kvinnan kortini gert við
barn og ynskir fosturtøku
eigur hetta at verða gjørt
við
góðari
vegleiðing,
sosialráðgeving og uppl-
ýsing. Men høvuðsprin-
sippið eigur kortini at
verða, at tað er gentan sjálv,
sum eigur síðsta orðið í eini
so tungari avgerð.
Í øllum Norðanlondum er
fosturtøka frí, - uttan í Før-
oyum.
Her er støðan tann, at
kvinnur ella gentur, sum
eru við barn, og sum ynskja
fosturtøku, skulu spyrja
kommunulæknan hjá sær,
um tær kunnu fáa fostur-
tøku.
Hendan mannagongdin
er í stríð við nøkur grund-
leggjandi prinsipp:
Fyri tað fyrsta so er tað
ikki hon sum er við barn,
sum hevur síðsta orðið at
siga, men læknin. Harvið
sigur man at læknin er betri
til at taka avgerðina enn
kvinnan sjálv; - og er hetta
ikki sørt at ómynduggera
kvinnuna.
Harnæst eru allir læknar
heldur ikki á einum málið
um hesi viðurskifti, og vilja
umsita og fortolka fostur-
tøkulógina ymiskt. Harvið
eru allar ikki eins fyri
lógini. Hon, sum er best
fyri at grundgeva fyri síni
neyð, er betur fyri ein, sum
ikki eins væl dugir at leggja
sær tey røttu orðini í
munnin.
Men høvuðsprinsippið, -
sum eftir hondin kann ljóða
sum ein klisjé, hetta at
kvinnan skal ráða yvir
egnum kroppi, - verður ikki
gingið á møti, so leingi hon
ikki sjálv hevur síðsta orðið
at siga í einum møguligum
fosturtøkumáli. Tað er tí
rættiliga mótsigandi at siga,
at kvinnan skal ráða yvir
sínum egna kroppi, men at
hon ikki skal hava endaliga
orðið í einum møguligum
fosturtøkumálið. Nær ræð-
ur hon so yvir sínum egna
kroppi: tá ið hon letur seg í,
ella tá ið hon er undir
brúsu?
Ávirkar lógin fostur-
tøkutíttleikan
Og fyri alt tað, so er iva-
samt hvussu nógv tú forðar
fosturtøku við lóg. Jú, hjá
teimum
gentum,
hvørs
ynski ikki verður gingið á
møti, antin tí, at læknin
hevur ein religiøsan ella
etiskan hugburð, sum er í
stríð við fosturtøku ella tí
hann tulkar lógina restrik-
tivt, - ella tí hon ikki dugdi
nóg væl at bera síni sjónar-
mið fram, og sum tí ikki
kann fáa eina ávísing um
fosturtøku. Sær hon seg so
heldur ikki føra fyri at fara
til Danmarkar í fosturtøku-
ørindum, av fíggjarligum
orsøkum, ella tí hon ikki
veit, hvussu hon skal bera
seg at tá ið hon er komin til
Danmarkar, - fyri henni
virkar ein lóg frá 1938, sum
sigur nei til fosturtøku.
Fosturtøkutíttleikin er ein
spegilsmynd av samfelags-
etikkinum og sosialu støð-
uni hjá familjum og hjá
samfelagnum.
Og
hesi
verða tí avgerandi fyri
hvussu
tíðliga
ungfólk
byrja at hava seksuallív,
hvussu væl vit upplýsa um
fyribyrging, hvussu væl
fólk fyribyrgja seg, nær ein
kvinna/genta ynskir fostur-
tøku og nær hon ikki ynskir
tað, og hvussu nógvar
mammur eru tannáringar
osfr.
Ofta verður ført fram, at
okkara etiska grundarlag
og mentan er so øðrvísi enn
hjá grannum okkara, og at
tað tí ikki er rætt við fríari
fosturtøku herheima.
Sjálvsagt er okkara etikk-
ur og mentan í stóran mun
serføroysk, men vit eru
eisini væl og viruliga
ávirka av norðurlendskum
og vesturlendskum virðum.
Og hendan ávirkan er uttan
iva sterkari í nýggjari tíð,
enn hon nakrantíð hevur
verið.
Men meina vit, at okkara
mentan og etikkur eru av
slíkum slag, at hetta er ein
fosturtøkufyribyrging í sær
sjálvum, so kann ein spyrja,
hvat vit so skulu við so
restriktivum lógum á has-
um økinum.
Frælsi og ábyrgd fylgjast!
Viðmerkingar til grein hjá
Kristian Magnussen, løg-
tingsmanni í Sosialinum
hósd. 14. okt. Greinin
hevur heitið "Saknar
fakliga sjónarmiðið"
Egon Øregaard
skúlastjóri
KM.- sigur seg als ikki
kunna taka undir við at
gera
miðnámsdepil
í
Marknagili.
Sjálvssagt virði eg hetta
sjónarmiðið. Tó vil eg
halda, at minsta kravið til
KM, sum er framsøgumað-
ur Javnaðarfloksins er, at
hann kann koma við hald-
góðum grundgevingum fyri
hví Javnaðarflokkurin ikki
tekur undir við ætlanini.
Sjálvur meti eg ikki, at
hann higartil hevur gjørt
tað.
Eftir mínum tykki niður-
ger KM. tað arbeiðið, sum
bygginevndin hevur lagt
fram, m.a. kallar KM tað
"nakrar leysar skitsur.." og
nakað seinni sigur KM
"pappír er takksamt", og í
endanum av greinini stað-
festir KM "Hon (ætlanin)
er ikki gjøgnumhugsað,
ella lýst nóg væl! Flestu
onnur, eisini fakfólk, kalla
"álitið" eitt valaarbeiði.
Bygginevndin arbeiddi
ógvuliga miðvíst í útvið 1/2
ár við at fyrireika "álitið
um
Skúladepilin
við
Markna-gil". Fyrimunir og
vansar vóru viðgjørdir, og
vóru
niðurstøðurnar
gjørdar
eftir
gjølla
umhugsan.
Eisini skal havast í huga,
at framanundan at "álitið
um Skúladepilin í Markna-
gili" sá dagsins ljós, hava
allir tríggir skúlarnir, hvør í
sínum lagi, í fleiri ár arbeitt
við at gera m.a. hølisskráir,
"tørvsanalysur" v.m. Í hes-
um arbeiði hava, í nógvum
førum, lærarar og onnur
starvsfólk verið við í ar-
beiðinum.
KM sigur: – Eg havi
serliga saknað, at fakfólk
sleppa at siga teirra hugs-
an,…
Til hetta er at siga:
Bygginevndin er mannað
við:
• Stjórunum
á
teimum
trimum skúlunum, sum
av politisku myndug-
leikunum eru valdir, og
settir, at hava dagligu
leiðsluna av skúlunum og
hava námsfrøðiligu og
fíggjarligu
ábyrgdina.
Haraftrat er uppgávan hjá
stjórunum,
at
menna
skúlarnar á øllum økjum.
Tað undrar meg, hví KM
als onki álit hevur á
teimum í hesum málin-
um. Eru hesir ikki fak-
fólk?
• Stýrisformonnunum
á
FH og TST, sum eru
valdir av, og umboða
vinnuðlívið í útbúgving-
armálum á teimum báð-
um stóru yrkisskúlunum
- Eru hesir ikki fak-
fólk?
• Inspektøri á Føroya Stu-
dentaskúli & HF skeiði -
Er hesin ikki fakfólk?.
• Deildarsjórin fyri m.a.
miðnáms og yrkisskúl-
arnar í Mentamálaráð-
num - Er hesin ikki fak-
fólk?
• Formaður í bygginevnd-
ini er ein av okkara
royndastu arkitektum í
Føroyum, sum gjøgnum
tey seinastu uml. 25 árini
hevur verið við í ymisk-
um nevndum í samband
við bygging av skúlum í
Tórshavn og aðrastaðni í
Føroyum - Er hesin ikki
fakfólk?
• Arkitektur frá Landsverk
hevur havt eygleiðara-
støðu í bygginevndini -
Er hesin ikki fakfólk?
Pappírið er takksamt sigur
KM.- Men hetta er eftir
mínum tykki tann best
skikkaða nevndin, sum
møguleiki var fyri at seta
saman, til hesa uppgávuna.
KM sigur, at hann fer at
krevja, at ein hoyring verð-
ur um hetta málið, har allir
partar sleppa til orðanna.
Í "álitinum um Skúla-
depilin við Marknagil" er
hetta ein sera tíðandi táttur.
Tá politikararnir hava tikið
neyðugu avgerðina, og ætl-
anin um Skúladepilin verð-
ur sett í verk, kemur tað
fyrsta. av 26 undirpunktum
í "Arbeiðs - og tíðarætlan"
við tað sama í kraft. Her
stendur
sum
nr.
eitt
"Byggiskrá/brúkarahoyr-
ing".
Skal "álitið um Skúla-
depilin við Markanagil" til
brúkarahoyring, sum CM
setur sum krav, og øll við-
komandi skulu til orðanna,
eru tað helst omanfyri 200
persónar, sum skulu siga
sína hugsan - eyðsæð er
hvat tá verður av ætlanini !!
– Vit hava valt okkara
politikarar inn á Løgting
til, at taka slíkar avgerðir.
Við tí vælaverkið í hond,
sum "álitið um Skúladep-
ilin við Marknagili" er, og
við tí kunning, sum polit-
isku umboðini, alla-tíðina
kunnu gera brúk av, hevur
politiski myndugleikin allar
møguleikar, at taka "kvali-
fiseraðar" avgerðir.
Sakni »sakliga viðgerð«
VAL04
C
M
Y
K
11
10