mikudagur 20. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 200 - 20. oktober 2004
Nr. 200 - 20. oktober 2004
13
Hanus Vang
Býráðs-Imperialisma
3. partur
Tá Ongland (og Danmark)
fingu sær hjálond bóru teir
seg ikki altíð so dámliga at.
Á sama hátt er við býráð-
num í Havn.
Síðani vit gjørdust "hjá-
land" hevur bóndagarðurin
ikki fingið frið, men er
forfylgdur við súltingum og
tí sum verri er.
Í hesum valskeiði seta
teir krúnuna á verkið, og
hava givið neytahaldinum á
garðinum mønustingin.
Føroya stórsti saman-
hangandi bøur til ein garð
skal ætlandi brúkast til
útstykkingar.
Soleiðis verður Vatna-
skarðsbøur og Vatnaskarðs-
slættin kanska karmur um
hópin av raðhúsum við
reyðum taki!
Til
tað
endamál
er
Flatna-hagin væl egnaður,
tí at Býráðið eigur allan
hagan. Hann fingu teir til
keyps í 1932 fyri 50000
krónur til Havnina at vaksa
á. Men frætt er at býráðs-
limir ikki vita tað, sjálvt
eftir mong ár har.
Í undanfarnu setu, 1996
til 2000, komu bóndin,
golffelagið, Býráðið og
avvarðandi myndugleikar
ásamt um ein býarplan sum
vardi bæði bø, slættan,
garðin og golf.
Men onkur má hava
hildið at tá semja er um ein
plan so er at broyta hann
soleiðis at
Hoyvíksgarður
kann
oyðileggjast sum skjótast.
Onkur er enn so primi-
tivur at grønur bøur má
oyðileggjast fyri ein og
hvønn prís.
Men tá fleiri hundrað
fólk mótmæltu skjótivøllin
í Sandvíkum, var tað nyttu-
leysari enn at sletta vatn á
gás.
(Sí annars hjáprentaðu
tekning úr "Helhedsplan
for Tórshavn Kommune").
FYRISPURNINGAR
til TÓRSHAVNAR
BÝRÁÐ:
1) Hví broyta tit býarplan-
in á Vatnaskørðum frá tí
íð gjørt varð í semju til
nú at oyðileggja garðin
beinanvegin?
2) Hví geva tit neytahald-
inum mønustingin nú,
fyri eina villa framtíðar-
ætlan íð kanska (vón-
andi) ongantíð gerst
veruleiki?
3) Hvussu ber tað til at
nærum onki skal byggj-
ast á Argjum og í
Flatnahaganum, meðan
tit einans hugsa um at
oyðileggja
Hoyvíks-
garð? Ella er alt eitt
smáligt privat røra-
spark?
4) Hví
ofrar
Býráðið
kanska
eini
tíggju
miljónir til skjótivøll í
Sandvíkum til eitt felag
sum ikki eingang hevur
havt aðalfund í mong
harrans ár?
Vit eru fleiri ið vænta svar.
Týski filosoffurin Schop-
enhauer segði: "Tá fá-
vitskan fær vald, artar hon
seg til óndskap"
kanska framhald.
Inga Dahl
Valevni Fólkafloksins til
býráðsvalið
Nógv er hent í Tórs-
havnar kommunu sein-
astu árini.
Her eru nøkur dømi:
Barnaansingartilboð,
sum hevur verið ein
stórur trupulleiki, er nú
væl nøktandi.
Um skúlaviðurskiftini
er at siga, at tey eru lut-
vís lógarbundin. Út-
byggingar á skúlaøkin-
um hava verið og eru
umfatandi.
Í Hoyvík og í Kaldbak
er bygt aftrat, í Komm-
unuskúlanum
verður
bygt aftrat, Hoyvíks-
høllin er komin, høll er í
gerð í Kollafirði og har-
umframt eru fleiri bygg-
ingar ávegis.
Á vegakervinum eru
stórar og neyðugar ábøt-
ur gjørdar, vegir eru
breiðkaðir, rundkoyring-
arnar bøta munandi um
ferðsluna, umframt at
nýgerðir eru á veg.
Havnin má búgva seg til
at taka ímóti allari
ferðsluni,
nú
fleiri
oyggjar skulu bindast
saman.
Útstykkingar og bygg-
ingar eru gjørdar sum
ongantíð
fyrr. Tann
størsta
útstykkingin,
sum nakrantíð er gjørd á
Føroya landi, er við at
koma undir land í Hoy-
víkshaganum. Alt sam-
alt sera neyðugt í einum
býi, sum veksur so skjótt
sum Havnin ger.
Kloakkirnar
hava
fingið stórar, alneyðugar
og
kostnaðarmiklar
ábøtur.
Á eldraøkinum
er
nógv hent hesi seinastu
árini.
Á
Lágargarði
eru
gjørdar ábøtur, sum hava
økt um virksemið, og
sum hava bøtt munandi
um støðuna hjá eldra
ættarliðnum.
Liðugt-
gjørdir døgurðar verða
koyrdir út til hvønn krók
í kommununi til nógvar
pensionistar. Vælvirk-
andi dagtilboð er sett á
stovn. Virksemið í ergo-
og fysioterapiini er økt,
soleiðis at eisini heima-
búgvandi fólk fáa gleði
av hesum tilboðum.
Tjarnardeild er byrjað
at taka ímóti fólki. Har
verða nógv og fjølbroytt
tilboð.
Í Vallalíð skuldi eitt
stórt heim staðið klárt
nú, men sum vit øll vita
bleiv
hetta
arbeiðið
seinkað. Arbeiðið er nú
farið í gongd aftur, men
heimið verður tíverri
ikki so stórt sum ætlað.
Í Hoyvík er eitt sam-
býli til 10 fólk.
Og her kunnu vit
hóskandi nevna, at vit
hava okkara góða gamla
og vælvirkandi Ellis-
heim og Umlættingar-
heimið.
Eitt stórt framstig er
tað nýggja dagtilhaldið
við
Dalavegin,
væl
stuðlað av býráðnum.
Tilboð um regluliga
vitjan av sjúkrarøktar-
frøðingi er til øll, sum
hava fylt 75 ár. Eitt sera
vælumtókt tilboð, upp-
søkjandi við vegleiðing
og ráðgeving.
Í Tilhaldinum í Tórs-
gøtu eru nógv og fjøl-
broytt tilboð til pension-
istar. Hetta fyri at økja
um vælveruna hjá fólki í
aldurdóminum.
Pensionistafelagið ger
eisini sítt til at bøta um
tilveruna hjá teimum
gomlu.
Skuldin hjá Havnar
kommunu er niðurgold-
in til næstan einki, sam-
stundis sum allar út-
byggingarnar eru farnar
fram. Tað má sigast at
vera eitt bragd.
Nógv kann verða sagt
afturat. Men tað mest
umráðandi er at arbeiða
við opnum og positivum
sinni, og at vit seta okk-
um stór mál at arbeiða
ímóti, vælvitandi, at vit
ongantíð náa málinum,
tí tað flytur seg fram-
eftir, so hvørt sum vit
nærkast tí.
Tá er at seta sær nýggj
og hægri mál.
Tað ætla vit okkum,
vit sum eru á lista A.
Tórshavn fyrst og
fremst
VIÐMERKINGAR
Vinnufjendskur óreinskapur
Her er kortið ið vísir "Havnina ár 2022". Ikki sørt ósmæðið
VAL04
Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til
býráðsvalið
Mangan verður havt á lofti,
at havnafólk ikki hava
nakra mentan, havnafólk
eru býarfólk á ein neiligan
hátt, havnafólk krevja alt ov
nógv og fáa alt ov nógv í
mun til onnur øki í Føroy-
um. Hesum vil eg vísa aft-
ur. Fyri at taka mentanina
fyrst, so er tað í Havn ein
sera
stór
mentanarlig
menning innan nærum øll
øki. Havnin er mentanarligi
metropolurin í Føroyum,
har listin, tónleikurin, bók-
mentirnar, ítrótturin stend-
ur í hægsta blóma. Fyri at
mentanin í Havn ikki skal
følna, er tað neyðugt, at stig
verða tikin, so at henda
menning kann halda áfram
og gerast enn betur. Tað er
millum ungdómin, at tón-
leikurin, listin og harvið øll
okkara mentan fær íblástur,
og tí er tað neyðugt, at ung-
dómurin fær bestu sømdir
og karmar at virka undir.
Tað eigur at verða eitt
mentanarstað, har tey ungu
kunnu bera fram tónleik,
list, drama osfr., eitt ment-
anarstað, ið er eitt millum-
ting millum Norðurlanda-
húsið og Margarinfabrikk-
ina, sum setur ta eksperi-
menterandi listina og tón-
leikalistina í hásæti. Hetta
er neyðugt fyri at halda lív í
mentanarlívinum í Havn
umframt, at tað kann varpa
ljós á, hvussu nógv frálík
mentafólk veruliga finnast
millum ungdómin í Havn.
Tað var hugvekjandi, tá
ið eg í farnu viku var á
námsferð í New York við
einum 2. HH flokki úr
Handilsskúlanum
á
Kambsdali. Har vitjaðu vit
millum annað býarpartin
Harlem, har vit fingu eina
gjølla frágreiðing frá einum
lokalum íbúgva um, hvussu
tað eksperimenterandi jazz-
umhvørvið birtist í Harlem
í 1930 árunum og 1940
árunum, eitt jazzumhvørvi,
ið uppfostraði mangar góð-
ar jazztónleikarar. Her bleiv
spælistað eftir spælistað
sett á stovn, so at fólk
kundu spæla og hoyra jazz.
Henda jaliga bylgjan førdi
við sær, at jazztónleikurin
fór at blóma, og hevur hetta
síðan givið tí amerikanska
statinum búskaparligt íkast
og góða reklamu og ikki
minst, at hetta samstundis
ríkaði um mentanarum-
hvørvið á staðnum.
Havnin hevur ikki ov
nógv tilboð til tey ungu, ið
hava áhuga fyri eitt nú tón-
leikalist. Havnin er í støð-
ugum vøkstri og í dag
búgva 40 procent av íbúgv-
unum í Føroyum í Havn, og
tí er tað natúrligt, at Havnin
eigur at hava eitt mentan-
arstað til tey ungu. Havnin
er vorðin ein metropolur,
ein perla í Føroyum, og vil
eg gera mítt til, at mentanin
fær bestu sømdir og karmar
at virka undir.
Tórshavn er ein mentanarlig perla
VAL04
Marianna Heinesen
valevnið Tjóðveldis-
floksins til Býráðsvalið
www.heinesen.fo/marian
na/
Nøkurlunda soleiðis út-
talaði okkara táverandi
borgmeistari, Poul Mic-
helsen, seg um ungdóm-
in í Havn miðskeiðis í
80’unum í sambandi
við, at søkt varð um eini
ungdómshús. Undirrit-
aða var tanáringur tá og
kanska ikki ein av teim-
um mest uppreistrarhug-
aðu, men hasi orðini
gloymdi eg ongantíð!
Tá tosið fellur á ung-
dómin, eru vit enn sum
fyrr von at hoyra orð
sum ’forkelaði, dovin,
tíma einki, bara krevja
og krevja og brúka alt ov
nógvar pengar! Tey hava
rætt til ’ókeypis’ skúla-
gongd, eru limir í nógv-
um ymiskum feløgum,
ferðast dúgliga, vaksa úr
klæðunum, sum júst eru
keypt, og eta fyri fleiri!
Jú, víst kosta tey okkum
foreldrum nógvar peng-
ar. Sjálvsagt er tað fyrst
og fremst okkara ábyrgd,
at børnini fáa ein góðan,
tryggan og ikki minst
sunnan uppvøkstur. Men
í ungdómsárunum mugu
vit eisini dúva upp á
onnur og kunnu í tí sam-
bandinum
spyrja:
Hvussu kann kommun-
an vera við at skapa góð-
ar og sunnar umstøður?
Í mínari verð tykist
tað, sum um vanligi
hugburðurin í kommun-
uni er: Vit geva teimum
eini
hús
(Margarin-
fabrikkina) og seta so
nøkur fólk, sum kunnu
skapa umstøðurnar og
ansa eftir, at alt gongur,
sum tað skal. Einki ringt
um tað og starvsfólkini
har. Tey eiga nógv rós
uppiborið. Men Marga-
rinfabrikkin kann altso
ikki hýsa ØLLUM ung-
dóminum í Tórshavnar
kommunu! Vit hoyra
t.d., at tað er eitt verri
óskil, tá dj-show/disko-
tek er uppi í Badminton-
høllini! Meginparturin
av ungdóminum undir
18 ár gongur fullur og
ger ónáðir og enntá her-
verk..
Er tað kommunan,
sum hevur ábyrgdina av
tí??? Ein góður spurn-
ingur! Eg vildi meint, at
kommunan kundi, við at
varpa nógv meira ljós á
ungdómin og tørvin hjá
teimum, arbeitt fyri, at
fáa
ein
sunnan
og
ábyrgdarfullan ungdóm.
Ein ungdóm, har tey
ungu sjálvi eru við til at
skapa tær rammur og
fyritreytir, sum eru júst
fyri tey!!
Tjóðveldisflokkurin
hevur í valskrá síni sett
út í kortið at fáa orðað
ein umgdómspolitikk.
M.a. er málið, at ung-
dómshús verða tøk úti í
nærumhvørvinum. Hesi
umgdómshús
skulu
kunna brúkast til eitt og
hvørt tiltak, m.a. sum
dansihølir.
Men
tað
týdningarmesta í hesum
er, at ungdómurin sjálv-
ur er við til at skipa fyri
og sjálvur kann leggja
lag á, hvat hølini skulu
brúkast til!
At fáa nakað noytt inn
á seg verður sum oftast
ikki væl móttikið. At
bara geva og geva og so
vænta, at nøgdin kemur
av sær sjálvari, er heldur
ikki rætti hugburðurin!
Ynskja vit ein vælvirk-
andi ungdómspolitikk,
skulu
nakrar
treytir
uppfyllast. Tey ungu í
okkara størstu komm-
unu hava krav upp á at
verða hoyrd og vird. Tað
vil Tjóðveldisflokkurin
heldur enn fegin arbeiða
fyri, soleiðis at vit fáa
ein virknan og sunnari
ungdóm! Við røttum
amboðum ivist eg onga
løtu í, at kommunan fær
tað fleirfalt aftur!
Sum at geva plastikk-
blomstrum vatn!
VIÐMERKINGAR
Nina Dahl
At oplysning og præ-
vention er det bedste, er der
ingen, der kan være i tvivl
om.
Vist kan man da få abort
på Færøerne, hvis man er
for ung, for gammel, hvis
de økonomiske og sociale
forhold taler for det – eller
hvis der er mistanke om et
alvorligt handicap, kort
sagt, hvis man kan finde en
passende historie – og hvis
lægen samtykker – altså
ikke en ens behandling,
men vilkårlig alt efter
lægens skøn – er det særlig
etisk.
For lidt mere end et år
siden ønskede daværende
landstyresmand Bill Just-
inussen at stramme op om
abortloven, eller rettere
sagt, at loven skulle følges.
Rigtig gang i debatten kom,
da en københavnsk byråds-
politiker kaldte færingerne
for de nordiske fundamen-
talister. Hvad får en dansk
politiker til at tage det
emne op, hvem ønsker, at
han gør det? Der bor mange
færinger i Danmark, mange
unge i uddannelsesærinde,
unge med en mening om
det færøske samfund –
mennesker, som ønsker at
påvirke. Og hvorden gør
man det? Igennem medier-
ne. Men man må jo først
have en nøgleperson.
Hvem lånte den danske
politiker sin nationaldragt?
– næppe nationalmuseet.
Selvfølgelig skal danske
politikere ikke lovgive på
Færøerne, det skal det
færøske følk og dets valgte
repræsentanter, men derfor
kan andre være med til at
sætte fokus på et emne.
Abortloven er fra 1956.
Både samfundet og hold-
ninger har ændret sig siden
da. Tilbage står, at hvis en
lov tolkes og bøjes og pass-
es til, efter hvilken historie
man kommer med, så er det
bedre at aftage loven. Der
må være samsvar mellem
lov og praksis.
I Iran skal en 13 års pige
stenes til døde efter at have
født et barn, som hendes
bror er far til. Broren er
dømt til 150 piskeslag, som
er det samme som døds-
dom. Jeg håber, at nogen
mener, at de har ret til at
påvirke disse domme.
VAL04
Jógvan Arge
Valevni fyri tjóðveldis-
flokkin til Tórshavnar
Býráð
Av góðum grundum eru
tey gomlu og óhjálpnu ein
týðandi partur av val-
stríðnum til býráðið.
Eldraøkið hevur verið aft-
urúrsiglt í mong ár, tí tað
hevur verið eitt býtisbarn
millum landið og kommun-
urnar.
Eftir valgreinum at døma
er undirtøkan í Tórshavnar
kommunu fyri at gera
nakað við eldraøkið nú so
breið, at komandi býráð
uttan himpr kann fara undir
gerningin.
Vit í tjóðveldisflokkinum
hava sett okkum fyri at
nøkta tann bráðneyðuga
tørvin á ellis- og røktar-
heimum í allari kommun-
uni sum skjótast.
Vit leggja doyin á at
nøkta ansingartørvin og bú-
staðartørvin við umlætting,
dagtilhaldi og sambýlum
eins og møguleikum fyri at
flyta í lættari bústað.
Vit vilja gera eina mið-
vísa ætlan at tryggja ó-
hjálpnum virðiligar um-
støður á heimum ella heima
við hús.
Vit miða eftir, at heima-
vitjanartænastan verður út-
bygd, og at tiltøk verða sett
í verk, sum kunnu lætta um
heima við hús.
Í
grundregluni
eigur
landið alt eldraøkið, sum
tað er, men tað hevur ikki
hildið seg til at loysa upp-
gávuna.
Saman við eini ætlan um
at leggja eldraøkið út til
kommunurnar, legði tjóð-
veldisflokkurin í landsstýr-
inum til brots fyri at fáa
gongd á.
Eftir trimum árum vórðu
játtaðar um 60 mió kr til
partvísa fíggjan av heimum
og sambýlum. Hin partin
skuldu
kommunurnar
fíggja sjálvar.
Hetta sæst aftur ymsa-
staðni, men tørvurin í
Tórshavnar kommunu er so
mikið stórur, at landsins
íløgupartur neyvan fer at
røkka til tær ætlanir, sum
vit noyðast undir.
Vit fegnast um Tjarnar-
garð og komandi heimið
fyri minnisveik, sum eru
kærkomin stig á leiðini.
Men skal tørvurin nøkt-
ast, sum borgararnir í Tórs-
havnar kommunu hava,
verður neyðugt at taka
meiri rívan til, enn gjørt er.
Okkara partur skal ikki
liggja eftir. Vit halda, at tað
er ein mannarættur at fáa
eitt virðiligt lívskvøld.
X við E.
Abort
Eitt virðiligt lívskvøld
VAL04
Edmund Joensen
Í hesum døgum verður
seinasta hond løgd á at
fyrireika stórfingna ferð til
Japan.
Margreta drotning, vegna
kongaríkið, stendur á odda
fyri ferðini, sum umframt
at vera ein almenn vitjan,
eisini hevur til endamáls at
vera eitt menningar-, ídn-
aðar- og søluátak av teim
heilt stóru.
Ídnaðarfelagsskapir og
handilsfelagsskapir í øllum
Danmark standa í bíðirøð-
um, fyri at sleppa við í
hesum stórbæra fylgi, hesi
almennu vitjan, sum brýtur
slóð fyri framburði og
menning av øllum handa
slag, ikki minst tá talan er
um útflutning av vørum og
tænstum.
Danmarkar ríkið hevur í
heimshøpi, bæði millum
minni og meir framkomin
lond, eina høga stjørnu,
sum ger slíkar ferðir og
átøk møgulig. Føroyar og
Grønland eru sjálvandi
partar av øllum hesum.
Ikki er undarligt, at áhug-
in fyri at sleppa við er ovur
honds stórur, sannast má at
Japan hevur heimsins næst-
størsta búskap og hevur
heimsins størstu valuta-
goymslur.
Tað skuldi undrað meg,
um grønlendingar ikki av
fullum huga vilja sleppa
sær uppí part og útvega sær
fyrimunir í sambandi við
ferðina, bæði til frama fyri
grønlendska vinnulívið og
fyri grønlendska samfelag-
ið.
Hvar eru Føroyar í
hesum sambandi
Føroyar eru sjálvandi bodn-
ar við í hesum tiltaki.
Kongshúsið setur ongan
eftir, og als ikki føroyingar.
Tað hoyrist at landstýrið
hevur fingið hesa inbjóð-
ing. Men lítið ella onki
hoyrist frá okkara lands-
stýri um fyrireikingar til at
taka vinnuligan og politisk-
an lut í tiltakinum, fyri at
skapa kunnleika um Føroy-
ar, at skapa framburð fyri
føroyskan handil og ídna,
og í heila tikið fyri at víðka
um sjónaringin hjá føroy-
ingum.
Hvar eru okkara ídnaðar-
fólk í hesum spælinum? Er
tað veruliga so galið, at
landstýrið leggur seg oman
á innbjóðingina? Um so er,
er orðsøkin til at hon ikki
kemur víðari gáloysni ella
tað sum verri er? Verður
forða fyri positivari før-
oyskari lutøka tí donsk og
grønlendsk áhugamál eisini
eru við og at Danmarkar
Ríkið er felagsnevnarin?.
Livst so spyrst.
Kongshúsið letur hurðar upp
og veitir fyrimunir
C
M
Y
K
13
12